52-104/2020
Koyrikort
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. mar. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
104.20 Svar frá J. Niclasen til B. Sandoy - Koyrikort.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 26. mars 2021 J. nr.: 21/00134 Viðgjørt: AP Svar upp á fyrispurning nr. 52-104/2020 frá Branduri Sandoy, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um koyrikort. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hví missa fólk, sum hava fingið rættindini at koyra bil til tey eru 70 ár, hesi rættindi, sjálvt um tey ikki hava brotið lógina? 2. Er talan um ivamál í tulkingum av lógarteksti, ella er lógin púra greið hesum viðvíkjandi? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta lógina ella Akstovan fyrisitingarpraksis, soleiðis at tey, sum hava vunnið sær rættindi at hava koyrikort til tey eru fylt 70 ár, ikki missa hesi rættindi, um so er, at tey ikki forbróta seg ímóti ferðslulógini? Svar til fyrispurning nr. 1 Í 2013 bleiv ES-fyriskipanin um koyrikort (2006/126/EF) sett í gildi fyri øll limalond í ES. Hetta hevði við sær, at m.a. gildistíðin hjá koyrikortum varð stytt. Um føroyska koyrikortið framhaldandi skal lúka altjóða treytir, er neyðugt, at lógir og kunngerðir á ferðsluøkinum javnan verða dagførdar. Hetta var eisini orsøkin til, at broytingarnar um m.a. gildistíð hjá koyrikortum, blivu framdar í ferðslulógini í 2014. Talan er um eina fyrisitingarliga endurnýggjan av koyrikortinum, tá tað kemur til bólk A, B og B/E. Hetta merkir, at umsøkjarin skal lata inn umsókn og mynd til Akstovuna. Myndin skal vera tíðarbær. Talan er ikki um endurnýggjan av koyrirættinum ella líknandi. Umsøkjarin varðveitir sostatt koyrirættin til koyrikortbólk A, B ella B/E, eins og áður broytingina í ferðslulógini í 2017, tvs. til viðkomandi er fyltur 75 ár. Endamálið við at seta ásetingarnar í gildi var at avmarka vandan fyri skjalafalsan av koyrikortinum, tí koyrikortið er eitt alment samleikaprógv. ES-fyriskipanin mælti til, at gildistíðin fyri koyrikortbólkarnar A, B og B/E varð 10 ár, men at limalondini sjálvi kunnu velja at áseta eina gildistíð á 15 ár. Danmark valdi at áseta eina 15 ára gildistíð, og tí varð eisini mælt til, at Føroyar fylgdi hesum leisti. Gildistíðin fyri koyrikort til bólkarnar C, D og E bleiv við lógarbroytingini í 2014, orsakað av ES- fyriskipanini, broytt til 5 ár. Mælt varð til, at Føroyar fylgdi hesum eins og tað varð gjørt í sambandi -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 við gildistíðina fyri koyrikortbólkarnar A, B og B/E. Fyri at endurnýggja koyrikortið til koyrikortbólkar C, D og E krevst ein læknaváttan, sum skjalprógvar, at umsøkjarin framvegis lýkur tey heilsukrøv, sum verða sett til hesar bólkar. Harumframt skal umsøkjarin lata inn eina tíðarbæra mynd saman við umsóknini. Fólk missa sostatt ikki koyrirættin fyri koyrikortbólkarnar A, B og B/E, men varðveita hann til 75 ára aldur. Einasta kravið er at ein umsókn verður latin Akstovuni saman við einari tíðarbærari mynd. Tað sama er galdandi fyri koyrikortbólkarnar C, D og E, men her er koyrirætturin galdandi til 70 ára aldur. Kravið er, at ein nýggj læknaváttan og ein tíðarbær mynd verður latin Akstovuni 5 hvørt ár. Svar til fyrispurning nr. 2 Løgtingslóg um ferðslu og kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru eru greiðar hesum viðvíkjandi. Svar til fyrispurning nr. 3 Talan er ikki um at missa rættin at koyra, men ásetingarnar merkja bert, at umsøkjari viðvíkjandi koyrikortbólkunum A, B og B/E við fimtan ára millumbili letur akstovuni umsókn saman við eini tíðarbærari mynd og við fimm ára millumbili viðvíkjandi koyrikortbólkarnar C, D og E letur Akstovuni umsókn við tíðarbærari mynd og læknaváttan. So verður koyrikortið endurnýggja. Hesar ásetingar eru neyðugar, um føroyska koyrikortið framhaldandi skal lúka altjóða treytir. Tí metur landsstýrismaðurin tað ikki verða skilagott at broyta lógina ella at biðja Akstovuna um at broyta fyrisitingarpraksis. Landsstýrismanninum kunnugt umsitur Akstovan økið eftir galdandi lógum og reglum. Tinganes, 26. mars 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
104.20 Spurningur til J. Niclasen frá B. Sandoy - Koyrikort.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Brandur Sandoy løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um koyrikort, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hví missa fólk, sum hava fingið rættindini at koyra bil til tey eru 70 ár, hesi rættindi, sjálvt um tey ikki hava brotið lógina? 2. Er talan um ivamál í tulkingum av lógarteksti, ella er lógin púra greið hesum viðvíkjandi? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta lógina ella Akstovan fyrisitingarpraksis, soleiðis at tey, sum hava vunnið sær rættindi at hava koyrikort til tey eru fylt 70 ár, ikki missa hesi rættindi, um so er, at tey ikki forbróta seg ímóti ferðslulógini? Viðmerkingar: Tað frættist frá fólki, at rætturin tey hava fingið at koyra bil til tey eru vorðin 70 ár fellur burtur, um so er, at man av ávísum ávum er noyddur at endurnýggja sær plastkoyrikortið. Um koyrikortið er slitið, tvs. mynd og tekstur eru vorðin ov kám, ella um tú hevur broytt navn eitt nú við giftu, og løgreglan heitir á teg um at fara til Akstovuna at skifta tær plastkoyrikortið út, so er nýggja kortið bara galdandi í 15 ár fyri persónbil og 5 ár fyri lastbil. Nýggj lóg er komin í gildi fyri fáum árum síðan, og er tað tulkingin av hesum lógarteksti sum ger, at lógin verður praktiserað á hendan hátt. Neyvan hevur hetta verið ætlanin við nýggju lógini, hetta at rætturin at koyra bil verður skerdur, sjálvt um viðkomandi als ikki hevur forbrotið seg ímóti lógini. Hetta, at fólk sum sambært tá galdandi lóg hava vunnið sær ein rætt, í tíð og ótíð skulu gjalda fyri at fáa hendan rætt endurnýggjaðan, tykist órímiligt, og spurningurin er, um tað er fult lógligt at taka vunnin rættindi aftur frá fólki við einum pennastroki. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 16. mars 2021 Brandur Sandoy -- 1 of 1 --