52-089/2020
Hjálparpakkar til íverksetarar og smærri vinnurekandi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mar. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
089.20 Svar frá H. Abrahamsen til A. V. Johannesen - Hjálparpakkar til íverksetarar og smærri vinnurekandi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
1 / 3 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning frá Aksel V, Johannesen, løgtingsmanni, um hjálparpakkar til íverksetarar og smærri vinnurekandi, (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispuringur 1. Heldur landsstýrismaðurin, at íverksetarar og smærri vinnurekandi hava fingið nóg góðan stuðul til at klára seg ígjøgnum koronutíðina? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at endurskoða Hjálparpakka 2 og umsitingina av hesum? 3. Kunnu íverksetarar og smærri vinnurekandi vænta sær størri stuðul frá landsstýrinum í sambandi við íkomnu støðuna við koronusmittuni? Svar Til nr. 1 Hjálparpakki 1 spenti eitt trygdarnet undir løntakarar og arbeiðsgevarar, og var ætlaður at forða fyri hópuppsagnum vegna óvissuna um framtíðarútlit, grundað á COVID-19. Stuðul eftir hjáparpakka 2 og 3 var fyri fastar útreiðslur, fyri at fyritøkurnar við neyðugum tillagingum kundu hóra undan og fyri at sleppast kundi undan hóphúsagangi. Fyri at eggja til, at fyritøkurnar gjørdu neyðugar tillagingar, varð stuðul bert latin fyri fastar útreiðslur, men ikki aðrar rakstrarútreiðslur, t.e. rakstrarútreiðslur, sum skifta við rakstrinum. Tó vóru eisini í mesta lagi 10 kjarnustarvsfólk fevnd í hjálparpakka 3. Stuðul varð veittur fyri fastar útreiðslur við fylgjandi prosentstigi: • 75%, um afturgongdin í umsetninginum var 60-100%. • 50%, um afturgongdin í umsetninginum var 40-60%. Hjálparpakki 2 Eftir hjálparpakka 2 var hámarkið fyri stuðlinum 80 tús. kr./mánað fyri hvørja fyritøku. Hjálparpakki 2 var serliga ætlaðar smærri fyritøkum, men tað var ikki ein treyt fyri at fáa stuðul, at talan var um smærri fyritøkur. Eftir hjálparpakka 2 varð umsóknin grundað á mettar inntøkur og útreiðslur, og stuðulin varð tí reguleraður aftan á stuðulstíðarskeiðið. Eftir hjálparpakka 2 komu 129 umsóknir við fyribils uppgerðum. Av teimum vórðu 6 umsóknir sýttar, tí grundleggjandi treytir ikki vóru loknar. 26 fyritøkur skuldu gjalda allan stuðulin aftur, antin tí tær ikki lótu endaliga uppgerð inn, ella tí at niðurgongdin í umsetningi var minni enn 40%. TAKS gjørdi regulering í útreiðslunum hjá 26 fyritøkum, tí mett varð ikki, at talan var um fastar útreiðslur, og tískil skuldi fyritøkan rinda part av stuðlinum aftur. Harumframt vóru aðrar 30 fyritøkur, har talan var um automatiska regulering í samband við uppgerð. Hetta var antin tí tey bert skuldu hava endurgoldið 50% og ikki 75%, sum væntað varð í umsóknini, ella tí onkur -- 1 of 3 -- 2 / 3 útreiðslupostur bleiv minni enn væntað. 30 fyritøkur fingu hægri stuðul, eftir at uppgerðin varð latin inn, enn væntað varð í umsóknini. Hjálparpakki 3 Hjáparpakki 3 var ætlaður ferðavinnufyritøkum. Hámarkið fyri stuðlinum varð hækkað til 10 mió. kr. til hvørja ferðavinnufyritøku og tað kundi eisini latast stuðul fyri lønir til kjarnustarvsfólk og avskrivingar. Mótroknast skuldi í stuðli, sum varð latin eftir hjálparpakka 2. Umsóknir eftir hjálparpakka 3 kundu latast inn aftan á stuðulstíðarskeiðið, og hesar umsóknir vóru tí grundaðar á veruligar inntøkur og útreiðslur í stuðulstíðarskeiðinum. Tað var sostatt ikki í sama mun tørvur á reguleringum aftaná. Inn komu 38 umsóknir, og harav vórðu 31 játtaðar. Tær sjey, ið vórðu sýttar, uppfyltu ikki grundleggjandi krøvini um at kunna søkja um stuðul. Av teimum 31 vórðu níggju mótroknaðar heilt ella lutvíst. Hjá 7 av teimum 31 vórðu reguleringar gjørdar – serliga var tað í lønarútreiðslum, og tí at stuðul ikki skuldi veitast til útreiðslur til grannskoðara í samband við umsóknina. Niðurstøða viðvíkjandi spurningi 1 Eg meti, at fyrisitingin av stuðlinum hevur verið í samsvari við lógir og kunngerðir, og at hjálparpakkarnir saman við neyðugum tillagingum og vælvild frá peningastovnum, hava rokkið sínum endamálið og viðvirkað til, at fyri at fyritøkurnar - eisini tær smærru fyritøkurnar - við neyðugum tillagingum hava kunnað hórað undan og aftur virka, so hvørt avmarkingar á virksemið, orsakað av korona, eru linkaðar. Til nr. 2 og 3 Útlitini fyri føroyska búskapin eru góð í løtuni. Seinast uppgjørda arbeiðsloysið í desember 2020 var einans 1,3%. Tað svarar til áleið 400 fulltíðararbeiðsleys. Nógv størv eru hartil leys at søkja í løtuni. Løntakaratalið var 26.411 í januar 2021 mótvegis 26.502 í januar 2020, og stendur sostatt í stað. Samlaðu lønargjaldingarnar fyri 2020 vóru 10,271 mia. kr. mótvegis 10,064 mia. kr. í 2019, ein vøkstur upp á 2%. Føroyar hava búskaparliga klárað seg óvanliga væl gjøgnum koronakreppuna samanborið við onnur lond. Tað er rætt, at fleiri íverksetarar og smærri vinnurekandi hava havt tað trupult seinasta árið, men nú lýsnar av álvara. Eftir ætlan verða føroyingar liðugt koppsettir longu í juni í ár og kann samfelagið tá í stóran mun lata uppaftur. Tað er besti hjálparpakkin, hesar fyritøkur kunnu fáa. Tær fyritøkur, sum væntast at fáa ein lønandi rakstur, tá samfelagið aftur verður rikið sum vanligt, fáa óivað ta neyðugu hjálpina frá peningastovnunum hesar næstu fáu mánaðirnar. Broytist støðan aftur til tað verra, og tað ímóti øllum væntanum ikki ber til at lata uppaftur sum ætlað, kann sjálvandi gerast neyðugt við almennum tiltøkum, sum tað bleiv gjørt við t.d. hjálparpakkunum. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 5. mars 2021 -- 2 of 3 -- 3 / 3 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
089.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá A. V. Johannesen - Hjálparpakkar til íverksetarar og smærri vinnurekandi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. feb. 2021
Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um hjálparpakkar til íverksetarar og smærri vinnurekandi, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Heldur landsstýrismaðurin, at íverksetarar og smærri vinnurekandi hava fingið nóg góðan stuðul til at klára seg ígjøgnum koronutíðina? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at endurskoða Hjálparpakka 2 og umsitingina av hesum? 3. Kunnu íverksetarar og smærri vinnurekandi vænta sær størri stuðul frá landsstýrinum í sambandi við íkomnu støðuna við koronusmittuni? Viðmerkingar: Í apríl mánaði samtykti Løgtingið Hjálparpakka 2, ið var ein stuðul til vinnuna, sum eftir tilmæli frá landsstýrinum legði nógv ella alt virksemið stilt í fleiri mánaðir. Stuðulin var til skjalprógvaðar, fastar rakstrarútreiðslur, og at rokna sum fastar rakstrarútreiðslur vóru húsaleiga, rentur, trygging, óuppsigiligar avtalubundnar útreiðslur í tíðarskeiði num, el, hiti o.a. Í umsóknarblaðnum varð stuðulin tilskilaður í nevndu øki, harumframt var ein teigur til aðrar útreiðslur. Men fleiri fyritøkur hava merkt, at virksemi teirra ikki varð fevnt av stuðlinum frá landinum, tí at talan ikki er um fyritøkur av siðbundna slagnum við jøvnum, føstum útreiðslum. Sum dømi kunnu nevnast ferðavinnufyritøkur, har rakstrarútreiðslurnar sveiggja nógv gjøgnum árið og har marknaðarføring áðrenn háárstíð er ein stórur og neyðugur partur av virkseminum. Marknaðarføring varð ikki góðkent sum aðrar rakstrarútreiðslur sambært Hjálparpakka 2. Fleiri av hesum fyritøkunum heftu sostatt fyri útreiðslur til tilfar og framleiðslur, sum vóru avtalaðar áðrenn korona fór at gera um seg, og sum tær tí ikki sluppu undan. Hetta hevur sett nógvar íverksetarar og smærri fyritøkur í eina svára støðu. Spurningurin er, um Hjálparpakki 2 tænir endamálinum til fulnar, ella um umsitingin av hjálparpakkanum møguliga er grundað á eina avmarkandi fatan av hugtakinum rakstrarútreiðslur. At MVG fyri fyrsta ársfjórðing varð útsett, hjálpti væl hjá summum fyritøkum, men í oktobur mánaði, tá stuðulin varð gjørdur upp, fingu fleiri fyritøkur stórar rokningar frá TAKS, tí stuðulin ikki varð góðtikin av omanfyrinevndu orsøkum, og hartil sera stutta freist til at rinda bæði stuðul og MVG aftur. Hetta var í sama ári, sum virksemið steðgaði, og meðan koronusmittan framvegis gjørdi um seg og forðaði virkseminum. Seinastu árini hava vit sæð ein stóran vøkstur av smáum fyritøkum í føroyska vinnulívinum. Undanfarna samgonga gjørdi tað lættari at stovna og reka vinnufyritøkur í vinnufelagsformi, og síðan 2017 eru fleiri hundrað nýggj íverksetarafeløg sett á stovn. Við hesum er komið eitt størri fjølbroytni í vinnulívið og við fleiri aktørum í vinnuni, verða virðini savnað á fleiri hondum. Men nógvar av hesum smáu og nýstovnaðu fyritøkunum eru sera merktar av koronusmittuni, og tí er vandi fyri, at tær mugu snara lyklinum eina seinastu ferð. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 23. februar 2021 Aksel V. Johannesen -- 2 of 2 --