← Løgtingsmál

52-105/2020

Tilskot til heilivág

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
105.20 Svar frá K.L H. Johannesen til I. D. Strøm - Tilskot til heilivág.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 26. mars 2021
HMR j.nr. 21/03808-8
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-105/2020 eftir § 52a í tingskipanini um tilskot til heilivág, frá Ingilín D.
Strøm, løgtingskvinnu.
Spurningurin var soljóðandi:
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera tilskotsstigan til heilivág stigvaksandi eftir inntøku?
Svar:
Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir í løtuni um at gera tilskotsstigan til heilivág stigvaksandi
eftir inntøku. Harafturímóti fer landsstýrismaðurin at taka stig til at kanna, um tað er møguligt at
lækka egingjaldið hjá lesandi, ið samstundis hava eina kroniska sjúku.
Tilskot til heilivág verður í dag veitt við heimild í heilsutrygdarlógini. Skipanin er soleiðis, at børn
og ung, yngri enn 18 ár, gjalda ikki egingjald av tilskotsheimilaðum heilivági.
Fólk í aldrinum 18 – 67 ár gjalda í mesta lagi 2.125,65 kr. um árið, meðan fólk 67 ár og eldri og
fyritíðarpensjónistar í mesta lagi gjalda 1.359,15 kr. um árið av tilskotsheimilaðum heilivági.
Hetta merkir, at tey, sum rinda mest fyri tilskotsheimilaðan heilivág, rinda í miðal 177,14 kr. um
mánaðin. Teir pensjónistar, sum rinda mest, rinda í miðal 113,26 kr. um mánaðin. Soleiðis er
munurin millum ein persón í aldrinum 18 – 67 ár og ein pensjónist, sum báðir brúka allan
tilskotsstigan, 63,88 kr. um mánaðin.
Samstundis er vert at nevna, at heilsutrygdargjaldið er partvíst tengt at inntøkuni. Øll, sum eru fylt
18 ár, og eru fevnd av heilsutrygdarlógini, gjalda 175 kr. um mánaðin, umframt 0,70% av
skattskyldugu inntøku sínari í heilsutrygdargjaldi. Hetta merkir, at t.d. lesandi yvir 18 ár og sum
ikki hava aðra inntøku, rinda minni í heilsutrygdargjaldi enn t.d. pensjónistar, sum hava eina hægri
inntøku.
Um tilskotið skal latast stigvaksandi eftir inntøku, krevur tað munandi broytingar í KT-skipanini hjá
Apoteksverkinum, har tilskot verður útroknað, samstundis sum skipanin verður krevjandi og
munandi torførari at umsita. Sambært Landsapotekaranum verður staðiliga mælt frá at fremja tílíkar
broytingar í KT-skipanini. Sum eg havi skilt, eru tílíkar skipanir heldur ikki settar í verk í hinum
Norðurlondunum.

-- 1 of 2 --

Heilsumálaráðið, 26. mars 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
105.20 Spurningur til K.L H. Johannesen frá I. D. Strøm - Tilskot til heilivág.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um tilskot til heilivág, settur landsstýrismanninum við heilsumálum,
Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera tilskotsstigan til heilivág stigvaksandi eftir
inntøku?
Viðmerkingar
Í Føroyum hava vit eina góða heilsutrygdarskipan. Men spurningurin er, um vit ikki kunnu
gera broytingar í tilskotsstiganum, so hann sosialt vendir rættari.
Í dag er tað soleiðis, at persónar yvir 67 ár og fyritíðarpensjonistar hava rætt til 100 % tilskot
fyri allan heilivág, tá árligu eginútreiðslurnar til heilivág eru farnar upp um kr. 1.359,15. Tað
merkir, at hesi ongantíð gjalda meira enn kr. 1.359,15 í einum ári fyri tilskotsheilivág. Fólk
millum 18 og 67 ár skulu harafturímóti hava eginútreiðslur fyri kr. 2.125,65 fyri
tilskotsheilivág, áðrenn tey koma upp á 100 %. Børn og ung yngri enn 18 ár gjalda einki
egingjald. Upphæddirnar eru ásettar í grein 18 í Heilsutrygdarlógini.
Ein lesandi yvir 18 ár á miðnámi ella hægri lesnaði fær millum kr. 1.900 og 4.400 um
mánaðin alt eftir, um viðkomandi hevur egnan bústað og/ella børn. Hevur viðkomandi tørv á
dýrum heilivági, er hetta ein stórur postur á fíggjarætlanini, og tað kann vera ringt at fáa
endarnar at røkka saman. Hetta meðan ein arbeiðsvirkin persónur, sum er yvir 67 ár og til
dømis forvinnur kr. 40.000 um mánaðin, sleppur munandi bíligari.
Um tilskotið varð latið stigvaksandi eftir inntøkuni hjá fólki, uttan mun til aldur, so høvdu
láglønt, lesandi og fyritíðarpensjonistar av sær sjálvum fingið størsta tilskotið, meðan hálønt
høvdu rindað mest. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 17. mars 2021
Ingilín Didriksen Strøm

-- 1 of 1 --