52-115/2020
Kapittul 24 í revsilógini um kynslig brotsverk
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. apr. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
115.20 Svar frá B.S Nielsen til A. Oslen - Kapittul 24 í revsilógini um kynslig brotsverk.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 3 -- -- 2 of 3 -- -- 3 of 3 --
115.20 Spurningur til B.S Nielsen frá A. Oslen - Kapittul 24 í revsilógini um kynslig brotsverk.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur Eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Kapittul 24 í revsilógini um kynslig brotsverk 1. Metir løgmaður, at viðmerkingarnar til kapittul 24 í revsilógini, heruppií § 216, eru nóg greiðar? 2. Um nei, hevur løgmaður ætlanir um at nágreina revsilógina og nær ? 3. Metir løgmaður, at Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni er nóg væl mannað? 4. Kann løgmaður greiða frá arbeiðinum hjá Revsirættarliga ráðnum? Í 2009 varð málsøkið revsirættur yvirtikin, og í hesum sambandi varð drúgv dagføring av revsilógini framd í 2010. Serliga vórðu dagføringar gjørdar í kapittul 24 í revsilógini, sum snýr seg um kynslig brotsverk, t.e. neyðtøku, siðsemisbrot, pædofili og revsing fyri at hava barnaporno í varðveitslu umframt at breiða hetta tilfar út. Revsilógin hevði tá ikki verið dagførd í fleiri ár, og umráðandi var, at revsing fyri tílík brot vóru ájavnt við revsiásetingar í okkara grannalondum. Í 2016 varð kapittul 24 um kynslig brotsverk aftur dagførdur, heruppií § 216, sum snýr seg um neyðtøku. Í ásetingini stendur greitt, at fyri neyðtøku verður tann, ið fremur hetta, revsaður/revsað við fongsli í upp til 8 ár. Revsingin kann vaksa upp í 12 ár, um neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil ella umstøðurnar aðramáta eru serliga skerpandi, ella um tað snýr seg um samlegu við barn undir 12 ár. Í nógv umrødda pædofili-málinum um kynsligan ágang ímóti 3 børnum er komið fram í samband við dómúrskurðin, at ein av orsøkunum til lina dómin er, at serligu viðmerkingarnar til revsilógina ikki eru nóg greiðar um, hvussu revsast skal. Tað er sera álvarsligt, at ivi verður sáddur um revsirammuna, tí hetta ikki greitt framgongur í serligu viðmerkingunum. Fleiri meiningar eru neyvan um, at kynslig brotsverk skulu revsast hart og serliga hart, tá talan er um børn, og tað skal ongin ivi verða um hetta í okkara revsilóg. Øll mál hjá landsstýrinum verða løgfrøðiliga eftirkannað á Lógartænastuni, samstundis sum hon eisini varðar av fleiri rættarøkjum, heruppií revsirættarliga økinum. Spurningurin er tí, um Lógartænastan ikki átti at verið raðfest hægri og verið betur mannað í mun til stóra arbeiðstrýstið. Í sambandi við yvirtøkuna av málsøkinum revsirættur varð sett á stovn eitt revsirættarligt ráð, sum kundi fylgja við gongdini í okkara grannalondum á revsirættarliga økinum. Ráðið skuldi fylgja við broytingum, soleiðis at okkara revsilóg altíð er dagførd og ájavnt rættarpraksis í londum, sum vit sammeta okkum við. Áhugavert er tí eisini at fáa at vita, hvat status er við revsirættarliga ráðnum, og tí verða hesir spurningar settir løgmanni. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 13. apríl 2021 Annika Olsen -- 2 of 2 --