← Løgtingsmál

52-090/2020

At styrkja fyribyrgjandi arbeiðið hjá Gigni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
090.20 Svar frá K.L.H. Johannesen til S. Stenberg - At styrkja fyribyrgjandi arbeiðið hjá Gigni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 8. mars 2021
HMR J. nr. 21/02381-8
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-090/2020 eftir § 52a í tingskipanini um at styrkja fyribyrgjandi arbeiðið
hjá Gigni, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja arbeiðið og tænastuna hjá Gigni?
2. Vil landsstýrismaðurin virka fyri at menna samstarvið millum barnapsykiatriska økið og
Gigni, so at Gigni m.a. kann ávísa børn beinleiðis til barnapsykiatriina?
3. Vil landsstýrismaðurin virka fyri, at fyribyrgjandi arbeiðið í Gigni verður styrkt við t.d.
sálarfrøðingum og sosialráðgevum tilknýttum, soleiðis at arbeiðið gerst meira tvørfakligt?
Svar:
Til spurning 1
Í sambandi við at barnatalið í landinum veksur, og samfelagsbroytingar seta stór krøv til foreldur og
børn, er tað ein áhaldandi tørvur á at styrkja arbeiðið og tænastuna hjá Gigni.
Seinastu árini er virksemið hjá Gigni styrkt og víðkað til eisini at fevna um ávikavist
fosturtøkuráðgeving og ættleiðingarráðgeving. Í løtuni eru tveir sálarfrøðingar knýttir at Gigni, ið
veita supervisión til tey starvsfólk, sum veita hesa ráðgeving. Sum spyrjarin eisini vísir til, er
peningur játtaður til at menna tilboð til børn millum 2 og 5 ár, umframt at lógin er broytt soleiðis,
at møguleiki nú eisini er hjá heilsufrøðingum at veita heilsukanning og ráðgeving við inn- og
útskúling.
í 2021 er peningur játtaður til kanningarháttin, sum kallast Alarm Distress BaBy scale (ADBB), ið
verður brúktur í londum kring okkum til at kanna sosialt afturhaldni hjá pinkubørnum. Væntandi
fara heilsufrøðingarnir við hesum kanningarhátti at avdúka sosialar og sálarligar trupulleikar
skjótari enn áður, og síðani ávísa víðari til hjálp og viðgerð. Ætlanin er, at allir heilsufrøðingar á
smábarnaøkinum hava fingið útbúgving í ADBB á heysti 2021.

-- 1 of 2 --

Dagsins samfelag setur stór krøv til familjuna. Ein stórur og týdningarmikil partur av arbeiðinum
hjá heilsufrøðingunum snýr seg um at stuðla undir at styrkja foreldraleiklutin og nærsambond í
familjuni, og hesin parturin fer at vaksa í framtíðini. Landsstýrismaðurin ætlar at uppraðfesta, at
allir heilsufrøðingar verða uppskúlaðir til familjuráðgevarar eins og í Norra. Ein slík eftirútbúgving
vil, sum skilst, geva heilsufrøðingunum størri førleika til m.a. at vegleiða og stuðla foreldrum at
ungum við rúsmisnýtslu. Hetta er eitt mál, sum landsstýrismaðurin fer at taka upp til viðgerðar við
Heilsutrygd/Gigni.
Til spurning 2
Samstarvið millum Gigni og Barna- og ungdómspsykiatriina eigur at styrkjast. Fyri at betra um
bíðitíðina í psykiatriini, hevði tað verið ein stór hjálp hjá barni og familju, um starvsfólk í Barna- og
ungdómspsykiatriini og avvarðandi heilsufrøðingur saman við familjuni kundu lagt eina ætlan fyri
at tryggja teimum bestan stuðul í bíðitíðini.
Landsstýrismaðurin fer at samskifta við Heilsutrygd/Gigni og Landssjúkrahúsið/psykiartiska økið
um, hvussu samstarvið kann styrkjast – og í hesum sambandi, um ávísingarrætturin hjá Gigni skal
broytast.
Til spurning 3
Sum nevnt eru í løtuni tveir sálarfrøðingar knýttir at Gigni, ið veita supervisión til starvsfólkið, og
eru partar av ættleiðingarráðgevingini og fosturtøkuráðgevingini. Í hvønn mun tað er tørvur á at
styrkja Gigni fyri at loysa tær uppgávur, sum liggja fyri framman, fer at verða tikið upp til viðgerðar
við Heilsutrygd/Gigni.
Heilsumálaráðið, 8. mars 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
090.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá S. Stenberg - at styrkja fyribyrgjandi arbeiði hjá Gigni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um at styrkja fyribyrgjandi arbeiðið hjá Gigni, settur landsstýrismanninum
við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja arbeiðið og tænastuna hjá Gigni?
2. Vil landsstýrismaðurin virka fyri at menna samstarvið millum barnapsykiatriska økið og
Gigni, so at Gigni m.a. kann ávísa børn beinleiðis til barnapsykiatriina?
3. Vil landsstýrismaðurin virka fyri, at fyribyrgjandi arbeiðið í Gigni verður styrkt við t.d.
sálarfrøðingum og sosialráðgevum tilknýttum, soleiðis at arbeiðið gerst meira tvørfakligt?
Viðmerkingar:
Heilsufrøðingarnir, sum starvast hjá Gigni, røkka sambært lóg øllum børnum og ungum í Føroyum.
Heilsufrøðingarnir arbeiða við heimavitjanum til allar smábarnafamiljur, við bólkavirksemi, evt.
føðifyrireiking og veita tænastu til øll skúlabørn. Heilsufrøðingarnir eru sostatt gjøgnumgangandi
fakpersónar gjørnum barnaárini og ungdómslívið.
Arbeiðið í Gigni er styrkt seinnu árini við, at peningur er játtaður til at menna tilboð til børn millum
2 og 5 ár. Gigni veitir nú eisini ættleiðingarráðgeving og ættleiðingarfyrireiking umframt, at lógin er
broytt soleiðis, at møguleiki nú eisini er hjá heilsufrøðingum at veita heilsukanning og ráðgeving
við inn- og útskúling.
Heilsufrøðingar arbeiða miðvíst við fyribyrging og heilsufremjan. Somuleiðis er lagt upp til at
avdúka møguligar heilsuvandar, trivnaðartrupulleikar og ymiskar avbjóðinagar tíðliga, og viðvirka
til, at hjálp verður sett í verk um neyðugt.
Tað hevur nú eisini verið alment frammi, at eitt styrkt samstarv millum Gigni og barnapsykiatriina
eisini hevði kunnað bøtt um støðuna við langari bíðitíð til barnapsykiatriina, við at lata møguleikan
upp fyri beinleiðis ávísingarrætti til Gigni soleiðis, at tað m.a. ber til at ávísa børn og ung við
akuttum trupulleikum.
Tað er ongin ivi um, at tað eru nógvir menningarmøguleikar á heilsufremjandi og fyribyrgjandi
økinum við at knýta aðrar fakbólkar at arbeiðinum í primeru heilsutænastuni í Heilsutrygd. Tað
hevði givið rúm fyri skjótari og lættari atgongd til hjálp til barnafamiljur og børn og ung, og harvið
eisini virkað meira fyribyrgjandi.
Tað svitast ikki, at fyribyrging og heilsufremjan er betri enn hjálp og viðgerð. Hóast flest øll eru
samd í hesum, so skerst ikki burtur, at nógv meira kann gerast á fyribyrgjandi økinum.
Fyribyrging og heilsufremjan má snúgva seg um at fremja trivnað, lívsgleði og góða heilsu. Tað má
m.a. taka støði í at meistra lívsins avbjóðingar, at styrkja felagsskapskensluna og felagsskapsandan.
Tað má geva børnum og ungum bestu grundkor, førleikar og eginleikar at trína út í lívið við. Eg
síggi ein vanda í, at rákið seinnu árini í stóran mun hevur snúð seg um at finna út av, hvat børnum
feilar. At screena og annað eftir, hvat børnini ikki megna, heldur enn at leita eftir, hvat børnini
megna. Harvið er ikki sagt, at trupulleikar ikki skulu avdúkast tíðliga; tað skulu teir, men at
meginreglan verður at taka støði í, hvussu børn og ung trívast, meistra og mennast. Eisini um tey
hava ávísar avbjóðingar.

-- 1 of 2 --

Okkum tørvar eitt nýtt heilsufremjandi og tvørfakligt perspektiv. Tí hesir spurningar.
Á Løgtingi, 24. februar 2021
Sirið Stenberg

-- 2 of 2 --