52-098/2020
Kirkjubøarvegurin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. mar. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
098.20 Svar frá J. Nicalsen til H. Pálsdóttir - Kirkjubøarvegurin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 19. mars 2021 J. nr.: 21/00117 Viðgjørt: MM Svar upp á fyrispurning nr. 52-098/2020 frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Kirkjubøarvegin Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær er ætlanin at dagføra Kirkjubøarvegin Svar: Verandi vegur til Kirkjubøar er smalur, einbreytaður og ikki tíðarhóskandi. Vánaligt sýni er í støðum og tali á víkiplássum er ikki nøktandi. Um summarið vitja nógv ferðafólk bygdina og ferðslutrýstið er tí stórt hesa tíðina. Nógvir bussar koyra eisini til bygdina í hesum sambandi og elvir hetta til trupulleikar, um fleiri bussar møtast á vegnum samstundis. Ætlanin er tí at bøta um trygdina og framkomuleikan á Kirkjubøarvegnum. Í 2021 er ætlanin at asfaltera strekkið frá íbindingini við Gomlurætt og suður til endan á landsvegnum. Áðrenn asfaltarbeiðið fer í gongd skal tryggjast, at yvirflatuvatni setur frá í ovara borði. Hetta verður m.a. gjørt við at reinsa gravir og tryggja, at verandi tvørrennur kunnu taka hóskandi nøgdir av vatni. Nýggjar tvørrennur verða gjørdar, har tað er neyðugt. Eisini er ætlanin at gera tveir nýggjar busslummar, ið ger tað lættari hjá bussum at møtast á vegnum. Landsverk fer væntandi í apríl at kanna styrkina á undirlagnum á vegnum fyri at meta um, hvørja ávirkan tað vaksandi ferðslutrýstið hevur havt á asfaltið og vegkassan. Í hesum sambandi verða tiltøk væntandi sett í verk fyri at tryggja, at vegurin ikki fer ov illa. Tinganes, 19. mars 2021 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
098.20 Spurningur til J. Nicalsen frá H. Pálsdóttir - Kirkjubøarvegurin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Hervør Pálsdóttir løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um Kirkjubøarvegin, settur landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Nær er ætlanin at dagføra Kirkjubøarvegin? Viðmerkingar: Kirkjubøarvegurin er í ringum standi, er einbreytaður og hevur ringt sýni í fleiri støðum. Umframt tey, ið búgva í Kirkjubø, sum brúka vegin hvønn dag, er serliga um summarið nógv ferðsla við ferðafólkum; heruppií fleiri ferðafólkabussar. Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at frætta, nær arbeiðið við Kirkjubøarvegnum verður sett í verk. Á Løgtingi, 9. mars 2021 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --