52-113/2020
Hjálp til børn og ung við psykiatriskum diagnosum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. apr. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
113.20 Svar frá J. av Rana til R. Samuelsen Hjálp til børn og ung við psykiatriskum diagnosum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 20. apríl 2021 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-137 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-113/2020 frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, eftir § 52 a í Tingskipanini, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Evni: Hjálp til børn og ung við psykiatriskum diagnosum Fyrisurningurin er soljóðandi: Spurningar: 1. Er nøkur ætlan í gongd fyri at bøta um skúlatilboðið til børn í fólkaskúlanum við psykiatriskum diagnosum, sum t.d. ADHD og autismu? 2. Hví verða einsæris tímar so sjáldan játtaðir til hesi børnini í skúlanum, tá tað er neyðugt - um ikki annað, so í eitt avmarkað tíðarskeið? 3. Er tað ein gongd leið at umskipa verandi skúla- og námsfrøðiligar tænastur til meira tvørgeiralig og tvørprofessionel skúla- og námsfrøðilig samstørv? 4. Er ætlanin at uppraðfesta Sernám, so øll við serligum avbjóðingum fáa útgreining, ráðgeving og viðgerð? 5. Hvat skal til fyri at seta samskipanarstarvsfólk, ið kunnu samskipa skúla- og frítíðarskúla til børnini við psykiatriskum diagnosum? 6. Hvørjar lógarbroytingar skulu til fyri at fremja skúla- og námsfrøðilig samstørv til børn og ung við psykiatriskum diagnosum? Svar Til 1: Skipanin við sertilboðum í fólkaskúlanum er munandi ment seinnu árini. Skúlaárið 2020/21 er tilsamans 9 sertilboð skipað um allar Føroyar. Næmingatalið í hesum tilboðum er hetta skúlaárið um 175 og til næsta skúlaár verða sertilboðini ment enn meiri. Sertilboð eru ætlað børnum, ið ikki megna ein skúladag í einum vanligum flokki, men mugu hava aðrar umstøður fyri at trívast og læra. Tað kann røkkast í sertilboði samstundis sum tilknýtið til flokkin og børn annars í skúlanum verður varðveitt. Havast má fyri eyga, at sertilboð ikki einans eru grundað á psykiatriskar diagnosur, men á tørv barnsins. Nøkur børn í sertilboð hava diagnosu(r), men ikki øll - og nøkur børn við diagnosum eru í vanligum flokki (við tillaginum), tí tey megna tað . Tískil verður alsamt arbeitt við at menna skúlatilboðini, bólkar verða gjørdar eftir tørvi. Tað er einans sertilboðið í Hoyvíkar skúla, har autismu-líknandi avbjóðingar verður nevnt sum avgerandi fyri upptøku. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Til 2: Játtanarskipanin til skúlarnar er soleiðis skrúvað saman, at tað ber til hjá skúlunum at skipa smærri bólkar, lesiskeið og seta inn eyka í avmarkaða tíð. Hetta er tann parturin av játtanini, ið kemur undir miðfirraðaðu játtanina, sum svarar til eina tímajáttan á 24% av næmingatalinum í skúlanum. Miðfirrað játttan er játtan til sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, so at skúlar og skúlaeindir sjálvar kunnu skipa tímarnar. Skúlarnir kunnu eisini søkja um serskipanir og um eyka játtan til serstøk tiltøk í avmarkaða tíð. Slíkar umsóknir verða fakliga viðgjørdar í Sernámi, áðrenn ein møgulig játtan verður latin frá Undirvísingarstýrinum. Dømi eru um fleiri slíkar serskipanir hetta skúlaárið. Til 3: Í fólkaskúlanum eru bæði lærarar og námsfrøðingar settir. Serliga í sertilboðunum er hetta galdandi, har lærarar og námsfrøðingar samstarva um dagliga tilboðið, ið veitt verður børnunum. Harumframt veitir Sernám fakliga ráðgeving av ymiskum slagi so sum sálarfrøði, audiologopedi og innan sernámsfrøði. Sostatt fer nógv tvørprofessionelt samstarv fram, tá um sertilboð til næmingar við serligum tørvi ræður. Heldur enn at umskipa, sum er meira umfatandi, er neyðugt at styrkja og menna verandi skipanir. Ein gongd leið kundi verið at sett tíð og orku av til at finna fram til ”best pratice” og at tillaga verandi skipanir hareftir. Til 4: Lógarásett er, at Sernám er ráðgevandi stovnur. Tørvur er á meira orku til ráðgeving, umframt at viðgerðartilboð til børn og ung í Føroyum mangla. Til 5: Um samskipanarstarvsfólk skal setast, er fyrst neyðugt at lýsa uppgávuna hjá viðkomandi og setanartilknýtið. Til 6: Neyðugt er at lýsa, hvat liggur í hugtakinum “skúla- og námsfrøðilig samstørv” neyvari fyri at svara hesum. Týdningarmikið er, at sjóneykan ikki bert er á psykiatriskum diagnosum, men á tørvin, sum krevur námsfrøðilig og sálarfrøðilig átøk/vitan og harvið samstørv. Vit hava skipanir, har tað er samstarv milllum Barna- og umgdómspsykiatriina og Sernám, Unvirvísingarstýrið og Fólkaskúlan. So tað eru ikki í fyrstu atløgu lógarkarmar, sum forða fyri, at slík samstørv verða ment. Vinarliga Uttanríkis- og mentamálaráðið Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
112.20 Spurningur til J. av Rana frá R. Samuelsen Hjálp til børn og ung við psykiatriskum diagnosum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Hjálp til børn og ung við psykiatriskum diagnosum Spurningar: 1. Er nøkur ætlan í gongd fyri at bøta um skúlatilboðið til børn í fólkaskúlanum við psykiatriskum diagnosum, sum t.d. ADHD og autismu? 2. Hví verða einsæris tímar so sjáldan játtaðir til hesi børnini í skúlanum, tá tað er neyðugt - um ikki annað, so í eitt avmarkað tíðarskeið? 3. Er tað ein gongd leið at umskipa verandi skúla- og námsfrøðiligar tænastur til meira tvørgeiralig og tvørprofessionel skúla- og námsfrøðilig samstørv? 4. Er ætlanin at uppraðfesta Sernám, so øll við serligum avbjóðingum fáa útgreining, ráðgeving og viðgerð? 5. Hvat skal til fyri at seta samskipanarstarvsfólk, ið kunnu samskipa skúla- og frítíðarskúla til børnini við psykiatriskum diagnosum? 6. Hvørjar lógarbroytingar skulu til fyri at fremja skúla- og námsfrøðilig samstørv til børn og ung við psykiatriskum diagnosum? Viðmerkingar: Ein kanning hjá Fólkaheilsuráðnum frá november 2020 vísti, at sálarliga heilsustøðan hjá nøkrum ungum í Føroyum er alt annað enn góð. Í øðrum londum veit mann, at ein partur av ungum, ið stríðast sálarliga, eru ung, sum hava psykiatriskar diagnosur, t.d. ADHD ella eru í autismuspektrinum, og sum ikki hava fingið rætt skúla- og námsfrøðiligt tilboð. Í seinastuni hevur ofta verið frammi, at nógv rúsevni eru at finna millum ung í Føroyum. Í øðrum londum hava kanningar víst, at nøkur av hesum ungu, ið gerast bundin at rúsevnum, eru ung við psykiatriskum diagnosum, sum ikki hava fingið góða skúlagongd og nøktandi námsfrøðilig tilboð. Ein kanning hjá Rockwool-fondinum í Danmark í 2012 vísti, at fólk, ið ikki fáa viðgerð fyri ADHD, kosta danska statinum 2,8 mia. kr. um árið. Í Íslandi hevur mann lagt dent á, at hesi børn og ung hava heilt serligar førleikar, og tá tey gerast vaksin fara tey í parttíðar- ella fulltíðarstørv. Hetta hevur við sær, at tey ikki kosta eins nógv fyri tað almenna sum í Danmark. Talgildu Føroyar er eitt frambrot, sum gevur nógvar møguleikar, t.d. til at skapa eina talgilda námsfrøðiliga miðstøð fyri børn og ung við psykiatriskum diagnosum. Hetta fyri at røkka so nógvum sum møguligt og veita ráðgeving og upplæring. -- 1 of 2 -- Tað hevur stóran týdning, tá børn og ung hava fingið staðfest psykiatriskar diagnosur, at tey ikki verða slept uppá fjall, og at landsstýrismaðurin tekur ítøkilig stig rætta vegin. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 6. apríl 2021 Rósa Samuelsen -- 2 of 2 --