← Løgtingsmál

52-109/2020

Koronapass til føroyingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. apr. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
109.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til J. Dahl- Koronapass til føroyingar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 12. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 9. apríl 2021
HMR J. nr. 21/005313-5
Kaj Leo Holm Johannesen
Landsstýrismaður í heilsumálum
Svar
uppá
Fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, nr. 52-109/2020 eftir § 52a í tingskipanini um
koronupass til føroyingar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat slag av vaksinupassi fáa føroyingar í løtuni; lýkur tað altjóða standardar og kann
góðkennast altjóða, og er talan um eitt fyribils vaksinupass?
2. Arbeiðir landsstýrismaðurin í heilsumálum við eini ítøkiligari ætlan um at útvega eitt
talgilt koronupass til føroyingar, innihaldandi upplýsingar um vaksinasjónir, testir,
andevni o.a.?
Um ja: Nær í 2021 kunnu føroyingar fáa eitt slíkt talgilt koronupass, og fer hetta at lúka
altjóða standardar og kunna góðkennast altjóða?
Um nei: Hví verður ikki arbeitt við eini talgildari loysn, og hvørji loysn verður so arbeitt
við av einum meira framkomnum koronupassi, sum kann lúka altjóða standardar og
kunna góðkennast altjóða?
3. Hevur Heilsumálaráðið samskifti og samstarv við danskar heilsumyndugleikar um eitt
felags talgilt koronupass, ella eru ætlanir um at gerast partur av eini felags verkætlan um
talgilt koronupass við danskar myndugleikar, sum livir upp til ES-standardir, ella er
ætlanin at gera eina føroyska talgilda koronupass-loysn?
Til spurning 1:
Øll sum verða koppsett fyri koronu í Føroyum fáa eitt perónligt og altjóða góðkent prógv uppá, at
tey eru vorðin koppsett. Sjúkrahúsverkið skrivar í og stemplar altjóða vaksinatiónskortið
(sokallaða gula vaccinatiónskortið), sum nógvir føroyingar – ikki minst sjómenn - kenna væl.

-- 1 of 2 --

Til spurning 2 og 3:
Sjúkrahúsverkið er samstundis í einari tilgongd at menna eina talgilda koppsetingarkvittan, sum
fólk kunnu fáa, tá tey eru liðugt koppsett. Kvittanin kann fáast sum PDF, sum tú kanst skriva út,
men hon kann eisini leggjast í AppleWallet. Seinni í apríl verður kvittanin væntandi eisini tøk til
fartelefonir, sum brúka Android, tá fyritøkan Google er liðug við arbeiðið at gera eitt “standard”
koronupass til teirra wallet, sum skal kunna nýtast altjóða.
Sjúkrahúsverkið samstarvar við flutningsfyritøkuna Smyril Line um at menna koronukvittanina.
Smyril Line hevur ment báðar bókingarskipaninar, sum Sjúkrahúsverkið brúkar í sambandi við
koronukanningarnar og koronukoppsetingina, og eru skipanirnar sniðgjørdar soleiðis, at tær kunnu
senda út kvittan – ávíkavist um tú ert testaður negativur fyri koronu, ella tú ert liðugt koppsettur.
Tí er í løtuni upplagt at arbeiða víðari við hesum loysnum.
Sjúkrahúsverkið metir, at hendan kvittan kann brúkast sum eitt slag av koronupassi á sama stigi,
sum tað, ið júst er tikið í nýtslu í Danmark. Koppsetingarkvittanin er persónlig og inniheldur
upplýsingar um navn, upplýsingar um koppingarevni, og nær viðkomandi hevur fingið
koppsetingina. Somuleiðis hevur hvør kvittan eina serstaka QR-kotu, sum kann skannast av t.d.
flogfeløg og onnur og váttast í skipanini hjá sjúkrahúsverkinum
Føroysku stjórnarráðini hava seinnu tíðina verið í samskifti við bæði danskar myndugleikar og
fólk úr ES-kervinum um møguleikarnar fyri at fáa eitt altjóða góðkent koronupass til føroyingar.
Eitt slíkt koronupass skal lúka nakrar treytir og standardir, sum ES-londini seta, og okkum kunnugt
verður talan um eina skipan við nationalum loysnum við sínámillum góðkenning. Vit hava eisini
fingið kunning um, at ein slík skipan neyvan verður klár fyrr enn seint í juni.
Umframt at samskifta við danskar myndugleikar og ES, hava føroysku stjórnarráðini eisini
samskift við IATA, sum er altjóða felagsskapurin fyri flogfeløg, har m.a. Atlantic Airways og SAS
eru limir. IATA er farið undir at menna eina talgilda loysn, IATA Travel Pass, sum loyvir ferðandi,
flogfeløgum og myndugleikum smidliga at goyma og eftirkanna váttanir um koronakanningar og
-koppsetingar umframt at miðsavna myndugleikakrøv í sambandi við ferðing. Samskifti er við
IATA um at fáa førysku loysnirnar fevndar av IATA Travel Pass, tá ið tann skipanin er klár.
Samanumtikið síggja vit fyri okkum, at arbeiðið við koronapassinum kann gerast í stigum. Innan
heilt stutta tíð verður koppsetingarkvittanin hjá Sjúkrahúsverkinum klár at taka í nýtslu og kann
beinanvegin brúkast innanlands. Næsta stig er at fáa talgildu loysnina góðkenda í
Ríkisfelagsskapinum, og í hesum sambandi kunnu vit nevna, at í næstu viku verður fundur millum
Sjúkrahúsverkið, Finansministeriet og Digitaliseringsstyrelsen um hesi viðurskifti.
Tað er avgjørt ætlanin, at koppsetingarkvittanin við tíðini fer at lúka altjóða treytir og hevur teir
standardir, sum krevjast fyri at verða góðkent sum eitt talgilt koronupass, sum spyrjarin eftirspyr.
Ilt er at siga neyvt, nær hetta verður klárt, men málið er, at føroyingar koppsettir í Føroyum, hava
eitt talgilt koronupass, sum lýkur ES-standardir, tá skipanin hjá ES verður sett í verk.
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
109.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá J. Dahl- Koronapass til føroyingar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Koronupass til føroyingar
Spurningar:
1. Hvat slag av vaksinupassi fáa føroyingar í løtuni; lýkur tað altjóða standardar og kann
góðkennast altjóða, og er talan um eitt fyribils vaksinupass?
2. Arbeiðir landsstýrismaðurin í heilsumálum við eini ítøkiligari ætlan um at útvega eitt
talgilt koronupass til føroyingar, innihaldandi upplýsingar um vaksinasjónir, testir,
andevni o.a.?
Um ja: Nær í 2021 kunnu føroyingar fáa eitt slíkt talgilt koronupass, og fer hetta at lúka
altjóða standardar og kunna góðkennast altjóða?
Um nei: Hví verður ikki arbeitt við eini talgildari loysn, og hvørji loysn verður so arbeitt
við av einum meira framkomnum koronupassi, sum kann lúka altjóða standardar og
kunna góðkennast altjóða?
3. Hevur Heilsumálaráðið samskifti og samstarv við danskar heilsumyndugleikar um eitt
felags talgilt koronupass, ella eru ætlanir um at gerast partur av eini felags verkætlan um
talgilt koronupass við danskar myndugleikar, sum livir upp til ES-standardir, ella er
ætlanin at gera eina føroyska talgilda koronupass-loysn?
Viðmerkingar:
Føroyingar hava nú í meira enn eitt ár havt koronustøðuna tætt inn at teirra lívi og gerandisdegi.
Eitt ljós er nú fyri framman, har heilsumyndugleikarnir eru byrjaðir at vaksinera føroyingar -
nakað, sum er avgerandi fyri, at vit kunnu opna samfelagið skjótari, meira trygt og aftur kunna
liva normalt um ikki so langa tíð.
Politiski myndugleikin og heilsumyndugleikin eru vorðnir effektivir at seta í verk mannagongdir
um testing, sporing, avbyrging o.a. Nú muga vit vera líka effektiv at gagnnýta teir fyrimunir, sum
vaksinasjónir geva føroyingum, serliga tá talan er um ferðafólkaflutning millum Føroyar og
útheimin. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at t.d. flogfeløg skjótt fara at krevja tey ferðandi
(arbeiðsfólk, vinnulívsfólk og privat) eftir einum koronupassi ella vaksinupassi, tá ferðaseðilin
verður bílagdur. Koronupass kann eisini hugsast at gerast eitt krav fyri at fáa atgongd til
upplivingar, sum t.d. matstovur o.a.
Vit hava Talgildu Føroyar og tað mátti verið upplagt, at vit sum eitt land við einum aðalmáli at
flyta okkum yvir í eitt meira talgilt samfelag, fáa eitt altjóða góðkent, talgilt koronupass til
okkara borgarar, í staðin fyri at ganga runt við einum gulum pappírs-vaksinukorti, har man
sjálvur skrivar navn, føðingardag og p-tal á forsíðuna.

-- 1 of 2 --

Eitt talgilt altjóða góðkent koronupass, hevur sera stóran týdning fyri øll tey, sum t.d. hava tørv á
og ynskja at ferðast millum Føroyar og útheimin komandi mánaðirnar og tí verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 25. mars 2021
Johan Dahl

-- 2 of 2 --