← Løgtingsmál

52-091/2020

Hasfjord

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
091.21 Svar frá J. Nicalsen til B. L. Jacobsen - Hasfjord.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 10. mars 2021
J. nr.: 21/00091
Viðgjørt: AE
Svar upp á fyrispurning: nr. 52-091/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, settur
Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Hasfjord.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu ofta hevur Hasfjord verið á sleipistøð og/ella til umvælingar, síðan ferjan kom til
landið?
2. Hvussu nógv hevur tað higartil kostað at umvæla, rætta brek, keypa eykalutir og annað á
ferjuni, síðan hon kom til landið?
Svar til fyrispurning nr. 1
Strandfaraskip Landsins tørvaði eitt skip til at sigla tungan farm til Sandoynna og var Hasfjord keypur
úr Noregi til endamálið í desembur 2019.
Umvælingar vóru gjørdar í Noregi og síðan í Føroyum, fyri at lúka tey krøv, sum Skipaeftirlitið setir
fyri at skipið kann fáa siglingarloyvi. Hasfjord hevur eisini ferðafólkaloyvið til 12 ferðandi. Skipið fór
í sigling 8. mai 2020.
Hasfjord bar við botn í innsiglingini í Skopun 24. juni 2020. Nú skipið var í dokk varð avgjørt eisini
at vatnblása og mála botnin á Hasfjord, soleiðis at alt arbeiðið varð gjørt um eina leið. Hasfjord skuldi
annars á beding seinri í árinum til sama arbeiði. Skipið fór í sigling aftur 21. juli 2020.
Trupulleikar vóru við høvuðspumpuni til bógskrúvuna 19. februar 2021, og var skipið tikið úr
sigling, fram til 2. mars 2021. Harumframt hevur onkur einstakur túrur ikki verið sigldur vegna
umvælingar.
Skipið siglir vanliga týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag, og hevur bert mist eini 20 vanligar
siglingardagar.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til fyrispurning nr. 2
Tað vóru játtaðar 10. mió. kr. í 2019 til at keypa farmaskip, og til at gera neyðugar umvælingar,
tillagingar o.a., fyri at lúka tey krøv klassin setur. Strandfaraskip Landsins hevur upplýst, at skipið sjálvt
kostaði 3,5 mió. kr. og umvælingarnar 3,5 mió. kr. Sostatt kostaði tað 7,0 mió kr. at gera skipið
siglingarklárt.
Og Strandfaraskip Landsins hevur upplýst, at umvælingar, tillagingar og annað, sum eru gjørdar
eftirfylgjandi, hava kostað eini 2,0 mió. kr.
Tinganes, 10. mars 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
091.21 Spurningur til J. Nicalsen frá B. L. Jacobsen - Hasfjord.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um Hasfjord, settur landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgeni
Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu ofta hevur Hasfjord verið á sleipistøð og/ella til umvælingar, síðan ferjan kom til
landið?
2. Hvussu nógv hevur tað higartil kostað at umvæla, rætta brek, keypa eykalutir og annað á
ferjuni, síðan hon kom til landið?
Viðmerkingar:
Aftur í dag hoyrdist í miðlunum, at Hasfjord hevur brek. Skipið, sum er bygt í 1975, varð keypt til
Føroya um jóltíðir 2019, og kom til landið í 2020. Í mai 2020 fór Hasfjord í sigling, men tað tykist,
sum ferjan javnan hevur brek ella aðrar trupulleikar.
Á Løgtingi, 24. februar 2021
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --