52-102/2020
hækkan av ferðagjøldum á Sandoyarleiðini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. mar. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
102.20 Spurningur til J.Niclasen fra P.Reynatúgvu - hækkan av ferdagjøldum á sandoyarleiðini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · Páll á Reynatúgvu · 12. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Páll á Reynatúgvu løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um hækkan av ferðagjøldum á Sandoyarleiðini, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Er ætlanin hjá samgonguni at hækka farmagjøldini á Sandoyarleiðini? 2. Er ætlanin hjá samgonguni at hækka ferðafólkagjøldini á Sandoyarleiðini? 3. Er tað ein fyrisitingarlig ella politisk avgerð at boða frá hækkaðum gjøldum á Sandoyarleiðini? 4. Hvør er orsøkin til hesa almennu fráboðan um prísbroytingar? 5. Er nóg stór játtan til siglingina hjá Hasfjord um Skopunarfjørð? 6. Lýkur Hasfjord øll trygdar- og manningarkrøv fyri at røkja siglingina um Skopunarfjørð? 7. Er tað vanligt, at SSL áleggur vinnu og ferðafólki hægri gjøld, um atløgukommunan krevur legugjald fyri skip hjá SSL? Viðmerkingar Nú tað frættist í miðlunum, at tað aftur skal skapast órógv um ferða- og farmaprísir á Sandoyarleiðini, er hóskandi at fáa landsstýrismannin at greiða frá støðuni. Undanfarna samgonga byrjaði arbeiðið uppá Sandoyartunnilin, og sitandi samgonga heldur fram við arbeiðinum. Tað er gleðiligt at arbeiðið gongur væl. Kortini er neyðugt at tryggja støðug viðurskifti fyri vinnulív og fólk við siglandi farleiðini til koyrandi verður. Fyrst stóð vaktarskipanin umborð á Teistanum fyri skotum, men tíbetur varð bakkað í hesum máli; og nú verður skaptur ófriður uppundir summarhálvuna við fráboðan um hækkandi gjøld á leiðini. Fyri brúkarar av Sandoyarleiðini kann hetta vera sera ørkymlandi, og tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 15. mars 2021 Páll á Reynatúgvu -- 1 of 1 --
102.20 Svar frá J.Niclasen til P.Reynatúgvu - hækkan av ferdagjøldum á sandoyarleiðini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 24. mars 2021 J. nr.: 21/00131 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-102/2020 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um hækkan av ferðagjøldum á Sandoyarleiðini Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er ætlanin hjá samgonguni at hækka farmagjøldini á Sandoyarleiðini? 2. Er ætlanin hjá samgonguni at hækka ferðafólkagjøldini á Sandoyarleiðini? 3. Er tað ein fyrisitingarlig ella politisk avgerð at boða frá hækkaðum gjøldum á Sandoyarleiðini? 4. Hvør er orsøkin til hesa almennu fráboðan um prísbroytingar? 5. Er nóg stór játtan til siglingina hjá Hasfjord um Skopunarfjørð? 6. Lýkur Hasfjord øll trygdar- og manningarkrøv fyri at røkja siglingina um Skopunarfjørð? 7. Er tað vanligt, at SSL áleggur vinnu og ferðafólki hægri gjøld, um atløgukommunan krevur legugjald fyri skip hjá SSL? Svar til fyrispurning nr. 1, 2, 3 og 4 Tá Landsstýrið tók við varð beinanvegin farið undir at útvega enn eitt skip til siglingina um Skopunarfjørð. Strandfaraskip Landsins tørvaði serliga eitt skip til at sigla tungan farm til og frá Sandoynni. Leitað var víða um og at enda varð Hasfjord keyptur til endamálið. Farmaflutningurin er betri skipaður á henda hátt. Tað gagnar vinnulívinum á Sandoynni, og ger tað høgligari hjá ferðafólki at sigla. Tað hevur higartil kostað eini 9 mió kr. at keypa og umvæla Hasfjord, fyri at lúka tey krøv, sum Skipaeftirlitið setur. Hasfjord hevur eisini ferðafólkaloyvið til 12 ferðandi, og er skrásettur sum farmaskip. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Landið eigur, rekur og fíggjar ferjuleguna í Skopun. Havnin er annars kommunal, men hevur landið í nógv ár fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum av Skopunar havn. Eisini hevur landið goldið umvælingar, so sum javnan rudda grót í innsiglingini. Nú Skopunar kommuna hevur boðað frá, at havnargjaldið hækkar við 336 tús. kr. um árið, sum er ein tvífalding, nú Hasfjord er sett í sigling, ger Strandferðslan neyðugar prístillagingar fyri at fíggja meirkostnaðin. Hækkingin verður einans á akfør sum eru 9 metrar og longri. Hækkingin verður 175 kr. fyri hvørt akfar. Strandfaraskip Landsins hevur avgjørt at hækka prísirnar og landsstýrismaðurin hevur ikki havt viðmerkingar til tað, men vónar inniliga at borgarstjórin í Skopunar kommunu vísir samfelagssinni, og velur ikki at hækka havnagjøldini, og á tann hátt at leggja ein meirkostnað á farmaflutningin. Tað tykist heldur ikki rætt og rímiligt, at Strandferðslan, sum betrar flutningin um Skopunarfjørð, skal fáa eina eykarokning frá Skopunar kommunu fyri tað. Svar til fyrispurning nr. 5 Í 2021 er játtanin 2,5 mió krónur til lønir til framhaldandi 45,5 tíma sigling um vikuna hjá Hasfjord. Annar rakstur verður fíggjaður av inntøkum frá farmagjaldi. Nú eykarokning er komin frá Skopunar kommunu er tessvegna neyðugt at hækka prísin á farmi. Svar til fyrispurning nr. 6 Hasfjord lýkur øll myndugleikakrøv, sum verða sett til fólkaflutning og farmaflutning, herímillum trygdarkrøv og manningarkrøv. Svar til fyrispurning nr. 7 Havna,- brúgva og vørugjøld hjá kommununum hava verið rættiliga støðug í nógv ár. Verður tað soleiðis at kommunur hækka gjøldini, so noyðist strandferðslan at hækka prísin samsvarandi, fyri at fíggja meirkostnaðin. Tinganes, 24. mars 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --