52-094/2020
Koppsetingarætlanin, ið ikki varð fylgd
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mar. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
094.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til I.D. Strøm - Koppsetingarætlan, ið ikki varð fylgd.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Síða 1 av 2 Dagf. 16. mars 2021 HMR j. Nr. 21/02720-5 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á §52a fyrispurning frá tingkvinnu Ingilín D. Strøm løgtingsmál nr.: 52-094/2020, viðvíkjandi koppsetingarætlanini, ið ikki varð fylgd Fyrispurningur 1. Í dag, 3. marts 2021, eru 4.190 fólk, ið hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 2.523 hava fingið seinnu koppsetingina. Hvussu nógvar av hesum tilsamans 6.713 koppsetingunum eru latnar uttan um almennu koppsetingarætlanina? 2. Hvørji fólk er talan um, sum eru koppsett uttan um koppsetingarætlanina, og hvørjar grundgevingar hava verið fyri at gera hesi frávik frá ætlanini? Svar Spurningarnir verða svaraðir undir einum. Í dag hin 16. mars 2021 eru 8.967 koppsetingar gjørdar í Føroyum. Av hesum hevur Sjúkrahúsverkið upplýst, at umleið 20 koppsetingar er gjørdar, sum heimild ikki er fyri í kunngerðini um ókeypis koppseting ímóti COVID-19. Sjúkrahúsverkið harmast um hesi mistøk. Sum víst hevur verið á alment, hevði Sjúkrahúsverkið nakrar avbjóðingar við koppsetingini í byrjanini. Millum annað kom tað óvart á, at Sjúkrahúsverkið konsekvent fekk so nógvar skamtar úr hvørjum hettuglasi, og somuleiðis vóru eisini onkrir dagar, har tað vóru serliga nógv avboð. Haraftrat hevði Sjúkrahúsverkið ikki fingið til vega fullfíggjað yvirlit yvir tey, ið Sjúkrahúsverkið skuldi koppseta. Hetta kom tó í rættlag í seinnu hálvu av januar. Hesi viðurskifti høvdu við sær, at tað lupu skamtir av við dagslok. Koppingarevnið frá Pfizer/BioNtech er sera viðbrekið, og má nýtast, tá ið tað er tikið fram, og valdi Sjúkrahúsverkið at kalla fólk inn heldur enn at stoyta koppingarevni burtur. Í einari tíð, har øll heimsins lond mangla koppingarevni, er tað av alstórum týdningi, at so lítið koppingarevni sum gjørligt fer burtur. -- 1 of 2 -- Síða 2 av 2 Sjúkrahúsverkið hevur skrásett hesar skamtirnar sum avlopsskamtir. Í tíðarskeiðinum 30. desember 2020 til 2. februar vóru umleið 100 fólk, sum fingu burturav avlopsskamtunum. Sjúkrahúsverkið kann staðfesta, at umleið 80 av hesum eru starvsfólk, sum kortini skuldu hava koppsetingina sambært ætlanini. Talan er sostatt um eini 20 fólk, sum ikki áttu at verið koppsett fyri koronu enn sambært koppsetingarætlanini. Sjúkrahúsverkið kann ikki upplýsa hvørji fólk, talan er um, tí hetta er fevnt av tagnarskyldu, men grundgevingarnar eru sum lýstar omanfyri. Heilsumálaráðið, 16. mars 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
094.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá I.D. Strøm - Koppsetingarætlan, ið ikki varð fylgd.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um koppsetingarætlanina, ið ikki varð fylgd, settur landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Í dag, 3. marts 2021, eru 4.190 fólk, ið hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 2.523 hava fingið seinnu koppsetingina. Hvussu nógvar av hesum tilsamans 6.713 koppsetingunum eru latnar uttan um almennu koppsetingarætlanina? 2. Hvørji fólk er talan um, sum eru koppsett uttan um koppsetingarætlanina, og hvørjar grundgevingar hava verið fyri at gera hesi frávik frá ætlanini? Viðmerkingar Sambært heimasíðuni Corona.fo, sum Heilsumálaráðið og Landslæknin umsita, eru tað í dag, 3. mars 2021, 4.190 fólk, ið hava fingið fyrru koppseting fyri COVID-19, meðan 2.523 eisini hava fingið tað seinna prikið. Hetta eru 6.713 koppsetingar tilsamans. Í Degi og Viku í gjárkvøldið varð staðfest, at privatar fyritøkur og sendifólk Føroya uttanlands eru koppsett uttan um koppsetingarætlanina, meðan fólk í serligum smittuvanda, herímillum fjølbrekað, framvegis hvørki eru koppsett ella hava fingið vitan um, nær tey kunnu vænta at verða koppsett.1 Dømini um frávik frá koppsetingarætlanini eru tvey tilvildarlig dømi, sum Kringvarp Føroya hevur frætt um. Til tess at fáa greiðu á, um tað eru fleiri, sum eru koppsett uttan um koppsetingarætlanina, hvørji fólk talan er um, (her verður tó ikki hugsað um nøvn, men meira um størv o.a.) og hvørjar grundgevingar eru fyri at gera frávik, verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 3. mars 2021 Ingilín Didriksen Strøm 1 Kringvarp Føroya, 2. mars 2021, kelda: https://kvf.fo/dv?sid=121058 -- 1 of 1 --