← Løgtingsmál

52-096/2020

Sjúkradagpening til sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í smáum fyritøkum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
096.20 Svar frá til E. M. Gunnleygsdóttur A. V. Johannesen - Sjúkradagpening til sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í smáum fyritøkum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Føroya Løgting
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
19. mars 2021
Mál: 21/00091-3
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Heri Petersen
Nr. 096/20
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um sjúkradagpening til sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í smáum
fyritøkum, settur landsstýrismanninum við almannamálum, Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvørjar møguleikar hava stjórar í smáum fyritøkum at fáa sjúkradagpening?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at ávikavist sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í smáum fyritøkum
eru nóg væl tryggjað, tá tað kemur til mista inntøku í sambandi við sjúku?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um endurskoða dagpeningalógina til tess at tryggja, at eingin
dettur niðurímillum?
Viðmerkingar:
Sambært § 3 í dagpeningalógini kunnu vanligir løntakarar, sjómenn, útróðrarmenn og sjálvstøðug
vinnurekandi, sum ikki ella í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi afturat sær, umframt persónar, sum
tekna eina sjálvbodna trygging eftir kap. 7 í dagpeningalógini, fáa dagpening í sambandi við mista
inntøku ella trygging, um tey verða sjúk ella skadd.
Fleiri detta tó niðurímillum. Tað eru til dømis stjórar í smáum fyritøkum, sum vanliga høvdu verið
sjálvstøðugir vinnurekandi, men sum hava stovnað eitt felag so sum smápartafelag. Undanfarni
landsstýrismaður við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, bøtti um hesi viðurskifti við at leggja fram
uppskot um at víðka dagpeningaskipanina til at fevna um stjórar í egnum felag við tí treyt, at felagið
ikki ella í minni mun hevði arbeiðsmegi afturat sær. Løgtingið samtykti uppskotið í mai 20171. Í
hesum sambandi varð víst á, at talan var um eina varisliga broyting, og at lógin átti at blivið
endurskoðað tvey ár seinni. Tað eru nú fýra ár síðan broytingarnar, og enn eru tær ikki endurskoðaðar.
Stjórar í smáum fyritøkum, sum hava nakað av arbeiðsmegi afturat sær, detta sostatt framvegis
niðurímillum við tað, at teir ikki eru fevndir av lógini um sjúkradagpening. Hetta hevur við sær, at
stjórar í smáum feløgum ofta liva í støðugum ótta fyri at gerast sjúkir, tí tað kann raka felagið og
starvsfólkini í felagnum meint. Somuleiðis kann tað halda summum frá at átaka sær stjóraheitið í so
smáum fyritøkum, tá hetta í nógvum førum í størri mun er formalitetur enn nakað annað.
Fyri at fáa greiðu á, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at taka fleiri stig til tess at bøta
um viðurskiftini hjá smáum vinnurekandi, verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi 8. mars 2021
Aksel V. Johannesen
1 (84/2016 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.).

-- 1 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 3
Svar
1. Hvørjar møguleikar hava stjórar í smáum fyritøkum at fáa sjúkradagpening?
Sum spyrjarin ger vart við í viðmerkingunum til spurningin, so eru stjórar í smáum
fyritøkum, sum kunnu koma fíggjarliga illa fyri í sambandi við sjúku. Ein sjálvstøðugur
vinnurekandi, sum ikki hevur arbeiðsmegi aftrat sær, ella bert í lítlan mun hevur leysa
arbeiðsmegi aftrat sær, er beinleiðis fevndur av løgtingslóg um dagpening vegna sjúku
v.m. Tað merkir, at hann hevur rætt til dagpening í sambandi við lønarmiss orsakað av
sjúku. Lønarmissurin verður roknaður við støði í seinast álíknaða inntøkuárinum.
Tann sjálvstøðugi vinnurekandi kann eisini tekna seg til sjálvbodnu tryggingina hjá
Almannaverkinum. Eisini sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava arbeiðsmegi aftrat sær,
kunnu tekna seg til tryggingina. Hann, sum hevur teknað trygging, hevur í sambandi við
sjúku rætt til hægstu dagpengaveiting frá fyrsta fráverudegi.
Um virksemið er skipað í einum felag, t.d. einum smápartafelag, tá er stjórin ikki beinleiðis
fevndur av dagpengalógini. Um stjórin í felagnum ikki hevur, ella bert í lítlan mun hevur
arbeiðsmegi aftrat sær, kann hann tekna seg til sjálvbodnu tryggingina. Stjóri í fyritøku,
sum eru skipað í einum felag, og sum umframt stjóran hevur arbeiðsmegi aftrat, kann ikki
tekna seg til tryggingina. Sostatt er stjórin ikki tryggjaður inntøku í sambandi við sjúku.
Stjórin kann tó søkja um fyribils uppihaldsveiting sambært løgtingslóg um almannatrygd
og tænastur, men har eru aðrar treytir galdandi – eitt nú, at viðkomandi ikki skal kunna
uppihalda sær á annan hátt t.d. við ogn.
Tað skal tó gerast vart við, at stjórar í privatum fyritøkum eru fevndir av serligu COVID-
19 ásetingunum í dagpeningalógini. Ásetingar eru settar at fara úr gildi tann 1. februar
2022. Landsstýrismaðurin skilir spurningarnar ikki at fevna um hesi viðurskiftini, og tí
verður ikki komið nærri inn á hesi viðurskifti í hesum svarinum.
2. Heldur landsstýrismaðurin, at ávikavist sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í smáum
fyritøkum eru nóg væl tryggjað, tá tað kemur til mista inntøku í sambandi við sjúku?
Landsstýrismaðurin heldur, at sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar, sum eru fevndir av
sjálvbodnu tryggingini, eru væl tryggjaðir. Hjá tí sjálvstøðugt vinnurekandi, sum nýliga er
byrjaður við sjálvstøðuga virkseminum, er tryggingin sera góð, tí hon gevur rætt til fulla
dagpeningaupphædd frá fyrsta degi, uttan mun til inntøkuna frammanundan
sjúkrafráveruni. Tað sama er galdandi fyri stjórar í smáum fyritøkum, sum kunnu tekna
trygging. Tryggingargjaldið er 3.200 kr. fyri hálvárið, og dagpeningaupphæddin, sum
verður veitt í sambandi við sjúku, er 960 kr. um dagin.
Stjórar í smærri fyritøkum, sum ikki hava møguleika at tryggja seg í sjálvbodnu tryggingini
hjá Almannaverkinum, hava ikki nóg góðar umstøður og eru ikki nóg væl tryggjaðir í
sambandi við sjúku. Ein stjóri í eini fyritøku kann koma í støðuna, at inntøkan heilt dettur
burtur, um hann verður raktur av sjúku. Ein álvarslig sjúka kann sostatt eisini blíva til ein
álvarsligan fíggjarligan trupulleika hjá viðkomandi og hjá fyritøkuni.
Dagpeningalógin tók upprunaliga støði í, at stjóri í t.d. einum partafelag kann tryggja seg
við at avtala rætt til løn undir sjúku hjá sínum arbeiðsgevara. Men í fleiri smærri fyritøkum
er hetta í roynd og veru ikki ein møguleiki, tí ein stórur partur av inntøkuni hjá fyritøkuni

-- 2 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 3
stavar frá arbeiðinum hjá stjóranum, og smærri feløg hava ofta ikki fíggjarliga styrki at
bera eina longri sjúkrafráveru hjá stjóranum. Hetta var orsøkin til, at bøtt varð um hesi
viðurskifti við í lógarbroyting í 2017 við at víðka dagpeningaskipanina til at fevna um
stjórar í egnum felag, sum ikki ella bert í lítlan mun hava arbeiðsmegi afturat sær.
Broytingin varð ikki galdandi fyri stjórar í smærri fyritøkum við fáum starvsfólkum.
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um endurskoða dagpeningalógina til tess at tryggja,
at eingin dettur niðurímillum?
Landsstýrismaðurin er í gongd við at fyrireika ymsar broytingar í løgtingslóg um
dagpening vegna sjúku. Ein av hesum broytingum er at víðka sjálvbodnu
tryggingarskipanina soleiðis, at stjórar smærri fyritøkum, sum eisini hava nakað av
arbeiðsmegi aftrat sær, skulu kunna tekna trygging.
Eftir vanligu reglunum í dagpeningalógini, verður dagpeningur ikki veittur í tann mun
viðkomandi, sambært lóg, trygging ella sáttmála, frá arbeiðsgevara ella øðrum, hevur rætt
til løn undir sjúku v.m. Sjálvbodna tryggingingin var av somu orsøk í 2017 bert víðkað til
at fevna um stjórar, sum ikki hava arbeiðsmegi afturat sær. Ætlanin var ikki at gera eina
meira generella skipan fyri stjórar men geva tí sjálvstøðugt vinnurekandi, sum eftir vanligu
reglunum hevur rætt til dagpening vegna sjúku, møguleika at tryggja seg í sambandi við,
at sjálvstøðuga virksemi verður lagt í t.d. eitt smápartafelag. Stjórar í størri fyritøkum hava
ofta rætt til løn undir sjúku ella kunnu tryggja seg við at avtala rætt til løn undir sjúku, og
ætlanin er ikki at víðka skipanina til at fevna um hesi ella onnur, ið á øðrum grundarlagi
hava rætt til løn undir sjúku. Fyri stjórar í smærri fyritøkum við fáum starvsfólkum kann
tað vera ein trupulleiki, at viðkomandi í ávísum førum hvørki hevur rætt til løn undir sjúku
ella møguleika at tekna trygging, og arbeitt verður tí við at fyrireika ein lógarbroyting fyri
henda bólk.
Ætlandi verður uppskotið lagt fyri Løgtingið fyrst í komandi tingsetu.
Tórshavn 19. mars 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
096.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá A. V. Johannesen - Sjúkradagpening til sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í smáum fyritøkum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um sjúkradagpening til sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í smáum
fyritøkum, settur landsstýrismanninum við almannamálum, Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvørjar møguleikar hava stjórar í smáum fyritøkum at fáa sjúkradagpening?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at ávikavist sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í smáum
fyritøkum eru nóg væl tryggjað, tá tað kemur til mista inntøku í sambandi við sjúku?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um endurskoða dagpeningalógina til tess at tryggja, at
eingin dettur niðurímillum?
Viðmerkingar:
Sambært § 3 í dagpeningalógini kunnu vanligir løntakarar, sjómenn, útróðrarmenn og
sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki ella í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi afturat sær,
umframt persónar, sum tekna eina sjálvbodna trygging eftir kap. 7 í dagpeningalógini, fáa
dagpening í sambandi við mista inntøku ella trygging, um tey verða sjúk ella skadd.
Fleiri detta tó niðurímillum. Tað eru til dømis stjórar í smáum fyritøkum, sum vanliga høvdu
verið sjálvstøðugir vinnurekandi, men sum hava stovnað eitt felag so sum smápartafelag.
Undanfarni landsstýrismaður við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, bøtti um hesi
viðurskifti við at leggja fram uppskot um at víðka dagpeningaskipanina til at fevna um stjórar
í egnum felag við tí treyt, at felagið ikki ella í minni mun hevði arbeiðsmegi afturat sær.
Løgtingið samtykti uppskotið í mai 20171. Í hesum sambandi varð víst á, at talan var um eina
varisliga broyting, og at lógin átti at blivið endurskoðað tvey ár seinni. Tað eru nú fýra ár
síðan broytingarnar, og enn eru tær ikki endurskoðaðar. Stjórar í smáum fyritøkum, sum hava
nakað av arbeiðsmegi afturat sær, detta sostatt framvegis niðurímillum við tað, at teir ikki eru
fevndir av lógini um sjúkradagpening. Hetta hevur við sær, at stjórar í smáum feløgum ofta
liva í støðugum ótta fyri at gerast sjúkir, tí tað kann raka felagið og starvsfólkini í felagnum
meint. Somuleiðis kann tað halda summum frá at átaka sær stjóraheitið í so smáum
fyritøkum, tá hetta í nógvum førum í størri mun er formalitetur enn nakað annað.
Fyri at fáa greiðu á, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at taka fleiri stig til tess
at bøta um viðurskiftini hjá smáum vinnurekandi, verður hesin fyrispurningurin
settur.
Á Løgtingi 8. mars 2021
Aksel V. Johannesen
1 (84/2016 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.).

-- 1 of 1 --