← Løgtingsmál

52-088/2020

Verkætlanin Víkingaskip í Hovi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
088.20 Svar frá J. av Rana til B. L. Jacobsen - Verkætlanin Víkingaskip í Hovi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsveg 3
100 Tórshavn
Dagfesting: 22. februar 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-126
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-088/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, eftir
Tingskipanini § 52 a.
Fyrispurningur um verkætlanina Víkingaskip í Hovi, settur Jenisi av Rana,
landsstýrismanni við uttanríkis- og mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv er goldið út av stuðlinum til verkætlanina Víkingaskip í Hovi?
2. Hvussu nógvan fíggjarligan stuðul kunnu fyrireikararnir vænta sær til verkætlanina frá tí
almenna?
3. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera, fyri at verkætlanin kann gerast veruleiki?
Svar
Svar til 1: Síðan 2019 hava kr. 150.000 árliga verið játtaðar á løgtingsfíggjarlógini at seta gongd
á verkætlanina at byggja víkingaskip og neyst í Hovi.
Felagið Víkingaskip fekk í 2019 útgoldið stuðulin, kr. 150.000, at seta gongd á verkætlanina at
byggja víkingaskip og neyst í Hovi. Í skrivi til felagið Víkingaskip í juli 2019 boðaði
Mentamálaráðið frá, at stuðulin, kr. 150.000, skuldi brúkast til eina forverkætlan, ið á ongan hátt
skuldi binda landið at játta stuðul til verkætlanina at byggja neyst og skip í fullari stødd.
Svar til 2: Í sambandi við at felagið Víkingaskip í 2017 fór undir at søkja um stuðul til
verkætlanina at byggja víkingaskip og neyst, fekk felagið skriv frá Mentamálaráðnum um at
ráðið hevði í hyggju at stuðla verkætlanini við 3 mió. kr., treytað av, at Løgtingið tók undir við
ætlanini. Talan var um eitt skriv at hjálpa felagnum at søkja stuðul úr donskum grunnum, men
peningurin varð ikki settur av á løgtingsfíggjarlógini.
Svar til 3: Arbeitt hevur verið við ætlanini um at byggja víkingaskip og neyst í Hovi í nógv ár,
men tað hevur gingið striltið at fáa fígging til vega.
Felagið Víkingaskip boðaði í oktober 2020 frá, at forverkætlanin, ið skuldi fyrireika bygging av
neysti og skipi, av ymsum orsøkum var slept, og at felagið í staðin hevði keypt tekningar til
annað skip. Í umsókn, dagfest 28. oktober 2020, varð søkt um mest møguligan stuðul til sjálva

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
verkætlanina, sum er mett at kosta kr. 17.099.740. Í umsóknini boðaði felagið frá, at søkt var
aðrar vegir um stuðul, men at einki svar var komið enn. Felagið Víkingaskip boðaði somuleiðis
frá, at ætlanin var at brúka stuðulin, kr. 150.000, ið var settur av á løgtingsfíggjarlógini í 2020 til
at byggja eina smiðju at smíða seym til víkingaskipið.
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur boðað felagnum Víkingaskip frá, at ráðið ikki metir, at
grundarlag er fyri at seta gongd á bygging, tá felagið Víkingaskip ikki kann vísa á, hvussu
ætlanin er at fíggja tær 17 mió. kr., ið verkætlanin er mett at kosta.
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur somuleiðis boðað felagnum Víkingaskip frá, at stuðulin, ið
er játtaður á løgtingsfíggjarlógini kann verða goldin út, um hann verður brúktur til fyrireiking av
verkætlanini.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
088.20 Spurningur til J. av Rana frá B. L. Jacobsen - Verkætlanin Víkingaskip í Hovi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um verkætlanina Víkingaskip í Hovi, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni
við uttanríkis- og mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu nógv er goldið út av stuðlinum til verkætlanina Víkingaskip í Hovi?
2. Hvussu nógvan fíggjarligan stuðul kunnu fyrireikararnir vænta sær til verkætlanina frá tí
almenna?
3. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera, fyri at verkætlanin kann gerast veruleiki?
Viðmerkingar:
Fyrr í ár var sjøtul settur á verkætlanina Víkingaskip í Hovi. Peningur hevur áður verið settur av á
fíggjarlógini til verkætlanina, og eisini hevur Mentamálaráðið í 2017 givið tilsøgn um stuðul á
tríggjar milliónir krónur.
Tørvur er á peningi til eina slíka verkætlan, og tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 18. februar 2021
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --