← Løgtingsmál

52-111/2020

Fiskirættindi í bólki 3

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. apr. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (7)
111.20 Skjal 1.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skjal 1
Rættindahavari Loyvi
Sp/F 19-05-2014 1 Váðasteinur OW 2185
Sp/F 31-01-2011 1 Sandshavið OW 2435
Sp/F Ran 1 Tilsøgn um skip eftir lógini um vinnuligan fiskiskap
Sp/F Polarstjørnan 1 Polarstjørnan OW 2319
P/F Deep C Fishing 1 Borðoyarnes XPPE
P/F EFHO 1 Jákup B XPPR
P/F Fossá Eivind XPQE
P/F Fossá Havbúgvin XPYL
Núpur XPZB
Fiskimúli XPZJ
Vesturhavið OW 2009
Tilsøgn um skip eftir sjófeingislógini
P/F Hýsisá 1 Tilsøgn um skip eftir lógini um vinnuligan fiskiskap
P/F Kvikk 1 Kvikk OW 2426
P/F M&S Strendur 1 Kambur OW 2115
Sp/F Miðdalsenni 1 Pison OW 2132
Skørin XPYI
Stapin OW 2065
P/F Undir Klakki 1 Klakkur OW 2046
Kelda : Vørn
Jógvan I OW 2049
Rættindahavarar við rætti í 2021 at fáa lut í fiskidøgum ásettir fyri bólk 3 : Línuskip
yvir 110 tons samsvarandi § 18, stk. 1, nr. 3) í sjófeingislógini
Verandi skip
P/F Eysturoy
Sp/F GPS
SP/F HKO
P/F Regn
3
2
2
2
2

-- 1 of 1 --
111.20 Skjal 2.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skjal 2
Eigari
Barið OW 2418 Sp/f Barið
Eystnes XPYI P/f Line Fish
Eysturoyingur OW 2003 P/f Eysturoy
Fugltúgvan OW 2435 P/f Torvanes
Grani OW 2432 P/f Klesin
Havbúgvin XPYL P/f Fossá
Helena XPSD Sp/f H F S
Hoyvíkingur XPZH P/f Klógv
Jákup B XPZC P/f EFHO
Kambur OW 2009 P/f M&S Strendur
Klakkur XPZB P/f undir Klakki
Kvikk OW 2426 Sp/f KG 477-Kvikk
Mascot OW 2164 P/f Maskot
Morgunstjørnan XPZR P/F Múlavík
Polarstjørnan XPYS P/r Polarstjørnan
Sigmund OW 2147 P/f Eysturoy
Stapin OW 2012 P/f Regn
Thomas Nygaard XPSU Sp/f Thomas Nygaard
Váðasteinur OW 2185 P/f Váðasteinur
Venus XPZE P/f Fossá
Vesturhavið XPPE P/f HKO
West Freezer XPZJ Sp/f KG 476
Ågot OW 2319 Sp/f Ågot
Kelda : Fiskimálaráðið
Línuskip í bólki 3 við veiðiloyvum í 2009
Skip

-- 1 of 1 --
111.20 Skjal 3.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
1
Skjal 3
Brot úr :
Vegleiðandi yvirlit yvir veiðiloyvi hjá førum yvir 20 BRT
Hjálagt er eitt yvirlit yvir veiðiloyvi hjá førum yvir 20 BRT í føroyska flotanum tann 1. februar 2017. Yvirlitið
skrásetir flytingar og samanleggingar av veiðiloyvum millum før sambært ásetingunum í § 8 í løgtingslóg nr.
28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, stytt LVF. Samanleggingar av veiðiloyvum eru viðmerktar
serskilt, tá veiðiloyvi eru løgd saman. Tá ið onki annað er viðmerkt, er talan um flyting av veiðiloyvi av
einum fari á eitt annað, ella at farið hevur skift eigara. Í einstøkum førum eru før av ymsum orsøkum strikað
úr Føroya Skipaskráseting, men veiðiloyvið er ikki flutt á annað far.
Yvirlitið vísir til flokking av veiðuloyvum samsvarandi § 1, nr. 1 og 2 í kunngerð nr. 54 frá 26. mars 1993 um
veiðiloyvi til føroysk fiskiskip. Harumframt eru veiðuloyvini flokkað í ávísar skipabólkar.
Yvirlitið er skrivað á hendan hátt:
• Árstal
• Navn á skipi
• Kallibókstavir
• Eigari
Uttast til vinstru á talvuni eru upprunaloyvini, ið eru útskrivað í 1994 og 1995, og síðan eru flytingarnar
skrásettar til høgru. Keldurnar eru skrásetingarskipanin fyri fiskiloyvi, innanhýsis skrásetingarskipanin hjá
Vørn og journalskipanin antin hjá Fiskimálaráðnum ella hjá Vørn.
Talan er um eitt vegleiðandi yvirlit, og Fiskimálaráðið tekur fyrivarni fyri møguligum villum ella manglum í
yvirlitinum. Hendan skrásetingin veitir ikki borgarum serskild rættindi.

-- 1 of 4 --

2
Línuskip
Loyvi: 1. c) Feskfiskaveiði á føroysku landleiðini við øðrum reiðskapi enn troli við førum omanfyri 110 BRT
Upprunaloyvi Flytingar
Fugltúgvan OW
2435
P/f Torvanes
2011
Sandshavið OW
2435
Sp/f 31.01.2011
2012
Sandshavið OW
2435
Sp/f Framherji
2012
Høgaberg OW
2332
Sp/f Framherji
2012
Sandshavið OW
2435
Sp/f 31.03.2011
Grani OW 2432
P/f Klesin
2010
Grani OW 2432
Sp/f Reynsatindur
2010
Reynsatindur XPZJ
Sp/f Reynsatindur
2013
Reynsatindur XPZJ
P/f Hýsisá
2015
Havbúgvin XPYL
P/ Hýsisá
2013
Tilsøgn,
sbrt. LVF §
8, stk. 4
P/f Hýsisá
Havbúgvin XPWF
Finnur Egholm
2002
Havbúgvin XPWF
Sp/f Vest-line
2004
Havbúgvin XPWF
P/f Vest-Line
2005
Thomas Nygaard
XPSU
P/f Vest-Trading
2009
Thomas Nygaard
XPSU
Sp/f Thomas
Nygaard
2011
Thomas
Nygaard
XPSU
P/F Hýsisá
2015
Havbúgvin XPYL
P/f Hýsisá
2016
Tilsøgn sbrt. LVF §
8, stk. 4
P/f Hýsisá
Jens Chr. Svabo
XPVD
P/r Jógvan M.
Hansen
2001
Gullborgin XPVD
P/f EBJ
2005
Samanlegging sbrt.
LVF § 8, stk. 3
Fylg loyvinum
undir Havbúgvin
XPWF
Hoyvíkingur XPZH
P/f Klógv
2013
Pison XPZH
Sp/f Froya
2014
Pison XPZJ
Sp/f Froya
2014
Pison XPZJ
Sp/f Gihon
2016
Pison XPZJ
Sp/f Miðfalsenni
Hvítiklettur XPSD
P/f Hvítiklettur
1997
Skútunes XPSD
P/f Hvítiklettur
1999
Fuglfirðingur XPSD
Sp/f Alfa Line
2003
Helena XPSD
Sp/f H F S
2011
Helena XPSD
Norðoya Sparikassi
2012
Helena
XPSD
P/f JFK Trol
2015
Helena XPSD
Sp/f GPS
2016
Kvikk OW 2426
P/f Kvikk
Jákup B XPZC
Grímur Lassen
1996
Jákup B XPZC
P/f EFHO
2012
Næraberg XPXK
P/f Næraberg
2012
Jákup B XPZC
P/f EFHO
Jógvan Norði XPZY
P/f Mathias
Jacobsen
2005
Jógvan Norði OW
2009
Sp/f Jógvan Norði
2007
Kambur OW 2009
P/f M&S Strendur
2012
Kambur OW 2009
Sp/f Framherji
2012
Høgaberg OW
2332
Sp/f Framherji
2012
Kambur
OW 2009
P/f M&S
Strendur

-- 2 of 4 --

3
Klakkur XPZB
P/f undir Klakki
2012
Næraberg XPXK
P/f Næraberg
2012
Klakkur XPZB
Sp/f undir Klakki
2014
Núpur XPZB
Sp/f GPS
2014
Klakkur XPPR
Sp/f Undir Klakki
Kvikk OW 2426
P/f Kvikk
2004
Kvikk OW 2426
Sp/f KG 477-Kvikk
2012
Kvikk OW 2426
Norðoya Sparikassi
2012
Kvikk OW 2426
P/f Kvikk
2012
Slættaberg OW
2333
P/f JFK
2012
Kvikk OW
2426
P/f JFK
2012
Kvikk OW 2426
P/f Kvikk
2016
Helena XPSD
P/F GPS
2016
Slættaberg
OW 2333
P/f Næraberg
2016
Helena
XPSD
Sp/f GPS
Mascot OW 2164
P/r Magn
1996
Mascot OW 2164
P/f Maskot
2012
Mascot OW 2164
P/f Eysturoy
2016
Stapin XPYI
P/f Regn
2016
Skørin XPYI
P/f Regn
Morgunstjørnan
XPZR
P/f Múlavík
2003
Morgunstjørnan
XPZR
P/F Múlavík
2012
Morgunstjørnan
XPZR
P/f Eysturoy
2014
Eysturoyingur OW
2003
P/F Eysturoy
Núpur XPYL
P/f SJG
2008
Havbúgvin XPYL
P/f Fossá
2015
Havbúgvin XPYL
P/f Fossá
Miðvingur XPYW
Sp/f Múlin
1999
Samanlegging sbrt.
LVF § 8, stk. 3
Fylg loyvinum
undir Mai XPVP
Pison XPZJ
P/f KG 135
1997
Pison XPZJ
Sp/f KG 476
2007
West Freezer XPZJ
Sp/f KG 476
2010
Samanlegging sbrt.
LVF § 8, stk. 2
Fylg loyvinum
undir Ågot XPZD
Ågot XPZD
Sp/f Ågot
2001
Ågot OW 2319
Sp/f Ågot
Polarstjørnan XPYS
P/r Polarstjørnan
2012
Polarstjørnan XPYS
P/f J.F.K. Trol
2012
Slættaberg OW
2333
P/f J.F.K. Trol
2012
Kvikk OW2426
P/f J.F.K. Trol
2012
Helena
Sp/f GPS
2014
Núpur XPZB
Sp/f GPS
Sigmund OW 2147
P/f Jómar
2002
Sigmund OW 2147
P/f Eysturoy
Stapin XPRW
P/f Regn
2002
Stapin OW 2012
P/f Regn
2006
Stapin OW 2012
P/f Regn
2010
Stapin XPYI
P/f Regn
2012
Høgaberg OW
2332
Sp/f Framherji
2012
Stapin XPYI
P/f Regn
2016
Mascot OW 2164
P/fEysturoy
2016
Stapin OW 2065
P/f Regn

-- 3 of 4 --

4
Strandingur XPPE
P/f Strandingur
2000
Strandingur XPPE
P/f Strandingur
2007
Vesturhavið XPPE
P/f HKO
2012
Høgaberg OW
2332
Sp/f Framherji
2012
Vesturhavið XPPE
P/f HKO
Thomas Nygaard
XPSU
P/f Line Fish
2004
Eystnes XPYI
P/f Line Fish
2010
Eystnes XPYI
P/f Regn
2012
Høgaberg OW
2332
Sp/f Framherji
2014
Eysturoyingur OW
2003
P/f Line Fish
2014
Tilsøgn sbrt.
LVF § 8, stk. 4
P/f Line Fish
Váðasteinur OW
2185
P/f Váðasteinur
2012
Høgaberg OW 2332
Sp/f Framherji
2012
Váðasteinur OW
2185
Sp/f Váðasteinur
2014
Váðasteinur OW
2185
P/f 19.05.2014
Vágbingur OW
2003
Sp/f á Beiti
1998
Eysturoyingur OW
2003
P/f Kongshavnar
Trolarafelag
1999
Eysturoyingur OW
2003
P/f Eysturoy
2016
Mascot OW 2164
P/f Eysturoy
Venus XPZN
P/f Fossá
2006
Venus XPZE
P/f Fossá
2014
Eivind XPQE
P/f Fossá
Loyvi: 1. a) Feskfiskaveiði á føroysku landleiðunum við førum, hvørs størsta longd x breidd í metrum (Loa x B) er 20 ella meira, upp til 110 BRT
Bjørgvin OW 2191
P/r Súni Jacobsen
2000
Vesturleiti
ð OW 2191
Sp/f
vesturleitið
2004
Gullberg
OW 2418
P/f
Vesturleitið
2006
Gullberg OW
2418
P/f Vest-
trading
2008
Gullberg
OW 2418
Sp/f 4.juli
2008
2009
Barið OW
2418
Sp/f Barid
Vágar
2014
Ran XPKY
Sp/f Ran
2016
Vesturland
XPUU
Sp/f Ran
2016
Tilsøgn
sbrt. LVF
§ 8, stk. 4
Sp/f Ran

-- 4 of 4 --
111.20 Skjal 4.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skjal 4
Veiðiloyvir í bólki 3, Línuskip, pr. 31. desember 2017
Eigari
Eivind VA 132 XPQE P/F Fossá
Eysturoyingur FD 280 OW 2003 P/F Eysturoy
Havbúgvin VA 710 XPYL P/F Fossá
Helena KG 182 XPSD Sp/f G P S
Jákup B KG0 XPZC P/F EFHO
Kambur FD 454 OW 2009 P/F M&S Strendur
Klakkur KG 9 XPPR Sp/f Undir Klakki
Kvikk KG 477 OW 2426 P/F Kvikk
Mascot FD 25 OW 2164 P/F Eysturoy
Núpur KG 910 XPZB Sp/f G P S
Pison KG 476 XPZJ Sp/f Miðdalsenni
Sandshavið SA 492 OW 2435 Sp/f 31.01.2011
Sigmund FD 581 OW 2147 P/F Eysturoy
Skørin FD 750 XPYI P/F Regn
Stapin FD 32 OW 2065 P/F Regn
Váðasteinur FD 83 OW 2185 P/F 19.05.2014
Vesturhavið VN 700 XPPE P/F HKO
Ågot KG 244 OW 2319 Sp/f Ågot
Skip
Kelda : Vørn

-- 1 of 1 --
111.20 Skjal 5.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Bólkur 3 Havnaknr. Radiokb.
2009/
2010
2010/
2011
2011
/2012
2012/
2013
2013/
2014
2014/
2015
2015/
2016
2016/
2017
1/9-2017
31/12-
2018
Barið VA 444 OW 2418 121
Borðoyanes KG 183 OW 2164
Borðoyanes KG 183 XPPE
Carlton KG249 XPZC
Eivind VA 132 XPQE 144 144 123 164
Eysturoyingur FD 280 OW 2003 115 20 19 19 17 2 1 2
Fiskimúli KG 293 XPZJ
Fugltúgvan FD 588 OW 2435 119 115
Havbúgvin VN 710 XPYL 192 186 170 170 221 221 125 188 390
Helena KG 182 XPSD 125 125 110 119 110 110 110 2 3
Hoyvíkingur TG 900 XPZH 104 101 92 92
Jákup B KG 7 XPZC 119 116 106 105 98 98 98 121 161
Jákup B KG 7 XPPR
Jógvan I FD0710 OW 2049
Kambur FD 9 OW 2009 105 164 181 181 168 168 168 249 332
Kambur FD 454 OW 2115
Klakkur KG 9 XPZB 128 218 142 142
Klakkur KG 10 XPPR 132 132 132 112 149
Klakkur KG 9 OW 2046
Kvikk KG 477 OW 2426 93 133 128 128 119 119 119 121 161
Mascot FD 25 OW 2164 158 160 146 146 202 202 202 15 20
Morgunstjønan FD 810 XPZR 127 160 146 146
Núpur KG 910 XPZB 102 102 102 121 161
Pison KG 476 XPZJ 85 85 72 97
Pison KG 477 OW 2132
Polarstjørnan KG 349 XPYS 134 130 119 110 102 0
Reynsatindur VA 174 XPZJ 147 143 134 134 125
Sandshavið SA 492 OW 2435 123 123 114 114 114 97 130
Sigmund FD 581 OW 2147 116 160 146 145 202 202 202 172 180
Skørin FD 750 XPYI 172 180
Stapin FD 32 XPYI 198 180 180 167 167 167
Stapin FD 32 OW 2012 130
Stapin FD 32 OW 2065 36 146
Thomas NygaardVA 117 XPSU 1 71 69 69
Váðasteinur FD 83 OW 2185 137 132 121 121 112 112 112 95 127
Venus VA 51 XPZE 176 171 155 155 144 0
Venus I VA 451 XPZN 97
Vesturhavið VN 700 XPPE 178 173 157 157 146 146 146 124 165
Vesturhavið VN 700 OW 2009
West Freezer VA 366 XPZJ 76
Ågot KG 244 OW 2319 113 141 128 128 0 119 119 101 135
Kelda : Vørn
Tillutaðir fiskidagar fiskiárini 2009/2010 til 2021
Skjal 5 - síða 1

-- 1 of 2 --

Bólkur 3 Havnaknr. Radiokb.
Barið VA 444 OW 2418
Borðoyanes KG 183 OW 2164
Borðoyanes KG 183 XPPE
Carlton KG249 XPZC
Eivind VA 132 XPQE
Eysturoyingur FD 280 OW 2003
Fiskimúli KG 293 XPZJ
Fugltúgvan FD 588 OW 2435
Havbúgvin VN 710 XPYL
Helena KG 182 XPSD
Hoyvíkingur TG 900 XPZH
Jákup B KG 7 XPZC
Jákup B KG 7 XPPR
Jógvan I FD0710 OW 2049
Kambur FD 9 OW 2009
Kambur FD 454 OW 2115
Klakkur KG 9 XPZB
Klakkur KG 10 XPPR
Klakkur KG 9 OW 2046
Kvikk KG 477 OW 2426
Mascot FD 25 OW 2164
Morgunstjønan FD 810 XPZR
Núpur KG 910 XPZB
Pison KG 476 XPZJ
Pison KG 477 OW 2132
Polarstjørnan KG 349 XPYS
Reynsatindur VA 174 XPZJ
Sandshavið SA 492 OW 2435
Sigmund FD 581 OW 2147
Skørin FD 750 XPYI
Stapin FD 32 XPYI
Stapin FD 32 OW 2012
Stapin FD 32 OW 2065
Thomas NygaardVA 117 XPSU
Váðasteinur FD 83 OW 2185
Venus VA 51 XPZE
Venus I VA 451 XPZN
Vesturhavið VN 700 XPPE
Vesturhavið VN 700 OW 2009
West Freezer VA 366 XPZJ
Ågot KG 244 OW 2319
Kelda : Vørn
Tillutaðir fiskidagar fiskiárini 2009/2010 til 2021
Rættindahavi
2019-2021 2019 2020 2021
Deep C Fishing P/F 1 1
Deep C Fishing P/F 1
GPS sp/f 2
Fossá P/F 123 150 127
GPS sp/f 2
Fossá P/F 293 302 303
GPS sp/f 2
121 0
EFHO P/F 131 125
Eysturoy P/F 164 155
249 271
M&S Strendur P/F 257
Undir Klakki P/F 112
Undir Klakki P/F 122 116
Kvikk P/F 121 131 125
GPS sp/f 121 131 125
Miðdalsenni sp/F 72 79
Miðdalsenni sp/F 125
31.01.2011 sp/F 97 106 145
Eysturoy P/F 135
Regn P/F 135 133 126
Regn P/F 110 133 126
19.05.2014 sp/f 95 104 98
HKO sp/F 124 135
HKO sp/F 128
Ågot sp/F 101 110 105
Skjal 5 - síða 2

-- 2 of 2 --
111.20 Spurningur til J. Vestergaard frá I. S. Olsen - Fiskirættindi í bólki 3.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingolf Sólheim Olsen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard. landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Fiskirættindi í bólki 3
Spurningar:
1. Hvørji skip hava veiðiloyvi í bólki 3 (í mars 2021)?
2. Hvørji skip høvdu hesi loyvi í 2009?
3. Hvør er søgan hjá tí einstaka veiðiloyvinum síðan 2009:
a. Hvørji skip hava havt tey einstøku veiðiloyvini síðan 2009?
b. Hvussu nógvir fiskidagar hava verið knýttir at teimum einstøku veiðiloyvunum hvørt
árið síðan 2009?
4. Í hvørji løgtingslóg hevur Løgtingið samtykt, at óvirkin og tóm veiðiloyvi, ið hoyra til
óvirkin skip, hava sama status sum virkin veiðiloyvi, sum hoyra til virkin skip, tá tað um
rættindi ræður?
5. Hvørji saklig og viðkomandi atlit liggja til grund fyri at útluta fiskirættindi til tóm veiðiloyvi,
sum hoyra til óvirkin skip?
Viðmerkingar:
Soleiðis sum Fiskimálaráðið hevur umsitið og fyrisitið fiskirættindi seinastu árini, so tykist tað at
vera eitt endamál í sjálvum sær hjá feløgum at eiga skip (helst fleiri) við veiðiloyvi, sama um
vinnuliga grundarlagið endaliga er vorðið avhendað øðrum.
Tóm veiðiloyvi og óvirkin skip hava seinastu árini virkað sum móttøku- og steðgistað av
fiskirættindum, sum landsstýrismaðurin útlutar, men við tí endamáli, at hesi verða víðari-umsettt
til onnur at gagnnýta.
Í hesum førinum verður hildið fast um hesa fyrisiting, hóast fleiri av virknu feløgunum í
bólkinum – bólki 3 – stríðast við at flóta omaná fíggjarliga.
Ein trupulleiki við hesi fyrisiting er, at trupult er at fáa eyga á, í hvørji lóg ella í hvørjum
meginreglum hesin leistur er vorðin grundfestur.
Hvørki veiðiloyviskunngerðin frá 1993 ella lógin um vinnuligan fiskiskap frá 1994 er galdandi,
men einki í nýggju lógunum frá 2017 og 2019 bendir á, at meginreglurnar fyri at fyriskipa
skynsama nýtslu av veiðirættindum, sum eru tøk uttan fyri landleiðirnar, ikki eru galdandi.
Í veiðiloyviskunngerðunum frá bæði 1987 (kunngerð nr. 35 frá 5. mai 1987) og 1993 (kunngerð
nr. 54 frá 26. mars 1993) varð staðfest, at endamálið við veiðiloyvum var ávikavist at:
- fyriskipa veiðiorkuna og harvið veiðitrý stið á fiskastovnarnar á landleiðunum
- og at loyva skynsama ný tslu av teimum veiðirættindum, sum eru tøk uttan fyri
landleiðirnar
§ 29, stk. 2 í upprunalógini ásetti:
Í fyrsta umfari verður ikki kvota ella kvotapartur tillutaður fiskifari, sum ikki er í vinnu ella
møguliga ikki fer í vinnu fyribils. Er vissa fyri, at farið kemur í vinnu rímiligan part av fyrsta
fiskiári, útskrivar landsstýrið kvotabræv. Kvota ella partar av kvotu soleiðis ónýtt fellur til hini

-- 1 of 2 --

førini í avvarðandi høvuðsbólki. Henda regla ávirkar ikki fríu umsetiligheitina smb. § 16 annars,
tá kvotabræv endaliga er útskrivað.
Tað kann vera ivasamt, nær upprunaliga ætlanin við óvirknum rættindum mótvegis virknum
rættindum er snarað 180 stig.
Nú verða áður tømd veiðiloyvi aftur gjørd virkin í eini skipan við umsetiligum rættindum. Tømd
veiðiloyvi og løgd skip verða javnsett við virkin feløg og skip. Hesi kunnu nú seljast til onnur –
hesa ferð við støði í vinnuliga óvirknum veiðiloyvum.
Tað kann eisini vera ivasamt, um hetta er í samsvari við upprunaligu meginreglurnar um
skynsama nýtslu av tøkum rættindum.
Á Løgtingi 26. mars 2021
Ingolf S. Olsen

-- 2 of 2 --
111.20 Svar frá J. Vestergaard til I. S. Olsen - Fiskirættindi í bólki 3.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Postboks 208
110 Tórshavn
Stjórnarskrivstovan
15. apríl 2021
Mál: 21/00127-5
(at tilskila í svari)
Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-111/2020 frá Ingolf Sólheim Olsen, løgtingsmanni
Spurningar um fiskirættindi í bólki 3:
1. Hvørji skip hava veiðiloyvi í bólki 3 (í mars 2021)?
2. Hvørji skip høvdu hesi loyvi í 2009?
3. Hvør er søgan hjá tí einstaka veiðiloyvinum síðan 2009:
a. Hvørji skip hava havt tey einstøku veiðiloyvini síðan 2009?
b. Hvussu nógvir fiskidagar hava verið knýttir at teimum einstøku veiðiloyvunum
hvørt árið síðan 2009?
4. Í hvørji løgtingslóg hevur Løgtingið samtykt, at óvirkin og tóm veiðiloyvi, ið hoyra til
óvirkin skip, hava sama status sum virkin veiðiloyvi, sum hoyra til virkin skip, tá tað um
rættindi ræður?
5. Hvørji saklig og viðkomandi atlit liggja til grund fyri at útluta fiskirættindi til tóm
veiðiloyvi, sum hoyra til óvirkin skip?
Svar:
Til nr. 1.
Í skjali 1 er eitt yvirlit yvir rættindahavarar við rætti at fáa lut í fiskidøgum ásettir fyri bólk 3:
Línuskip yvir 110 tons samsvarandi § 18, stk. 1, nr. 3 í sjófeingislógini.
Til nr. 2.
Í skjali 2 er eitt yvirlit yvir veiðiloyvi hjá línuskipum í 2009, sum er grundað á yvirlitið í
skjali 3.
Til nr. 3a.
Í skjali 3 er eitt yvirlit yvir veiðiloyvi hjá línuskipum fyri tíðarskeiðið 1994/1995 til primo
2017. Línuskipini, sum í 2009 høvdu veiðiloyvi (skjal 2), eru litað við gulum. Við at fylgja
broytingunum, sum eru skrásett í skjalinum, sæst, á hvørji møgulig onnur skip veiðiloyvi
eftir 2009 eru flutt á. Yvirlitið er dagført fram til 1. februar 2017. Tey skipini, sum standa
longst til høgru á hvørjum raði, høvdu veiðiloyvi primo 2017, ella tilskilað er, um tilsøgn er
latin sambært § 8, stk. 4 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

-- 1 of 3 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/3
Í skjali 4 er eitt yvirlit yvir veiðiloyvi í bólki 3, línuskip, við árslok 2017.
Veiðiloyvini fóru úr gildi 1. januar 2018. Tí er onki yvirlit yvir skip við veiðiloyvi árini 2018
og 2019. Talan var tá um rættindahavarar ístaðin. Við løgtingslóg um sjófeingi gjørdust
veiðiloyvi aftur ein partur av lógarverkinum fyri føroyska fiskiveiði. Í skjali 4 er eitt yvirlit
yvir rættindahavarar í mars 2021 við rætti at fáa lut í fiskidøgum ásettir fyri bólk 3: Línuskip
yvir 110 tons samsvarandi § 18, stk. 1, nr. 3 í sjófeingislógini og tey skip, ið eru knýtt afturat
hesum.
Til nr. 3b.
Í skjali 5 er eitt yvirlit yvir fiskidagar, sum hvørjum skipi hevur verið tillutað fiskiárini
2009/2010 til og við 2021. Sum heild eru tað skipini og dagatalið, ið er tillutað, tá fiskiárið
byrjar, sum eru givin upp í skjalinum, men í einstøkum førum, har skip í einum fiskiári er
skift út við eitt annað, er nýggja skipið nevnt ístaðin.
Til nr. 4.
Eg havi valt at svara spurninginum við stutt at lýsa viðkomandi ásetingar í løgtingslógini
um vinnuligan fiskiskap (1994-2017), løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi (2018-2019)
og í galdandi løgtingslóg um sjófeingi (2020-).
Í lógini um vinnuligan fiskiskap vóru rættindi at fiska latin eigara av ávísum fiskifari. Í
skipanini vóru tvey sløg av loyvum: Veiðiloyvi og fiskiloyvi. Veiðiloyvi var góðkenning, ið
var latin ávísum fiskifari at veiða. Veiðiloyvið fylgdi skipinum. Eitt skip kundi bert hava eitt
veiðiloyvi, men fleiri fiskiloyvi. Fiskiloyvið var tann rættur, sum eigari av ávísum fiskifari
við veiðiloyvi fekk at veiða ávíst fiskaslag á ávísari leið fyri eitt ávíst fiskiár.
Í lógini varð munur ikki gjørdar á øðrumegin óvirknum og tómum veiðiloyvum, ið hoyra til
óvirkin skip, og hinumegin virknum veiðiloyvum, sum hoyra til virkin skip, tá tað um
rættindi ræður. Einki lógarkrav var, um at skip við veiðiloyvi skuldi vera virkið fyri at fáa
ella varðveita rættindini. Har var eingin brúksskylda. Heldur ikki var skylda at brúka tey
rættindi, sum fiskifar við veiðiloyvi fekk útlutað í fiskiloyvið. Brúksskylda var bara knýtt at
møguleikunum fyri at kunna avhenda egnar fiskidagar og egnar kvotur (60%-reglan).
Lógin um fyrisiting av sjófeingi (2018-2019) bar í sær, at rætturin at fiska varð loystur frá
ávísum fiskifari. Veiðirættindini vórðu ístaðin útlutað ávísum persóni ella felag, sum síðani
kundi velja, hvat fyri skip skuldi hava fiskiloyvi at troyta rættindini. Skipanin við
veiðiloyvum varð avtikin.
Lógin hevði ásetingar um skyldu at brúka tillutað veiðirættindi, men hesar reglur fingu
ongantíð virknað.
Eftir skiftisreglunum í lógini um fyrisiting av sjófeingi kundu tey, ið høvdu veiðirættindi
undir lógini um vinnuligan fiskiskap, halda fram undir mestsum somu treytum sum
frammanundan. Hetta var eisini galdandi fyri tey, ið eftir gomlu lógini høvdu tilsøgn um at
varðveita veiðiloyvið í tvey ár, uttan at hava skip.
Eftir galdandi lóg um sjófeingi (2020-) eru veiðirættindi tengd at ávísum fiskifari við ávísum
eigara. Eins og í lógini um vinnuligan fiskiskap eru nú aftur tvey sløg av loyvum: Veiðiloyvi

-- 2 of 3 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
3/3
og fiskiloyvi. Rættindahavarar fingu eina tíð at laga seg til nýggju skipanina, men skulu í
seinasta lagi 1. januar 2022 hava knýtt síni rættindi at egnum fiskifari, sum fær veiðiloyvi.
Í tillagingartíðini fram til 2022 kann rættindahavari velja at brúka egið fiskifar ella fiskifar,
sum viðkomandi ikki eigur. Verður fiskiloyvi útskrivað til egið fiskifar, fær hetta fiskifarið
veiðiloyvi, um tað ikki longu hevur veiðiloyvi, og rættindi verða knýtt at fiskifarinum.
Eftir 1. januar 2022 eru veiðirættindini knýtt at ávísum fiskifari við veiðiloyvi. Skulu
rættindi brúkast við øðrum fiskifari, kann tað bert gerast eftir lógarásetingunum um at flyta
veiðiloyvi, kvotur ella fiskidagar.
Samanborið við lógina um vinnuligan fiskiskap eru treytirnar fyri at fáa veiðiloyvi herdar
við galdandi lóg. Ein treyt er, at skipaeigarin skal hava ræði á rættindum at veiða, og hesi
rættindi skulu vera knýtt at tí ávísa fiskifarinum í fiskiloyvi. Hetta ger, at tað ikki ber til at
hava tóm veiðiloyvi í skipanini.
Nevnast skal eisini, at eftir galdandi lóg er brúksskylda á veiðirættindum frá 1. januar 2022.
Til nr. 5.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap (1994-2017) var eingin treyt, at veiðiloyvi skuldi hava
fiskirættindi knýtt at sær, ella at skip skuldi vera virkið fyri at fáa útlutað fiskirættindi.
Sum víst á í svarinum til spurning 4, skal rættindahavari í seinasta lagi 1. januar 2022 hava
knýtt síni rættindi at egnum fiskifari, sum fær veiðiloyvi. Í tillagingartíðini er ikki lógarkrav,
at skip skal hava veiðiloyvi fyri at fáa útlutað fiskirættindi.
Tá tillagingartíðin er farin, og rættindi skulu vera knýtt at fiskifari við veiðiloyvi, fer ikki at
bera til at hava “tóm veiðiloyvi”, tí sum nevnt, er ein treyt fyri at fáa veiðiloyvi, at
rættindahavarin hevur ræðið á rættindum at veiða, og hesi rættindi verða knýtt at tí ávísa
fiskifarinum í fiskiloyvi. Reglurnar um brúksskyldu bera í sær, at óvirkin veiðirættindi falla
aftur til landið.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --