52-110/2020
Barnavernd
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. apr. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
110.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til Ey. Samuelsen - Barnavernd.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 12. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Føroya Løgting Tinghúsvegur 1 - 3Postboks 208 110 Tórshavn 7. apríl 2021 Mál: 21/05323-3 Tygara Skriv: Viðgjørt: Poula Lervig Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Nr. 096/20 Spurningar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at ásetingarnar um regluligar metingar hjá barnaverndarnevndini sambært § 24, stk. 1 í barnaverndarlógini verða fylgdar? 2. Um ikki, kann landsstýrismaðurin so greiða frá, hvørjar orsakir kunnu vera til tess? 3. Hvussu nógv mál um umsorganaryvirtøku eru sett úr gildi sambært § 24 stk. 2 í barnaverndarlógini seinastu 10 árini? Viðmerkingar: Barnaverndarstova Føroya ger á hvørjum ári hagtalsfrágreiðingar, har til ber at síggja, hvussu nógv barnaverndarmál hava verið fyri hvørt ár býtt á m.a. kyn og bústað. Nýggjastu almennu tølini eru frá 2019; tá vóru 920 barnaverndarmál virkin kring landið. Tá talan er um virkin barnaverndarmál, er umráðandi at hava í huga, at tað kann vera alt frá vanligari ráðgeving til mál, har børn verða sett heiman ímóti viljanum hjá foreldrunum, altso umsorgarnaryvirtøka uttan samtykki. Í 2019 vórðu tað skrásett 337 nýggj barnaverndarmál og 221 mál endaðu. Men av tí at málini eru so ymisk ber ikki til at avlesa í tølunum, hvussu nógv av hesum eru børn, sum verða sett heiman, og hvørjar orsakir eru til, at málini enda. Í § 24 stk. 1 og 2 er ásett, at viðvíkjandi fyriskipanum um umsorganaryvirtøku, har talan t.d. er um vanrøkt av dagligu umsorganini, skal barnaverndarnevndin við jøvnum millumbilum meta um, hvørt umstøðurnar hjá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, eru broyttar soleiðis, at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum. Barnaverndarnevndin skal síðani leggja hesa eftirmetingina fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina, og metir Høvuðsbarnaverndarnevndin, at umstøðurnar eru broyttar, soleiðis at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum, skal Høvuðsbarnaverndarnevndin seta avgerðina um umsorganaryvirtøku úr gildi. Áhugavert er at fáa at vita, um barnaverndarnevndin ger hesar eftirmetingar við jøvnum millumbilum, hvørjar umstøðurnar hjá barnaverndarnevndini eru til at gera eftirmetingarnar til fulnar, og í hvønn mun vit síggja, at mál um umsorganaryvirtøku verða slept, tí at mett verður, at umstøðurnar eru broyttar. Til tess at fáa greiðu á hesum verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 26. mars 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 3 Svar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at ásetingarnar um regluligar metingar hjá barnaverndarnevndini sambært § 24, stk. 1 í barnaverndarlógini verða fylgdar? Eins og víst verður á í viðmerkingini til spurningin, so er tað av stórum týdningi í málum um umsorganaryvirtøku, at tað við jøvnum millumbilum verður mett um, hvørt heimligu umstøðurnar eru broyttar soleiðis, at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum, ella um barnið framhaldandi eigur at verða verandi uttanfyri heimið. Soleiðis sum barnaverndarøkið er skipað við barnaverndarlógini, so er tað ábyrgdin hjá staðbundnu barnaverndarnevndunum at tryggja, at uppfylgingin sambært § 24, stk. 1, verður gjørd. Barnaverndarnevndirnar verða valdar av kommununum. Av tí at talan er um málsøki, ið landsstýrismaðurin ikki beinleiðis umsitur, so ber ikki til at geva eitt svar uppá, um landsstýrismaðurin metur, at ásetingarnar um regluligar metingar hjá barnaverndarnevndini sambært § 24, stk. 1 verða fylgdar. Eins og landsstýrismaðurin áður í svari til munnligan fyrispurning hevur upplýst, so er arbeiðið at gera regluligar eftirlitsvitjanir á barnaverndarøkinum farið í gongd, og spurningurin um regluligar metingar sambært § 24 er eitt øki, ið landsstýrismaðurin raðfestur ovarlaga í hesum sambandi. 2. Um ikki, kann landsstýrismaðurin so greiða frá, hvørjar orsakir kunnu vera til tess? Sí svar til spurning 1. 3. Hvussu nógv mál um umsorganaryvirtøku eru sett úr gildi sambært § 24 stk. 2 í barnaverndarlógini seinastu 10 árini? Í talvuni niðanfyri síggjast tølini fyri, hvussu nógvar umsorganaryvirtøkur eru settar úr gildi síðani skrivstovan hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini bleiv flutt á Føroya Kærustovn í 2015: Viðmerkjast skal, at tøl finnast ikki fyri, hvussu nógvar av umsorganaryvirtøkunum eru settar úr gildi einans við tilvísing til § 24, stk. 2 í barnaverndarlógini. Tølini vísa einans, hvussu nógvar umsorganaryvirtøkur eru settar úr gildi, áðrenn barnið er vorið 18 ár. Heimildin kann verða bæði § 24, stk. 2 og § 24 g, tvs tá endamálið er rokkið, tá fyriskipanin ikki longur tænir endamálinum ella tá barnið fyllir 18 ár. Tórshavn, 7. apríl 2021 Umsorganaryvitøka sett úr gildi 2015 3 2016 2 2017 4 2018 3 2019 1 2020 2 -- 2 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 3 av 3 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
110.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá Ey. Samuelsen - Barnavernd.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Barnavernd Spurningar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at ásetingarnar um regluligar metingar hjá barnaverndarnevndini sambært § 24, stk. 1 í barnaverndarlógini verða fylgdar? 2. Um ikki, kann landsstýrismaðurin so greiða frá, hvørjar orsakir kunnu vera til tess? 3. Hvussu nógv mál um umsorganaryvirtøku eru sett úr gildi sambært § 24 stk. 2 í barnaverndarlógini seinastu 10 árini? Viðmerkingar: Barnaverndarstova Føroya ger á hvørjum ári hagtalsfrágreiðingar, har til ber at síggja, hvussu nógv barnaverndarmál hava verið fyri hvørt ár býtt á m.a. kyn og bústað. Nýggjastu almennu tølini eru frá 2019; tá vóru 920 barnaverndarmál virkin kring landið. Tá talan er um virkin barnaverndarmál, er umráðandi at hava í huga, at tað kann vera alt frá vanligari ráðgeving til mál, har børn verða sett heiman ímóti viljanum hjá foreldrunum, altso umsorgarnaryvirtøka uttan samtykki. Í 2019 vórðu tað skrásett 337 nýggj barnaverndarmál og 221 mál endaðu. Men av tí at málini eru so ymisk ber ikki til at avlesa í tølunum, hvussu nógv av hesum eru børn, sum verða sett heiman, og hvørjar orsakir eru til, at málini enda. Í § 24 stk. 1 og 2 er ásett, at viðvíkjandi fyriskipanum um umsorganaryvirtøku, har talan t.d. er um vanrøkt av dagligu umsorganini, skal barnaverndarnevndin við jøvnum millumbilum meta um, hvørt umstøðurnar hjá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, eru broyttar soleiðis, at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum. Barnaverndarnevndin skal síðani leggja hesa eftirmetingina fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina, og metir Høvuðsbarnaverndarnevndin, at umstøðurnar eru broyttar, soleiðis at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum, skal Høvuðsbarnaverndarnevndin seta avgerðina um umsorganaryvirtøku úr gildi. Áhugavert er at fáa at vita, um barnaverndarnevndin ger hesar eftirmetingar við jøvnum millumbilum, hvørjar umstøðurnar hjá barnaverndarnevndini eru til at gera eftirmetingarnar til fulnar, og í hvønn mun vit síggja, at mál um umsorganaryvirtøku verða slept, tí at mett verður, at umstøðurnar eru broyttar. Til tess at fáa greiðu á hesum verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 26. mars 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --