← Løgtingsmál

52-087/2020

Veðurlagspolitikkur Føroya

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
087.20 Svar frá H. Abrahamsen til H. Pálsdóttir - veðurlagspolitikkur Føroya.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning eftir § 52 a í Tingskipanini frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu um
veðurlagspolitikk Føroya.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at gera ein nýggjan veðurlagspolitikk fyri Føroyar ?
2. Nær ætlar landsstýrismaðurin at bjóða øllum flokkum við í arbeiðið fyri at fáa breiða semju um
veðurlagspolitikkin ?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja sær, at veðurlagspolitikkurin verður fylgdur,
soleiðis at vit røkka málinum at minka um okkara útlát?
Svar:
Til 1
Føroyar standa í tí støðu, at okkum vantar ein dagførdan veðurlagspolitikk og greið mál at minka
um útlátið av vakstrarhúsgassi, sum kunnu avloysa veðurlagspolitkkin, sum í 2009 varð einmælt
samtyktur í Løgtinginum stutt fyri stóra COP 15 veðurlagsfundin í Keypmannahavn. Tá eydnaðist
tað tásitandi samgongu og andstøðu at semjast um ein veðurlagspolitikk, har málið var at minka
útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 20 prosentum fram til 2020 í mun til útlátstølini í 2005.
Eisini fekst ein semja í lag við donsku stjórnina um, at útlátstølini fyri Føroyar skuldu fráboðast
Sameindu Tjóða serskilt og ikki sum ein partur av tølunum hjá Danmark. Fyri Føroyar hevur tað
merkt, at vit hava greið tøl, sum vísa, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassi minkar ella veksur ár eftir
ár.
Søgan hesi 11 árini hevur víst okkum, at hóast allir flokkar á tingi gjørdu eina breiða semju um
veðurlagspolitikkin, so eydnaðist tað okkum ikki at røkka málunum um at minka útlátið stórvegis í
tíðarskeiðinum 2010-2020. Høvuðsorsøkin er, at vit politiskt ikki hava megnað at fremja tey átøk,
sum veruliga muna. Vit hava kanska vónað, at skjótt syftu seiðirnir fóru at muna meira og hava ikki
megnað at fara undir tað tunga takið enn. Sum dømi kunnu nevnast byggilógin og bygnings-
kunngerðin, sum seta krøv til bygging og bjálving av nýggjum húsum og bygningum, og
elveitingarlógin, sum lat upp fyri skjótari útbygging av vindorku og avgjaldslættar til góðkendar
hitapumpur og el- og vetnisbilar eftir mvg-lógini og lóg um skrásetingargjald av akførum.
Tað er tí framhaldandi okkara felags ábyrgd og uppgáva at vísa á gongdar leiðir at minka útlátið av
vakstrarhúsgassi. Seinasta heyst setti eg tí ein arbeiðsbólk at fyrireika eitt uppskot til orku- og
veðurlagspolitikk. Bólkurin hevur í sínum arbeiði tikið støði bæði í samgonguskjalinum hjá sitandi
samgongu og í frágreiðingum, sum undanfarna samgonga lat gera. Á henda hátt vóni eg at byggja
brýr millum flokkar, andstøðu og samgongu og valskeið.

-- 1 of 2 --

Til 2
Fyri fáum døgum síðani fekk eg fyrsta útkastið um veðurlagspolitikk frá arbeiðsbólkinum. Talan er
um spennandi útspæl, ið hevur fleiri enn 20 ymisk uppskot um átøk, sum kunnu skerja føroyska
útlátið av veðurlagsgassum. Útspælið frá arbeiðsbólkinum verður grundarlag undir politiska
arbeiðinum við at evna til endaliga veðurlagspolitikk Føroya fyri komandi árini.
Eg fari um fáar dagar at bjóða umboðum fyri politisku flokkarnar á fund fyri at leggja fram eitt
uppskot um veðurlagspolitikk. Vónin er at fáa semju um veðurlagspolitikkin, t.e. bæði
veðurpolitisku málini og átøkini, sum skulu tryggja, at málini verða nádd. Somuleiðis er ætlanin, at
bæði mál og átøk verða samtykt í Løgtinginum sum uppskot til samtyktar, áðrenn Løgtingið fer til
hús seinni í vár.
Komandi vikurnar er ætlanin at inndraga viðkomandi vinnugeirar, áhugafeløg v.m. í arbeiðið við at
evna til veðurlagspolitikkin. Eisini verður umhugsað at skipa fyri almennum tiltaki at kunna um
ætlanirnar á veðurlagsøkinum.
Umráðandi er, at vit fáa so stóra semju um orku- og veðurlagspolitikkin sum til ber, tí talan er
málsøki, har stór tøk skulu takast í áratíggju. Politisk semja er tískil neyðug fyri at tryggja eina
støðufasta kós í langa tíð frameftir.
Til 3
At handhevja ein politikk er trupult, tí at styrkin í einum politikki sjáldan er sterkari enn tann til eina
og hvørja tíð ráðandi politiska skipanin og stevnumið hennara. Politikkurin er ætlaður sum politiska
semjan, kósin og karmurin um, hvussu vit í felag ætla at flyta okkara samfelag fram á grønu orku-
og veðurlagsleiðini. Sum nevnt er ætlanin, at málini, vit seta okkum, og átøkini, ið skulu fremjast,
verða samtykt av Løgtinginum.
Tá málini eru sett, kunnu vit heilt ítøkiliga fara undir at fremja átøkini, sum krevjast fyri at røkka
málunum. Fleiri av átøkunum, ið ætlandi gerast bulurin í veðurlagspolitikkinum, eru rættiliga
ítøkilig og tað er somuleiðis rættiliga greitt, hvørjar lógir og skipanir skulu tillagast fyri at tryggja
eina burðardyggari samfelagsmenning. Grøna orkuskiftið verður ein hornasteinur í hesi tilgongdini.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 2. mars 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
087.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá H. Pálsdóttir - veðurlagspolitikkur Føroya.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Hervør Pálsdóttir
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um veðurlagspolitikk Føroya, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og
vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at gera ein nýggjan veðurlagspolitikk fyri Føroyar ?
2. Nær ætlar landsstýrismaðurin at bjóða øllum flokkum við í arbeiðið fyri at fáa breiða semju
um veðurlagspolitikkin ?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja sær, at veðurlagspolitikkurin verður fylgdur,
soleiðis at vit røkka málinum at minka um okkara útlát?
Viðmerkingar:
31. desember 2020 gekk veðurlagspolitikkur Føroya út. Tað vil siga, at síðan tá hava Føroyar ongan
almennan veðurlagspolitikk havt. Landsstýrismaðurin hevur úttalað seg í miðlunum um, at hann
arbeiðir við einum nýggjum veðurlagspolitikki. Hesin fyrispuringur verður settur fyri at fáa at vita,
hvussu tað gongur við arbeiðinum at gera ein nýggjan veðurlagspolitikk.
Á Løgtingi, 18. februar 2021
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --