← Løgtingsmál

52-101/2020

Landingar uttanlands

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
101.20 Svar frá J.Vestergaard til B. Johannesen - Landingar uttanlands.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Postboks 208
110 Tórshavn
Stjórnarskrivstovan
17. mars 2021
Mál: 21/00106-3
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-101/2020
Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-101/2020 frá Beini Johannesen, løgtingsmanni
Fyrispurningur um landingar uttanlands, settur landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu oftani hevur undantak verið givið fyri landingum uttanlands í lógini um
sjófeingi, og í hvørjum førum?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta lógarásetingina í lógini um sjófeingi,
viðvíkjandi landingum?
3. Um ja, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at tað verður lógarfest, hvussu nógv
kann landast uttanlands?
Svar:
Til spurning 1.
Í fýra førum er undantak givið at loyva skipum at landa fong uttanlands.
Í tveimum førum hevur verið talan um at landa frystan svartkjaft og norðhavssild, tí at
frystigoymslurnar í Føroyum at kalla vóru fullar.
Í einum føri er undantak givið at landa frystan botnfisk í Íslandi, tí kvotan hjá skipinum var
50 tons størri, enn hvat skipið tekur. Loyvi varð givið at landa 75 tons í íslendskari havn
við tí treyt, at fiskurin varð fluttur til Føroyar at verða seldur.
Í einum føri er loyvi givið at landa feskan svartkjaft uttanlands, tí ein maður var komin til
skaða umborð og skuldi undir læknahond skjótast gjørligt.
Umframt beinleiðis undantøk eftir umsókn var kunngerðin um landing í Føroyum á vári
2020 broytt, so loyvt varð at landa svartkjaft uttanlands í tíðarskeiðinum frá 11. mars til 15.
juni 2020. Grundgevingarnar fyri hesi broyting vóru, at vantandi móttøkuorka á landi í
Føroyum gjørdi, at føroysku svartkjaftaskipini vóru noydd at bíða eftir landingartørni, tá

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
svartkjaftafiskiskapurin var í hæddini, umframt at tann vantandi framleiðsluorkan forðaði
fyri skjótari gagnnýtslu av føroysku svartkjaftakvotuni.
Til spurning 2.
Reglurnar, sum eru ásettar í sjófeingislógini, eru gjørdar við støði í orðingunum í
samgonguskjalinum: ”Allur fiskur skal um føroyskan kaikant. Tó skal undantak vera fyri
fjarfiskiskap, har umstøður so sum góðska og/ella kostnaður tala fyri tí, og fyri fiskiskap,
har móttøkukapasiteturin í Føroyum er avmarkaður. Eisini um serligar umstøður gera seg
gjaldandi, skal vera møguligt at fáa undantak.”
Í sambandi við politiskar tingingar um tilfeingisgjøld hevur verið frammi, at hóskandi kann
vera at gera nakrar broytingar í verandi skipan, so heimilað verður skipum, uttan at skula
søkja í hvørjum einstøkum føri, at landa ein part av síni veiði uttan fyri Føroyar, so kapping
verður um avreiðingarnar, og at tað á tann hátt fæst eitt haldgott grundarlag fyri, at
avreiðingarprísirnir í Føroyum eru á støði við galdandi marknaðarprísir.
Til spurning 3.
Víst verður til svarið til spurning 2 omanfyri. Støða er ikki tikin til, um møguligar
broytingar verða gjørdar við kunngerð, ella um lógarbroyting er neyðug ella meir hóskandi.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
101.20 Spurningur til J.Vestergaard frá B. Johannesen - Landingar uttanlands.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Beinir Johannesen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um landingar uttanlands, settur landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu oftani hevur undantak verið givið fyri landingum uttanlands í lógini um
sjófeingi, og í hvørjum førum?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta lógarásetingina í lógini um
sjófeingi, viðvíkjandi landingum?
3. Um ja, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at tað verður lógarfest, hvussu
nógv kann landast uttanlands?
Viðmerkingar
Tá bæði núverandi og undanfarna lóg um sjófeingi vórðu samtyktar, hava ásetingarnar
viðvíkjandi landing verið soleiðis, at øll veiða skal landast um føroyskan bryggjukant.
Tó kann landsstýrismaðurin í kunngerð geva undantøk í ymsum førum.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap kundi man avreiða 25% av sínari veiðu uttanlands
hvørt kvarttal.
Lóggávan hevur verið galdandi í yvir eitt ár, og tí hevði verið áhugavert at sæð,
hvussu núverandi áseting hevur verið handfarin higartil.
At núverandi lóggáva viðvíkjandi landingum uttanlands verður stýrd umvegis
kunngerð, kann hava sínar vansar. Landsstýrisfólk kunnu vera ymisk, við ymsum
sjónarmiðum, eisini tá tað kemur til, hvussu grein 41 í lógini um sjófeingi skal
handfarast. Tí kann tað eisini vera ymiskt, nær skip fáa undantøk til landing
uttanlands.
Tí hevði tað verið áhugavert at vitað, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at
broyta lógarásetingina viðvíkjandi landingum, og um tað verður lógarfest, at landingar
kunnu gerast uttanlands. Sum dømi kann nevnast, at tað kann vera eitt hámark á 25%
yvir alt árið, har tú kanst landa uttanlands. Hetta fyri at geva skipi og manning ein
ventil, har tey altíð kunnu tryggja sær tann besta prísin fyri veiðuna.
Á Løgtingi, 11. mars 2021
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --