← Løgtingsmál

52-108/2020

Hjálparpakki og neyðarróp frá ferðavinnuni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
108.20 Svar frá H. Abrahamsen til B. Samuelsen - Hjálparpakki og neyðarróp frá ferðavinnuni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-108/2020 frá Bjørt Samuelsen, løgtingkvinnu, settur landsstýrismanninum
við umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, um hjálparpakka til ferðavinnuna at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
Spurningur
1) Kemur ein hjálparpakki til ferðavinnuna, so stórir partar av vinnuni, vitanin og arbeiðspláss í
hesi vinnu ikki fara fyri skeytið?
2) Um ja, nær væntar landsstýrismaðurin at koma við hjálparpakka, og hvussu fer hesin at
síggja út?
3) Hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri búskapin, fyri ferðavinnuna og í mun til arbeiðspláss
har, eisini í longdini, fær vinnan ikki eina hjálpandi hond?
4) Nær fer landsstýrismaðurin at taka eina avgerð um hetta?
Svar:
Til nr. 1
Landsstýrið sendi 26. mars uppskot um hjálparpakka til ferðavinnuna í almenna hoyring.
Til nr. 2
Hoyringsfreistin á hjálparpakka 4 er 6. apríl. Væntandi verður uppskotið lagt fyri løgtingið í viku
15. Skotið verður upp at seta í verk eina stuðulsskipan líknandi stuðulsskipanini eftir hjálparpakka 3
við smærri tillagingum.
Til nr. 3
Stoyturin frá koronafarsóttini gjørdist ógvusligur fyri ferðavinnuna. Hóast ymiskt er, hvussu
einstøku ferðavinnufyritøkurnar hava klárað seg gjøgnum kreppuna, so eru fleiri teirra undir stórum
trýsti. Fara hesar av knóranum, ávirkar tað sannlíkt gongdina í føroysku ferðavinnuni fleiri ár fram í
tíðina. Vandi er fyri, at fólk við serkunnleika leita sær í annað starv, og tungt kann verða at byggja
líknandi fyritøkur uppaftur. Hetta kann gera, at partur av tí menning, sum væntast at taka seg upp
aftur eftir at koronafarsóttin er hæsað av, blívur burtur.
Landið er enn bert partvís latið uppaftur, og enn er óvist í hvønn mun tað verður latið meira upp fyri
fyri ferðafólki í summar. Vandi er tí fyri, at virksemið hjá annars burðardyggum fyritøkum heldur
uppat, orsakað av vantandi gjaldføri at rinda føstu útreiðslurnar, missa tær eitt summar afturat.
Landsstýrið metir, at tørvur er á einum nýggjum hjálparpakka til ferðavinnuna, og verður skotið upp
at gera ein hjálparpakka 4 til ferðavinnuna eftir sama leisti sum hjálparpakka 3.

-- 1 of 2 --

2 / 2
Til nr. 4
Avgerð er tikin um at leggja uppskot um hjálparpakka til ferðavinnuna fyri løgtingið.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 30. mars 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
108.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá B. Samuelsen - Hjálparpakki og neyðarróp frá ferðavinnuni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Hjálparpakki og neyðarróp frá ferðavinnuni
Spurningar:
1. Kemur ein hjálparpakki til ferðavinnuna, so stórir partar av vinnuni, vitanin og
arbeiðspláss í hesi vinnu ikki fara fyri skeytið?
2. Um ja, nær væntar landsstýrismaðurin at koma við hjálparpakka, og hvussu fer
hesin at síggja út?
3. Hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri búskapin, fyri ferðavinnuna og í mun til
arbeiðspláss har, eisini í longdini, fær vinnan ikki eina hjálpandi hond?
4. Nær fer landsstýrismaðurin at taka eina avgerð um hetta?
Viðmerkingar:
Búskaparráðið mælir í várfrágreiðing síni til at “hjálparpakki verður veittur
ferðavinnuni, so vinnan og vitanin í ferðavinnuni ikki fara fyri skeytið”.
Júst hetta hava vit áhaldandi víst á. Tí ferðavinnan klárar ikki enn eitt summar í lægsta
geari, og lítið bendir á, at henda vinna aftur kann virka eftir vanligum treytum, fyrr
enn komið er út í 2022.
Í svari upp á fyrispurning nr. 52-40/2020 segði landsstýrismaðurin, at hann fylgdi
støðuni, men at “tað er ikki gjørd nøkur ítøkilig ætlan um at hjálpa ferðavinnuni, men
tað verða áhaldandi gjørdar metingar av, hvørt neyðugt er við tiltøkum.” Somuleiðis
vísti hann á, “ ... at umsetningurin í ferðavinnuni er fallin munandi samanborið við
2019, hjá ferðaskrivstovunum uml. 90%, hjá gistingarhúsunum millum 60 og 80%,
matstovur uml. 40-50%, bussfeløg uml. 85 -95 %, upplivingar uml. 60% og
bilútleigarar uml. 95%.”, sambært upplýsingum frá Ferðavinnufelagnum.
Í gjár segði landssýrismaðurin so, at ein hjálparpakki er klárur, men sum skilst ivast
landsstýrið í, hvørt tað verður neyðugt at seta hann í verk. Samstundis segði
landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at tað ikki er teirra uppgáva at oysa pengar út til
vinnuna.
Spurningarnir verða settir, tí tað stendur rættiliga ógreitt, hvørt landstýrið hevur
ætlanir um at hjálpa ferðavinnuni, ella ikki.
Á Løgtingi, 19. mars 2021
Bjørt Samuelsen

-- 1 of 1 --