52-092/2020
Mótrokning millum hjún
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. mar. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
092.20 svar fra E. M. Gunnleygsdóttur frá Ey. Samuelsen - mótrokning millum hjún.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 12. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Eyðgunn Samuelsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um mótrokning millum hjún, settur landsstýrismanninum við almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvussu nógvir pensjónistar hava valt at strika mótrókning millum hjún í 2020? 2. Hvussu nógv fáa hesi nú meira í fólkapensjón um mánaðin? 3. Hvussu nógv hevur hetta kostað í hægri útreiðslum til pensjón? Viðmerkingar: Undanfarna samgonga setti umleið 10 milliónir av á FLU fyri 2020, so verandi pensjónistar kundu velja at strika mótrokning millum hjún. Hetta varð gjørt, tí sum skipanin er sett saman, eru tað fleiri pensjónistar, kanska flest kvinnur, ið bert fingu grundupphæddina í fólkapensjón. Hetta orsakað av, at makin antin arbeiddi ella hevði eina høga pensjón við síðuna av fólkapensjónini og nýtti inntøkufrádráttin hjá hjúnafelaganum, so viðbótin ikki lækkaði. Henda skipan var góð fyri summi, men ikki fyri øll, og tí avgjørdi undanfarna samgonga at geva pensjónistum møguleika at strika mótrokningina. Um mótrokningin varð strikað yvir ein kamb, so vildu fleiri pensjónistar mist inntøku á fleiri túsund krónur um mánaðin, og tí varð tað gjørt sum ein valskipan. Einstaki pensjónisturin kann nú velja at varðveita mótrokningina, um tað er til hennara/hansara fyrimun ella velja at strika mótrokningina, um tað er til fyrimun fyri viðkomandi. Fyri at fáa upplýst, í hvussu stóran mun pensjónistar valdu at nýta henda møguleika og strika mótrokningina, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi 26. februar 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 2 -- Svar 1. Hvussu nógvir pensjónistar hava valt at strika mótrokning millum hjún í 2020? Av teimum 2491 fólkapensjonistunum, sum í sambandi við útgjaldið fyri desember 2020 vóru fevnd av rættinum til at velja, vóru 1077, sum høvdu valt at strika mótrokning millum hjúnafelagar, svarandi til 43 prosent. (Viðmerking: tá giftur pensjonistur doyr, hevur eftirsitandi hjúnafelagin rætt til at fáa pensjónina hjá tí deyða í 3 mánaðir aftaná andláti, og tí kann vera ólíkatal av giftum) 2. Hvussu nógv fáa hesi nú meira í fólkapensjón um mánaðin? Av teimum 1077 pensjonistunum, sum hava valt at strika mótrokningina millum hjúnafelagar, eru 700, ið fáa hægri viðbót. Tey 377, sum ikki fingu hægri viðbót, hava ein hjúnafelaga, ið fær hægri viðbót. Viðbótin til teir 700 pensjonistarnar er í miðal hækkað við 1.428 kr. um mánaðin. Tað skal nevnast, at ein partur av hækkingini stavar frá broyting í § 19 í almannapensjónslógini (løgtingslóg nr. 143 frá 13. desember 2019), sum kom í gildi 1. januar 2020, samstundis sum giftir pensjonistar kundu velja at strika mótrokningina millum hjúnafelagar. Sambært broytingini í § 19 í almannapensjónslógini lækkaði sokallaða mótrokningarprosentið úr 60 niður til 20 prosent. Tað hevur ikki innanfyri svarfreistina til hendan fyrispurningin verið møguligt at kanna eftir, hvussu stórur partur av hækkingini stavar frá løgtingslóg nr. 143 frá 13. desember 2019. Eitt annað fyrivarni er, at tað á hvørjum ári er ein natúrlig frágongd frá arbeiðsmarknaðinum. Pensjonistar arbeiða minni so hvørt teir blíva eldri, og tað í sjálvum sær, gevur teimum rætt til hægri viðbót. 3. Hvussu nógv hevur hetta kostað í hægri útreiðslum til pensjón? Útreiðslur landskassans til giftar pensjonistar, sum hava valt at strika mótrokningina millum hjúnafelagar, vóru knappliga 12 mió. kr. hægri í 2020 enn í 2019 (broytingin var galdandi frá 1. januar 2020). Somu fyrivarni, sum eru nevnd í spurningi nr. 2 eru eisini galdandi her. Útreiðsluhækkingin stavar sostatt frá, at hjún hava valt at strika mótrokning millum sín, at mótrokningarprosentið er lækkað, og at fólkapensjonistar uppá eitt ár arbeiða eitt sindur minni. Tórshavn 12. mars 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður -- 2 of 2 --
092.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá Ey. Samuelsen - mótrokning millum hjún.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Eyðgunn Samuelsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um mótrokning millum hjún, settur landsstýrismanninum við almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvussu nógvir pensjónistar hava valt at strika mótrókning millum hjún í 2020? 2. Hvussu nógv fáa hesi nú meira í fólkapensjón um mánaðin? 3. Hvussu nógv hevur hetta kostað í hægri útreiðslum til pensjón? Viðmerkingar: Undanfarna samgonga setti umleið 10 milliónir av á FLU fyri 2020, so verandi pensjónistar kundu velja at strika mótrokning millum hjún. Hetta varð gjørt, tí sum skipanin er sett saman, eru tað fleiri pensjónistar, kanska flest kvinnur, ið bert fingu grundupphæddina í fólkapensjón. Hetta orsakað av, at makin antin arbeiddi ella hevði eina høga pensjón við síðuna av fólkapensjónini og nýtti inntøkufrádráttin hjá hjúnafelaganum, so viðbótin ikki lækkaði. Henda skipan var góð fyri summi, men ikki fyri øll, og tí avgjørdi undanfarna samgonga at geva pensjónistum møguleika at strika mótrokningina. Um mótrokningin varð strikað yvir ein kamb, so vildu fleiri pensjónistar mist inntøku á fleiri túsund krónur um mánaðin, og tí varð tað gjørt sum ein valskipan. Einstaki pensjónisturin kann nú velja at varðveita mótrokningina, um tað er til hennara/hansara fyrimun ella velja at strika mótrokningina, um tað er til fyrimun fyri viðkomandi. Fyri at fáa upplýst, í hvussu stóran mun pensjónistar valdu at nýta henda møguleika og strika mótrokningina, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi 26. februar 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --