← Løgtingsmál

52-106/2020

Verklagslóg um Fámjinstunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
106.20 Svar frá J. Niclasen til B. Hammer - Verklagslóg um Fámjinstunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 26. mars 2021
J. nr.: 21/00144
Viðgjørt: MM/BAB
Svar upp á fyrispurning nr. 52-106/2020 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur
Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Fámjinstunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at verklagslógin um Fámjinstunnilin ikki er løgd fyri Løgtingið, nú
framløgufreistin er farin?
2. Nær kann væntast, at verklagslógin um Fámjinstunnilin verður løgd fyri Løgtingið?
3. Nær kann arbeiðið byrja uppá Fámjinstunnilin?
Svar:
Ætlanin hevur verið, at verkætlanin kann bjóðast út áðrenn summarfrítíðina og at arbeiðið kann
byrja seinni í ár. Orsøkin til seinkingina er, at avbjóðingar hava verið við jarðfrøðini í sambandi
við at finna røttu linjuføringina á tunlinum. Linjuføringin er nú funnin og í løtuni verður arbeitt
við at projektera tunnilin. Í fjallinum, har tunnilin skal borast, liggja 40 m høgar fláir frá ístíðini
(dysjar), sum á yvirflatuni síggja út til at verða vanligt grót, men sum er leyst tilfar at bora og
grava í. Landsverk hevur arbeitt tætt saman við Jarðfeingi fyri at finna bestu og tryggastu
loysnina. Tunnilin skal tó væntandi tryggjast betur enn vanligt er fyri líknandi tunlar.
Tinganes, 31. mars 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
106.20 Spurningur til J. Niclasen frá B. Hammer - Verklagslóg um Fámjinstunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarumálum
Evni: Verklagslóg um Fámjinstunnilin
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at verklagslógin um Fámjinstunnilin ikki er løgd fyri
Løgtingið, nú framløgufreistin er farin?
2. Nær kann væntast, at verklagslógin um Fámjinstunnilin verður løgd fyri
Løgtingið?
3. Nær kann arbeiðið byrja uppá Fámjinstunnilin?
Viðmerkingar:
Løgtingið hevur samtykt, at Fámjinstunnilin skal gerast, og peningur er settur av til
endamálið. 3 mió. kr. vórðu játtaðar til verkætlanina í 2020, tað var til prosjektering
og fyrireikingar. Í 2021 eru 25 mió. kr. játtaðar, og eftir ætlan verða 63 mió. kr.
játtaðar í 2022 og 30 mió. kr. í 2023. Øll verkætlanin er mett at kosta 103-125 mió. kr.
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at arbeiðið byrjar í summar. Men fyri at arbeiðið
veruliga kann byrja, má ein verklagslóg samtykkjast áðrenn. Seinasti framløgudagur
var fríggjadagin 5. mars, og tá var verklagslógin ikki millum lógaruppskotini frá
landsstýrinum.
Fámjiningar og suðuroyingar í síni heild eru farnir at stúra fyri, um arbeiðið fer at
byrja í summar, sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá, nú ongin verklagslóg
fyriliggur. Men sjálvt um ongin verklagslóg fyriliggur í dag, kann landsstýrismaðurin
við 17 undirskriftum enn náa at koma í Løgtingið við verklagslógini, áðrenn
Løgtingið fer í summarfrí, soleiðis at arbeiðið kann bjóðast út og byrja í summar.
Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 19. mars 2021
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --