52-103/2020
Ferðaætlanin á leið 400
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. mar. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
103.20 Svar frá J. Niclasen til Ey. Samuelsen - Ferðaætlanin á leið 400.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 26. mars 2021 J. nr.: 21/00136 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-103/2020 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um ferðaætlanina á leið 400 Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Heldur landsstýrismaðurin tað vera nøktandi tænasta til norðoyingar og eysturoyingar bert at hava møguleika at ferðast beinleiðis við SSL gjøgnum Eysturoyartunnilin tvær ferðir um samdøgrið, kl. 6.25 á morgni og kl. 16.15 seinnapart? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at hetta tilboðið frá SSL fer at fáa norðoyingar og eysturoyingar at brúka tunnilin meira? 3. Fer landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at fáa eitt betri samband gjøgnum tunnilin? Svar: Landsstýrismaðurin arbeiðir fyri at ferðasambandið er gott um alt landið. Eysturoyartunnilin letur upp fyri nógvum møguleikum, og er ein góð ferðaætlan hjá Bygdaleiðum av stórum týdningi fyri at knýta samfelagið enn nærri saman. Sum kunnugt hevur uppskot til broytta ferðaætlan hjá Bygdaleiðum júst verið til hoyringar. Tað komu 86 hoyringarsvar inn, og er Strandferðslan nú farin undir at viðgera hoyringarsvarini, eisini í samstarvi við áhugapartar, áðrenn endalig ferðaætlan verður gjørd. Hetta verður ikki sum sambært upprunaligu ætlanini tann 1. apríl. Næstu vikurnar verður viðgjørt nærri uppskot til ferðaætlan. Tað er givið, at norðoyingar, eysturoyingar, suðurstreymoyingar, og øll onnur, skulu hava nøktandi ferðasamband gjøgnum Eysturoyartunnilin, millum miðstaðarøkið og norður Føroyar, til gagns fyri vinnu og borgarar. Viðurskifti viðvíkjandi gjaldi í Eysturoyartunlinum, hevur í ávísan mun verið ein avbjóðing, tí tað í tillagingunum eisini hevur verið neyðugt, at halda seg innanfyri galdandi fíggjarkarmar og sáttmálar við bussveitarar. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Tað ber ikki til at ganga øllum ynskjum til ferðaætlanina á møti, tí tað røkkur játtanin ikki til. Ein møguleiki er, at kommurnar eisini eru við til at fíggja ferðaætlanina, og at land og kommunur samstarva í størri mun um bussflutning. Tinganes, 26. mars 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
103.20 Spurningur til J. Niclasen frá Ey. Samuelsen - Ferðaætlanin á leið 400.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Eyðgunn Samuelsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um ferðaætlanina á leið 400, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Heldur landsstýrismaðurin tað vera nøktandi tænasta til norðoyingar og eysturoyingar bert at hava møguleika at ferðast beinleiðis við SSL gjøgnum Eysturoyartunnilin tvær ferðir um samdøgrið, kl. 6.25 á morgni og kl. 16.15 seinnapart? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at hetta tilboðið frá SSL fer at fáa norðoyingar og eysturoyingar at brúka tunnilin meira? 3. Fer landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at fáa eitt betri samband gjøgnum tunnilin? Viðmerkingar Fyri mong var tað eitt vónbrot at síggja endurskoðaðu ferðaætlanina hjá SSL, nú farleiðin millum Klaksvík og Tórshavn er eftirmett. Ferðaætlanin er skipað soleiðis, at Leið 400 aftur koyrir gomlu farleiðina til Havnar gjøgnum Sundalagið og ein snarbussur, Leið 401, er settur í koyring tvær ferðir um dagin – kl. 6.25 úr Klaksvík og úr Havn kl. 16.15. Nýggja ferðaætlanin er góð fyri tey, ið búgva í Sundalagnum, og sum nærum mistu sambandið til Havnar, tá Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu. Men hon man vera eitt afturstig fyri tey í norður- og eysturøkinum, ið hava brúk fyri bussi at koma til Havnar aðrar tíðir á degnum. Nýggja farleiðin kann hava við sær, at fleiri velja bussin frá og brúka bil ístaðin. Tað elvir til meiri ferðslu á vegunum og størri útlát av vakstrarhúsgassum. Um fleiri túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin verða settir á Leið 400, fáa nógv fleiri møguleika at nýta tryggastu og skjótastu farleiðina við almennu samferðsluni til og frá arbeiði. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi 15. mars 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --