← Løgtingsmál

52-100/2020

Lýsingaherferð fyri at fáa føroyingar at brúka danska NemID heldur enn føroyska talgilda samleikan

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
100.20 Svar frá B. á S. Nielsen til H. Hoydal - um lýsingaherferð fyri at fáa føroyingar at brúka danska NEMID heldur enn føroyska talgilda samleikan.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
100.20 Spurningur til B. á S. Nielsen frá H. Hoydal - um lýsingaherferð fyri at fáa føroyingar at brúka danska NEMID heldur enn føroyska talgilda samleikan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um lýsingaherferð fyri at fáa føroyingar at brúka danska NemID heldur enn
føroyska talgilda samleikan, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS
§ 52 a)
1. Hevur Føroya løgmaður góðkent, at Føroya fólk verður eggjað til og vegleitt til at fáa sær ta
donsku NemID-skipanina?
2. Hevur Føroya løgmaður ta støðu, at føroyska fólkið skal velja sær tað danska NemID, heldur
enn føroyska Samleikan, (tann talgildi samleikin) sum Løgtingið hevur samtykt og játtað
pening til?
3. Hvørja avleiðing kann tað fáa fyri menningina av føroyska Samleikanum, (tann talgildi
samleikin) um Føroya fólk velur at brúka tað danska NemID?
4. Hvussu nógv hava føroyskir peningastovnar, føroyska samfelagið og vanligir føroyingar
fingið í inntøku av, at tað danska NETS, ið eisini umsitur øll gjaldkort og gjaldingar hjá
føroyska fólkinum, nú er selt til eitt amerikanskt felag fyri meira enn 20 milliardir krónur?
Viðmerkingar
Í føroyskum miðlum eru í hesum døgum lýsingar frá Sambandsflokkinum, sum eggja Føroya fólki
at fáa sær ta donsku NemID-skipanina, sum danskir myndugleikar og peningastovnar brúka.
Føroya løgmaður hevur ábyrgd av at útinna Løgtingsins lógir og vilja; og Løgtingið, umframt
undanfarna landsstýri og núsitandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, hava lagt stóra orku í at
menna, fíggja og fáa føroyingar at brúka tann føroyska talgilda samleikan, sum eitur Samleikin.
Tí verður spurt, hvørt løgmaður tekur undir við at eggja fólki til at velja ta donsku skipanina. Og
hvørjar avleiðingar hann heldur tað hava fyri føroyska Samleikan, sum Løgtingið hevur samtykt.
Eisini verður spurt, hvønn fyrimun løgmaður heldur tað hava fyri Føroyar, at peningaupplýsingar
hjá øllum vanligum føroyingum við gjaldkortum og flytingum, sum hava ligið í teirri donsku
fyritøkuni NETS, nú saman við NETS eru seld til eitt amerikanskt felag fyri oman fyri 20 milliardir
krónur.
Á Løgtingi, 11. mars 2021
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --