52-093/2020
Sernámsfrøði
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. mar. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
093.20 Svar fra J. av Rana til I. D Strøm -Sernámsfrøði.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 3 100 Tórshavn Dagfesting: 12. mars 2021 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-131 Svar upp á fyrispurning nr. 52-093/2020 eftir Tingskipanini § 52 a frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, um raðfesting av sernámsfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, settur landsstýrismanninum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar orsøkir eru til, at sernámsfrøði ikki verður ein vallærugrein á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya næsta skúlaár? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at niðurraðfesta lærugreinar, sum styrkja førleikarnar hjá námsfrøðingum og lærarum at lofta børnum við sálarligum avbjóðingum, tá vit vita, hvussu gongdin er á hesum økinum? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta onnur átøk í verk, sum styrkja um førleikarnar hjá námsfrøðingum og lærarum til at lofta børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum? Svar Til 1: Sernámsfrøði verður bjóðað út sum vallærugrein á námsfrøðiútbúgvingini komandi lestrarár, men ikki í læraraútbúgvingini. Sambært ásetingunum í § 7 stk. 3 í kunngerðini um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum frá 2009 hevur Setrið skyldu til at veita 22 ymiskar linjulærugreinir til lesandi í 3. og 4. lestrarhálvu í læraraútbúgvingini. Av tí at talið á teimum lesandi er avmarkað, ber ikki til at seta allar 22 linjulærugreinirnar á skrá á hvørjum ári. Hetta atlitið merkir, at linjugreinir ikki eru tær somu hvørt ár, og millum annað av hesi orsøk verður sernámsfrøði ikki bjóðað út á læraraútbúgvingini í lestrarárinum 2021/2022. Innan lærarayrkið hava verið fleiri røddir, sum hava víst á, at tað er týdningarmikið, at nýútbúnir lærarar hava linjulestur í lærugreinum, sum eru kravdar í undirvísing fólkaskúlans. Samstundis eru ynski um at fáa sett í verk skipaða eftirútbúgving innan onnur øki enn í kravdu lærugreinunum, her ímillum sernámsfrøði. Sernámsfrøði er ein týðandi partur í undirvísing fólkaskúlans, sum allir lærarar eiga at hava ávíst innlit í, og er sernámsfrøði tí partur av læraraútbúgvingini hjá øllum læraralesandi. Hóast sernámsfrøði ikki verður bjóðað út sum linjugrein, er sernámsfrøði partur av skeiðsrøðini “Undirvísing og læring II og III”, sum eru kravd undirvísingarevni í læraraútbúgvingini. Tað merkir, at øll, sum lesa til lærara, fáa ávíst innlit í sernámsfrøði. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Sernámsfrøði hevur í nøkur ár verið bjóðað út sum samlesturlinja, har bæði læraralesandi og námsfrøðlesandi hava fylgt somu undirvísingarskeiðum. Hetta skúlaárið hevur sernámsfrøði tó verið skipað øðrvísi, so at námsfrøðilesandi fylgja einum skeiði, meðan læraralesandi fylgja einum øðrum. Við hesi umlegging hava fakbólkarnir fingið eina meira málrættaða tilgongd til sernámsfrøðina við undirvísing og atliti at egnum fakøki. At sernámsfrøðin á henda hátt er tillagað til fakøkini eigur ikki at verða sæð sum niðurraðfesting, men heldur menning av sernámsfrøðini innan yrkini sum ávikavist lærari og námsfrøðingur. Leggjast kann afturat, at gongdin á sernámsfrøðiliga økinum hevur verið positiv seinastu árini, tí at lesandi á bæði námsfrøði- og læraraútbúgvingini í øktan mun hava valt sernámsfrøði sum linjufak. Her kann ávísast, at linjulærugreinin innan sernámsfrøði hevur flest lesandi á námsfrøðiútbúgvingini, meðan tað einans er støddfrøði á læraraútbúgvingini, sum hevur fleiri lesandi. Til 2: Landsstýrismaðurin heldur ikki, at tað er rætt at niðurraðfesta lærugreinir, sum styrkja førleikarnar hjá námsfrøðingum og lærarum at skipa og leggja til rættis undirvísing, trivnaðar- og menningarátøk til børn við sosialum, sálarligum, menningarligum avbjóðingum v.m. Landsstýrismaðurin metir ikki, at økið er niðurraðfest, tí at: 1) Námsfrøðiútbúgvingin fer at bjóða út sernámsfrøði 2) Skeiðsrøðin Undirvísing og læring II og III geva sernámsfrøðiligt innlit og er kravd lærugrein. 3) Vallærugreinin í sernámsfrøði í læraraútbúgvingini er ikki strikað, men verður tó ikki bjóðað út komandi lestrarár. Landsstyrismaðurin fer at fylgja gongdini og seta seg í samband við Setrið um sernámsfrøðiliga partin í lærugreinaøkinum, Undirvísing og læring. Til 3: Seinastu árini hava fleiri átøk verið sett í verk at førleikamenna føroysku fólkaskúlalærararnar. Hetta fevnir um lesivegleiðarar, støddfrøðivegleiðarar, serlærarar, skúlabókavørðir, skúlavegleiðarar og orðblindalærarar. Landsstýrismaðurin er í holt við at lýsa tørvin á eftirútbúgvingum og seta eina skipaða tilgongd í verk, so at útbúgvingarnar verða bodnar út við jøvnum millumbili. Hetta arbeiði verður gjørt í samráð við Setrið og aðrar avvarðandi partar. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
093.20 Spurningur til J. av Rana frá I. D Strøm -Sernámsfrøði.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um sernámsfrøði, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvørjar orsakir eru til, at sernámsfrøði ikki verður ein vallærugrein á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya næsta skúlaár? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at niðurraðfesta lærugreinar, sum styrkja førleikarnar hjá námsfrøðingum og lærarum at lofta børnum við sálarligum avbjóðingum, tá vit vita, hvussu gongdin er á hesum økinum? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta onnur átøk í verk, sum styrkja um førleikarnar hjá námsfrøðingum og lærarum til at lofta børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum? Viðmerkingar Seinasta árið hevur nógv verið tosað um keðiligu gongdina hjá børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum, bæði í Løgtinginum, í miðlunum og úti í samfelagnum. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at seta í verk ókeypis sálarhjálp til børn og ung varð samtykt, og landsstýrismaðurin arbeiðir við at fáa hesa royndarskipanina í verk. Og í vikuni hava vit viðgjørt uppskot frá Jóhannisi Joensen, tingmanni, um at seta í verk skipan við økissálarfrøðingum, eisini við sama endamáli – at styrkja um sálarheilsuna hjá børnum og ungum. Skulu vit venda keðiligu gongdini, er tað umráðandi, at allir partar samstarva og eru varugir við vandatekin o.a. Her verður hugsað um øll yrkisfólk, sum eru um børnini og tey ungu, bæði heilsufrøðingar, námsfrøðingar, lærarar o.o. Tí undrar tað nú mong, at Fróðskaparsetur Føroya, sum útbýr bæði námsfrøðingar og lærarar, hevur valt at niðurraðfesta vallærugreinina, sum styrkir førleikarnar hjá teimum lesandi til at lofta børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum. Sernámsfrøði er ein sera væl umtókt lærugrein, so orsøkin er ikki vantandi undirtøka. Fyri at fáa greiðu á, hví sernámsfrøði ikki verður lærugrein komandi skúlaár, og hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera til tess at styrkja um førleikarnar hjá námsfrøðingum og lærarum til at lofta børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum, verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 26. februar 2021 Ingilín Didriksen Strøm -- 1 of 1 --