← Løgtingsmál

52-107/2020

Setanar og lønarviðurskifti hjá nøkrum av starvsfólkunum í Familjufyrisitingini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
107.20 Svar frá J. Niclasen til S. Stenberg - Setanar og lønarviðurskifti hjá nøkrum av starvsfólkunum í Familjufyrisitingini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 31. mars 2021
J. nr.: 21/00147
Viðgjørt: JM
Svar upp á fyrispurning nr. 52-107/2020 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um setanar- og lønarviðurskifti hjá nøkrum av
starvsfólkunum í Familjufyrisitingini.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at ávís starvsfólk í Familjufyrisitingini ikki fara
niður í løn?
2. Metir landsstýrismaðurin tað vera í lagi at lækka lønina hjá fólki?
3. Hvussu hevur lóggávan um starvsfólkaviðurskifti verið tulkað fyrr?
Mistu starvsfólk t.d. rættindi, tá ið fólkakirkjan bleiv yvirtikin?
4. Hvussu nógv er samlaða upphæddin, sum skilir partarnar, roknað pr. ár?
Svar til spurning 1 og 2:
Tá ið eitt málsøkið verður yvirtikið av føroyskum myndugleika frá ríkismyndugleikanum, so vil
Føroya Landsstýri, at starvsfólkini koma undir teir sáttmálar, sum Føroya Landsstýri hevur gjørt
við fakfeløg og at hesi starvsfólk fáa somu lønar- og setanartreytir sum onnur hava í líknandi
størvum. Tað er eisini eitt ynski frá føroyskum myndugleikum, at hesi starvsfólk fáa eina so góða
skiftistíð frá danskari setan til føroyska setan sum tilber.
Tá ið familjurætturin varð yvirtikin í 2018, vóru nøkur starvsfólk flutt frá Ríkisumboðnum til
Familjufyrisitingina.
Hesi starvsfólk varðveita síni rættindi og skyldur so leingi tann danski sáttmálin (HK) er í gildi.
Tá ið HK sáttmálin fer úr gildi, verða starvsfólkini flutt yvir í ein føroyskan sáttmála. Í hesum
føri er talan um sáttmálan við Starvsfelagið.
Tá ið tann føroyska lønin skal verða ásett, verður hugt eftir, hvar í lønartalvuni starvið skal
flokkast samanborið við líknandi størv. Hetta verður gjørt við at taka atlit til hvørji førleikakrøv
verða sett til at kunna røkja starvið, tær týdningarmestu arbeiðsuppgávurnar og tann ábyrgd, sum
knýtir seg til starvið. Soleiðis verður funnið fram til eina flokking og harvið eina føroyska løn.
Tá ið so tann føroyska lønin skal samanberast við tí donsku lønina, so eru tað ásetingar í danska
sáttmálanum, sum ikki eru í føroyska sáttmálanum. Hetta eru ásetingar s.s. umsorganardagar,
avriksviðbøtur og styttri vikutímatal. Tað hevur Føroya Landsstýri ikki avtalu um við nakað
fakfelag í Føroyum um.
Er føroyska lønin lægri, verður ein persónlig viðbót givin, sum líknar út munin. Henda viðbótin
minkar alt eftir, hvussu lønarvøksturin er, til tann føroyska lønin hevur fingið tað donsku aftur.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Sostatt fer lønin hjá starvsfólkunum ikki niður, men kemur í nøkur ár at verða hægri enn tann
føroyska uttan at veksa. Also er talan um ein lønarsteðg í eina tíð.
ERU starvsfólk omanfyri 60 ár, varðveita tey tó teirra viðbót á sama støði til eftirlønaraldur.
Svar spurning 3:
Tær yvirtøkur, sum eru framdar við heimild í løgtingslóg nr. 81 frá 14. mai 2005 um rættindi
løntakaranna, eru allar gjørdar eftir sama leisti, og Fíggjarmálaráðið hevur í hesum yvirtøkum
tulkað lógina eins.
Tað merkir, at starvsfólkini varðveita sínar lønar- og setanartreytir so leingi tann danski sáttmálin
er í gildi, fyri síðan at flyta yvir í ein føroyskan sáttmála, har hesi størvini natúrliga hoyra heima.
Í 2007 var fólkakirkjan yvirtikin, og í 2008 fingu starvsfólkini á Føroya Stiftsstjórn tilboð um
føroyska setan eftir sama leisti, sum starvsfólkini á Familjufyrisitingini hava fingið. Eisini í
sambandi við yvirtøkuna av Tinglýsingini og Veðurstøðini var sami leistur brúktur.
Í sambandi við yvirtøkuna av Familjufyrisitingini hevur Fíggjarmálaráðið hildið seg til sama
leist.
Svar spurning 4:
Tað er trupult at siga ítøkiliga, hvør upphædd skilir partarnar. Sum nevnt omanfyri, so eru tað
ásetingar í donsku sáttmálunum sum ikki eru í føroyska sáttmálanum og tað er virðið av hesum,
sum skilir partarnar.
Tinganes, 31. mars 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
107.20 Spurningur til J. Niclasen frá S. Stenberg - Setanar og lønarviðurskifti hjá nøkrum av starvsfólkunum í Familjufyrisitingini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarumálum
Evni: Setanar- og lønarviðurskifti hjá nøkrum av starvsfólkunum í
Familjufyrisitingini
Spurningar:
1. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at ávís starvsfólk í Familjufyrisitingini ikki
fara niður í løn?
2. Metir landsstýrismaðurin tað vera í lagi at lækka lønina hjá fólki?
3. Hvussu hevur lóggávan um starvsfólkaviðurskifti verið tulkað fyrr?
Mistu starvsfólk t.d. rættindi, tá ið fólkakirkjan bleiv yvirtikin?
4. Hvussu nógv er samlaða upphæddin, sum skilir partarnar, roknað pr. ár?
Viðmerkingar:
Yvirtøkan av familjurættinum og stovnsetanin av okkara Familjufyrisiting er ein
sólskinssøga. Frá Ólavsøku 2018 hevur Familjufyrisitingin virkað undir føroyskum
málsræði. Ein av høvuðsorsøkunum til, at yvirtøkan hevur gingið so væl er, at
starvsfólkini, sum frammanundan starvaðust hjá Ríkisumboðnum í stóran mun fylgdu
við í yvirtøkuni. Starvsfólkini eru tey, ið skapa innihaldið á stovninum, og um ikki tey
fylgdu við í yvirtøkutilgongdini, høvdu vit yvirtikið ein tóman stovn, sum vit so skuldu
brúkt tíð og orku uppá at bygt upp. Hesum sluppu vit undan, tí starvsfólkini fylgdu við
í nýggju Familjufyrisitingina. Ístaðin høvdu vit ein fult virkisføran stovn frá byrjan.
Lóggávan um starvsfólkaviðurskifti í sambandi við yvirtøkur ásetir, at starvsfólkini ikki
skulu fáa verri treytir í samband við yvirtøkur, men skulu kunna halda fram eftir somu
ella líknandi treytum (løgtingslóg nr. 81 frá 14. mai 2005 og lov nr. 528 af 24. juni
2005). Tí hevur málið um yvirtøkuna av familjurættinum verið viðgjørt út frá tí
sannføring, at starvsfólk sjálvsagt varðveita síni rættindi. Eins og við øðrum yvirtøkum.
Starvsfólkini í Familjufyrisitingini hava nú gjørt vart við, at fyri nøkur av
starvsfólkunum er tað nú uppstaðin ein trupulleiki, sum stendst av, at tað er ymiskt,
hvussu lógin verður tulkað. Sum skilst er ósemja millum partarnar um hetta. Nøkur av
starvsfólkunum hava so at siga somu setanarviðurskifti í dag, men ætlanin er, at nøkur
teirra fáa øðrvísi treytir nú. Hetta merkir, at nøkur fara niður í løn. Hetta hevur hvørki
verið siðvenja ella ætlanin. Taka vit t.d. yvirtøkuna av fólkakirkjuni, sum nokk er
seinasta yvirtøka har starvsfólk fylgdu við, fingu starvsfólkni sum skilst somu
viðurskifti aftaná yvirtøkuna. Tí er tað púra óskiljandi, at nøkur starvsfólk í
Familjufyrisitingini nú ætlandi ikki fáa somu treytir sum frammanundan, hóast sama
lóggáva er galdandi.
Tí hesir spurningar til landsstýrismannin.
Á Løgtingi, 19. mars 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --