52-114/2020
Bíleggingarskipanin til koronukoppseting
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. apr. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
114.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. L. Jacobsen - Bíleggingarskipan til koronukoppseting.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 20. apríl 2021 HMR J. nr. 21/05925-4 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 52-114/2020 eftir § 52a í tingskipanini um bíleggingarskipanina til koronukoppseting, frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa aðrar møguleikar at bíleggja tíð til koppseting enn gjøgnum verandi bíleggingarskipan? 2. Hvørjar avtalur eru gjørdar við eigaran av bíleggingarskipanini um atgongd til upplýsingar í skipanini og um handfarin, burturbeining v.m.? Til spurning 1: Í sambandi við at farast skuldi undir at koppseta fyri COVID-19, varð gjørt av at gera eina bíleggingarskipan, har fólk skuldu bíleggja sær tíð til koppseting. Dentur varð lagdur á, at bíleggingarskipanin skuldi vera so løtt og ómakaleys sum gjørligt at brúka hjá brúkarunum, umframt løtt at umsita hjá Sjúkrahúsverkinum. Ein teldutøk bíleggingarskipan varð ment til endamálið, har fólk kunnu bíleggja sær eina tíð til koppseting umvegis eina heimasíðu. Men havandi í huga, at ikki øll í eldru aldurbólkunum kenna seg so væl við tøknina, varð mælt til, at hesi kundu biðja sær hjálp frá avvarðandi, tá tey skuldu bíleggja sær tíð til koppsetingina. Um tey framvegis hava trupulleikar, ella kanska ikki hava ein avvarðandi at heita á, kunnu fólk ringja á tlf. nr. 304545 og fáa vegleiðing. Bíleggingarskipanin til koronukoppseting varð tikin í nýtslu síðst í mars 2021, tá farið var undir at koppseta eftir aldri. Tann fyrsti aldursbólkurin, sum kundi royna skipanina vóru fólk, sum høvdu fylt 85 ár. Niðanfyri er ein talva, sum vísir talið á fólkum í ymsu aldursbólkunum, og talið á teimum, sum hava fingið fyrru koppseting. Talvan vísir eisini prosenttalið á teimum, sum eru koppsett. -- 1 of 2 -- Ár Fólk í aldursbólkinum Fyrstu koppseting Í prosentum 85 og eldri 1.227 1.000 81 % 80 - 84 1.147 895 78 % 75 – 79 1.880 1.476 79 % 70 – 74 2.482 1.699 68 % 65 – 69 2.682 544 18 % Sambært talvuni eru fyribils um 80 prosent av øllum persónum, sum hava fylt 75 ár, koppsett minst einaferð. Knøpp 70 prosent av persónunum í aldursbólkinum 70-74 ár hava fingið fyrru koppsetingina. Hetta er tann aldursbólkur, sum seinast fekk tilboðið, áðrenn bíleggingarskipanin varð latin aftur, tí koppingarevni var uppi. Roknað verður við, at tølini í hesum aldursbólkum fara at hækka spakuliga komandi tíðina. Samanumtikið metir Sjúkrahúsverkið, at nýggja bíleggingarskipanin hevur roynst væl. Sjúkrahúsverkið fylgir neyvt við koppsetingargongdini, og atlit verða tikin til teir spurningar, sum fólk seta á t.d. tlf. 304545. Á henda hátt ber støðugt til at tillaga tey viðurskifti, sum eru ógreið ella skapa trupulleikar, og fer Sjúkrahúsverkið at halda fram við hesum. Telefonvegleiðingin hevur verið nógv brúkt, og tað varð væntandi, tí eldri fólk eru ikki eins von við slíkar tøkniligar loysnir, sum yngri fólk. Málið er, at so nógvir føroyingar sum gjørligt verða koppsettir fyri koronu. Tí er Sjúkrahúsverkið eisini til reiðar at gera onnur átøk, sum hava til endamáls at gera koppsetingina so atkomuliga sum gjørligt, fyri so mong sum gjørligt, um tørvur verður á tí. Sjúkrahúsverkið hevur ikki hoyrt frá fólki, at tey halda tað vera óvirðiligt, at avvarðandi kunnu hjálpa teimum við at bíleggja tíð. Vit eru í einari tíð, har alt fleiri viðurskifti verða avgreidd talgilt, tí hetta lættir um hjá teimum flestu, og tí eru eisini eldri fólk von við, at alt meira verður talgildað. Til spurning 2: Sjúkrahúsverkið hevur gjørt eina dátuviðgerðaravtalu, sum tryggjar, at handfaringin av upplýsingum verða gjørdar á tryggan hátt, og sum fylgir dátuverndarlógini, bæði hvat viðvíkur handfaring og burturbeining við meira. Heilsumálaráðið, 20. apríl 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
114.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. L. Jacobsen - Bíleggingarskipan til koronukoppseting.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Bíleggingarskipanin til koronukoppseting Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa aðrar møguleikar at bíleggja tíð til koppseting enn gjøgnum verandi bíleggingarskipan ? 2. Hvørjar avtalur eru gjørdar við eigaran av bíleggingarskipanini um atgongd til upplýsingar í skipanini og um handfaring, burturbeining v.m. ? Viðmerkingar: Tað er at fegnast um, at tað gongur framá við koppsetingini, og at eldri fólk nú kunnu bíleggja tíð at verða koppsett. Bíleggingarskipanin krevur tó, at fólk, sum ikki duga ella ikki brúka tøknina, mugu hava avvarðandi ella onnur at hjálpa sær og m.a. lata upplýsingar um p-talið til onnur. Hetta kann ikki sigast at vera virðiligt. Tí tað, at tú er 75 ár, merkir ikki, at tú hevur mist allar førleikar, ella at tú er ómynduggjørd. Harumframt er ikki vist, at fólk ynskja at draga onnur inn í síni persónligu viðurskifti. Komið er fram, at bíleggingarskipanin er ment av og ogn hjá privatari fyritøku, og tí er viðkomandi at fáa upplýst, hvør hevur atgongd til upplýsingarnar í skipanini. Tí verður eisini spurt um hesi viðurskiftini. Á Løgtingi, 8. apríl 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --