← Løgtingsmál

52-097/2020

Atlantsflog

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
097.20 Svar frá J. Nicalsen til S. Stenberg - Atlantsflog.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 19. mars 2021
J. nr.: 21/00116
Viðgjørt: BAB
Svar upp á fyrispurning nr. 52-086/2020 frá Sirið Stenberg, løgtingsmanni, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Atlantsflog
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur Atlantsflog borið so í bandi, at uppsøgdu starvsfólkini í felagnum hava havt
møguleika at fingið endurnýggjað tey ymisku loyvi, skjøl o.a., sum eru neyðug fyri at
varðveita teir førleikar, sum skulu til fyri at røkja størvini?
2. Um ja, hvussu nógv fólk er talan um?
3. Um nei, hevur Atlantsflog nakrar ætlanir um at lata uppsøgdu starvsfólkini fáa møguleika
at endurnýggja skeið, skjøl og annað neyðugt fyri starvið?
4. Nú flogferðslan væntandi tekur seg upp aftur, er ætlanin so at seta nøkur av størvunum
aftur?
Svar:
Síðani okkara tjóðarflogfelag byrjaði sítt virksemi, hevur stórur dentur verið lagdur á, at útbúgva
føroyingar at átaka sær eina røð av størvum innan flogvinnu. Atlantsflog hevur útlært fleiri hundrað
fólk sum flogmekanikarar, flogskiparar, flogternur og hópin av øðrum størvum innan flogvinnuna,
ið strembanini eftir at menna førleikar í Føroyum innan vinnuna.
Flog- og ferðavinnan er sera hart rakt av COVID-19 farsóttini. Inntøkugrundarlagið er nógv
minkað síðsta árið og tíverri hevur tað verið neyðugt at senda flest øll starvsfólk í serskipanina hjá
ALS í mars í fjør, og seinni at uppsiga umleið 100 starvsfólk í mai 2020. Hetta harmast vit øll um.
Atlantsflog hevur upplýst at uppsagnartilgongdin varð eftir skipaðum leisti og uppsøgdu
starvsfólkini vóru fríttstillað í uppsagnartíðini og avgjørt varð, ikki at mótrokna møguliga løn frá
øðrum arbeiðsgevara í uppsagnartíðini.
Felagið hevur øll árini rindað fyri viðkomandi útbúgving og neyðug skeið og loyvir til allar
starvsbólkar í felagnum, íroknað pilotar og mekanikarar.
Atlantsflog upplýsir eisini, at tá ið starvsfólk verða sett aftur í starv, tryggjar felagið, og somuleiðis
rindar fyri, at viðkomandi starvsfólk fáa allar neyðugar dagføringar, útbúgvingar, skeið, loyvi og

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
simulatorvenjingar. Atlantsflog hevur upplýst, at dagføringarnar kosta leysliga mett 70.000 kr.
árliga fyri pilotar og 15.000 kr. fyri mekanikarar
Flogferðslan til og úr Føroyum er framvegis sera hart rakt av Covid-19 farsóttini og avmarkingum
og tilmælum, ið sett eru í verk fyri at minka um smittuvanda. Orsakað av m.a. kravi um seks daga
heimauppihald er flogferðslan í løtuni munandi minni enn síðsta heyst og óvissan um, nær herdu
ferðatilmælini verða broytt, rakar flogvinnuna og ferðavinnuna sera hart. Óvist er tí, nær felagið
fær tørv á fleiri starvsfólkum. Men tá ið starvsfólk verða sett aftur í starv, tryggjar felagið, og
somuleiðis rindar fyri, at viðkomandi starvsfólk fáa allar neyðugar dagføringar, útbúgvingar,
skeið, loyvi og simulatorvenjingar.
Tinganes, 19. mars 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
097.20 Spurningur til J. Nicalsen frá S. Stenberg - Atlantsflog.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um Atlantsflog, settur landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgeni
Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hevur Atlantsflog borið so í bandi, at uppsøgdu starvsfólkini í felagnum hava havt møguleika at
fingið endurnýggjað tey ymisku loyvi, skjøl o.a., sum eru neyðug fyri at varðveita teir førleikar,
sum skulu til fyri at røkja størvini?
2. Um ja, hvussu nógv fólk er talan um?
3. Um nei, hevur Atlantsflog nakrar ætlanir um at lata uppsøgdu starvsfólkini fáa møguleika at
endurnýggja skeið, skjøl og annað neyðugt fyri starvið?
4. Nú flogferðalan væntandi tekur seg upp aftur, er ætlanin so at seta nøkur av størvunum aftur?
Viðmerkingar:
Flogferðslan um allan heim hevur merkt sviðan av koronu, og Føroyar eru einki undantak.
Áðrenn jól varð eykajáttan latin Atlantsflog á 100 mió. kr., tí fíggjarliga støðan hjá felagnum var
sera trupul. Eitt samt Løgting tók undir við eykajáttanini.
Frammanundan hevði Atlantsflog sagt eini røð av starvsfólkum úr starvi. Tí vóru eisini
viðmerkingar í álitinum hjá Fíggjarnevndini frá umboðunum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum
um støðuna hjá uppsøgdu starvsfólkunum. Víst varð á, at tað varð mett at kosta felagnum á leið 500
tús. kr. at latið uppsøgdu starvsfólkini fingið møguleika at tikið tey skeið og annað, sum eru neyðug
fyri at fáa ymisk skjøl og loyvi til tess at kunna varðveita teir førleikar og tey krøv, sum arbeiðið
setir. Umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum mæltu í álitinum til, at hetta varð gjørt, og til
3. viðgerð varð eisini sett fram eitt broytingaruppskot um at játta 500 tús. kr. afturat til júst hetta
endamálið, men hetta broytingaruppskotið fall. Tað sæst eisini í miðlunum, at onnur útlendsk
flogfeløg í líknandi støðu hava gjørt hetta, m.a. SAS.
Tí hesir spurningar fyri at vita, hvussu støðan hjá uppsøgdu starvsfólkunum er. Vónandi er
koronukreppan við at hasa av, og flogferðslan á veg uppaftur. Tá kann tað vera ein fyrimunur at
hava starvsfólkini tøk aftur, og at tey eru ajour við skeiðum og øðrum, ið millum annað mekanikarar
og flogskiparar regluliga skulu hava fyri at varðveita teir førleikar, sum skulu til fyri at røkja
størvini.
Á Løgtingi, 9. mars 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --