← Løgtingsmál

52-095/2020

Útgjald til sjálvstøðug vinnurekandi úr Arbeiðsloysisskipanini og Barsilskipanini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
095.20 Svar frá H. Abrahamsen til A. V. Johannesen - Útgjald til sjálvstøðug vinnurekandi úr Arbeiðsloysisskipanini og Barsilskipanini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 95/2020 um útgjald
til sjálvstøðugt vinnurekandi úr Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar møguleikar hava sjálvstøðugt vinnurekandi og stjórar í egnari fyritøku at
gerast fevnd av Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at kunningin viðvíkjandi tryggingarmøguleikum hjá
sjálvstøðugt vinnurekandi er nóg góð?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakrar broytingar í mun til rættin hjá
sjálvstøðugt vinnurekandi til at fáa útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini og
Barsilsskipanini, til tess at tryggja, at eingin dettur niðurímillum?
Svar til spurning 1
Sjálvstøðug vinnurekandi
Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna sær eina barsilspeningatrygging fyri 500 kr. um árið.
Hendan upphædd verður eftir ætlan hækkað til 3.000 kr. í næstum. Treytirnar fyri at tekna
sjálvbodnu tryggingina eru, at viðkomandi hevur bústað í Føroyum, hevur inntøku frá
persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi her í landinum, annaðhvørt einsamallur
ella saman við øðrum, og hevur tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu.
At vera sjálvstøðugur vinnurekandi merkir sambært kunngerðini ein persónur, sum rekur vinnu
fyri egna rokning og ábyrgd og við tí endamáli at fáa fíggjarligan vinning. Barsilsskipanin
metir nágreiniliga um, hvørt talan er um sjálvstøðuga vinnu. Sum meginregla er talan um
sjálvstøðuga vinnu, tá ið tann vinnurekandi hevur fólk í starvi, hevur skattafrádrátt fyri
rakstrarútreiðslur og avskrivingar av rakstrargøgnum sambært reglunum fyri sjálvstøðugt
vinnurekandi, og verður skattaður av yvir-/undirskoti av virkinum, og er mvg-skrásettur, ella er
íognari í íognarfelag.
Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í í minsta lagi í eitt ár, áðrenn hin
sjálvstøðugi vinnurekandi hevur rætt til útgjald. Útgjaldið verður roknað eftir inntøkuni frá
sjálvstøðuga vinnuvirkseminum fyri síðst lokna roknskaparár áðrenn fráveruna, og útgoldið
verður fyri allar dagar, viðkomandi nýtir rættin at vera burtur frá arbeiði vegna barnsburð.

-- 1 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Treytirnar eru tær somu fyri at tekna sjálvbodna arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug
vinnurekandi. Tryggingin kostar 3.000 kr. um árið og skal somuleiðis hava verið í gildi
samanhangandi í í minsta lagi í eitt ár, áðrenn hin sjálvstøðugi vinnurekandi hevur rætt til
útgjald. Útgjaldið er 20.000 kr. um mánaðin fyrsta árið, og síðan 18.750 kr. um mánaðin.
Stýrið fyri ALS er í fer við at endurskoða kunngerðina um arbeiðsloysistrygging fyri
sjálvstøðug vinnurekandi.
Stjórar í egnari fyritøku
Stjórar fáa vanliga A-inntøku. Teir eru sostatt fevndir av barsilsskipanini og
Arbeiðsloysisskipanini á jøvnum føti við løntakarar, ið fáa A-inntøku.
Er stjórin sjálvstøðugur vinnurekandi, hevur hann rætt til at teknað sær sjálvbodna barsils- og
arbeiðsloysistrygging sum lýst omanfyri.
Svar til spurning 2
Á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini, á undirsíðuni Trygging, stendur, hvat ið krevst, fyri at
sjálvstøðug vinnurekandi kunnu fáa rætt til barsilspening. Á heimasíðuni hjá TAKS undir
yvirskriftini At stovna virki stendur eisini ein teigur um Barsilsskipan, og at tað er neyðugt at
tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening. TAKS hevur upplýst, at TAKS kunnar øll, ið
stovna einstaklingavirki ella íognarfelag, um, at tey sjálvi skulu tekna eina
barsilspeningatrygging, um tey vilja verða fevnd av Barsilsskipanini.
Vísandi til hetta verður mett, at kunningin til sjálvstøðug vinnurekandi er á góðari leið.
Kunningin verður givin í sambandi við, at sjálvstøðug vinnurekandi stovna sær virki, umframt
at kunningin er á heimasíðunum hjá Barsilsskipanini og TAKS.
Á heimasíðuni hjá ALS er ein síða, nevnd Sjálvstøðug vinnurekandi, har upplýst verður um
tryggingina til sjálvstøðug vinnurekandi. Hetta er einasta stað, ið kunnað verður um hesa
trygging. Tað kann helst gerast betri.
Ætlanin er at gera eitt kunningarátak saman við Vinnuhúsinum, sum er ætlað sjálvstøðugum
vinnurekandi, har tey á ein einfaldan hátt verða upplýst um sína rættarstøðu á ymiskum
viðkomandi økjum, og har víst verður til røttu myndugleikarnar. Hugsanin er, at sama kunning
er á fleiri heimasíðum, t.d. hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Vinnuhúsinum, TAKS,
Vinnuframa, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum. Harumframt er ætlanin at gera faldarar við
sama innihaldi, sum skulu liggja har, ið tað kann hugsast, at sjálvstøðug vinnurekandi síggja
teir.
Svar til spurning 3
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur havt fund við TAKS um møguleikan at gera tað tvungið
hjá sjálvstøðugum vinnurekandi at vera fevnd av Barsilsskipanini og ALS. Tekniskt er hetta
møguligt, men einans um barsils- og ALS-gjald verða kravd av øllum B-inntøkum. Hetta hevur
við sær, at barsils- og ALS-gjald skulu rindast av t.d. inntøku av húsaleigu, fríum ágóðum,
nevndarsamsýningum o.ø. Nógvar av hesum inntøkum steðga ikki, meðan fólk eru í barsil ella
eru arbeiðsleys. Sostatt hevði tað verið ein grundleggjandi broyting í skipanunum, sum jú eru

-- 2 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
arbeiðsmarknaðarskipanir, sum endurrinda løntakarum fyri mista inntøku, meðan teir eru í
barsilsfarloyvi, og stuðla meðan tey eru arbeiðsleys. Eisini verður tað trupult at fremja
mótrokning fyri ta B-inntøkuna, sum persónar framvegis fáa, meðan teir eru í barsilsfarloyvi
ella eru arbeiðsleys. Fyri summi hevði tað merkt eitt lægri útgjald enn eftir galdandi reglum.
Málið má kannast gjølla og viðgerast saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn farið
verður undir slíkar grundleggjandi broytingar.
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
095.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá A. V. Johannesen - Útgjald til sjálvstøðug vinnurekandi úr Arbeiðsloysisskipanini og Barsilskipanini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um útgjald til sjálvstøðugt vinnurekandi úr Arbeiðsloysisskipanini og
Barsilsskipanini, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum, Helga
Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvørjar møguleikar hava sjálvstøðugt vinnurekandi og stjórar í egnari fyritøku at
gerast fevnd av Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at kunningin viðvíkjandi tryggingarmøguleikum hjá
sjálvstøðugt vinnurekandi er nóg góð?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakrar broytingar í mun til rættin hjá
sjálvstøðugt vinnurekandi til at fáa útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini og
Barsilsskipanini, til tess at tryggja, at eingin dettur niðurímillum?
Viðmerkingar:
Samfelagið hevur stóran tørv á íverksetarum og fólki, sum tora at fara undir nýtt vinnuligt
virksemi. Og tað hevur týdning, at hesi kenna seg trygg, um okkurt óvæntað stingur seg upp.
Ein sjálvstøðugur vinnurekandi hevur møguleika til at fáa løn sína útgoldna sum A-inntøku
og soleiðis rinda inn í skipanirnar bæði sum arbeiðsgevari og arbeiðstakari, ella viðkomandi
kann velja at fáa lønina útgoldna sum B-inntøku. Um so er, at tann sjálvstøðugi fær lønina
útgoldna sum B-inntøku, hevur hon/hann ikki rætt til útgjald; heldur ikki, um viðkomandi
sum arbeiðsgevari rindar ALS-gjald av lønini hjá fólki, sum hon/hann hevur í starvi. Men
sum sjálvstøðugt vinnurekandi ber til at tekna eina arbeiðsloysistrygging fyri kr. 3000 um
árið og eina barsilstrygging fyri kr. 500 um árið, um ein annars lýkur nakrar treytir. Men tað
hoyrist aftur og aftur um sjálvstøðug vinnurekandi, sum detta niðurímillum, annaðhvørt tí tey
ikki lúka treytirnar, ella tí at tey ikki hava verið vitandi um tryggingarmøguleikarnar.
Spurningurin er, um tað er tørvur á betri upplýsing, ella um tað er neyðugt at gera broytingar í
hesum skipanunum, so at øll verða fevnd. Ein sjálvstøðugt vinnurekandi hevur eins og øll
onnur tørv á einum trygdarneti, tá tað gongur ímóti, ella viðkomandi verður við barn. Tí
verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 4. mars 2021
Aksel V. Johannesen

-- 1 of 1 --