← Løgtingsmál

52-086/2020

Talgildi Samleikin og góðkenningar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
086.20 Svar frá J. Nicalsen til J. Dahl - Talgilda Samleikan og góðkenningar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 02. mars 2021
J. nr.: 21/00078
Viðgjørt: MM/BAB
Svar upp á fyrispurning nr. 52-086/2020 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Talgilda Samleikan og peningastovnar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví kann Talgildi Samleikin ikki brúkast til netbankar hjá peningastovnunum?
2. Nær kann væntast, at Talgildi Samleikin kann góðkennast og brúkast til netbankar hjá
peningastovnum?
3. Hvat væntast kostnaðurin at vera fyri at náa hesum máli og annars at fáa góðkenning eisini
aðrastaðni í okkara grannalondum?
1.
Svar:
Á várið 2015 gjørdu Felagið Føroyskir Peningastovnar og landsstýrisfólkini í Vinnumálum og
fíggjarmálum avtalu um at føroyskir peningastovnar fóru at brúka eina felags føroyska talgilda
undirskrift.
Í juni 2015 varð strategi fyri Talgildu Føroyar, har ímillum eisini strategi fyri talgilda samleikan
løgd fram, og á heysti 2015 varð fyrireikingararbeiðið sett í verk fyri talgilda samleikan.
Tann 1. juli 2016 varð samstarvsavtala undirskrivað millum landsstýrið og felagið fyri føroyskar
peningastovnar, um at føroyingar skulu kunna nýta føroyska samleikan til tænastur hjá
peningastovnunum, og at peningastovnarnir vóru við til at fíggja verkætlanina.
Á vári 2017 varð lóg um Talgildu Føroyar samtykt á Løgtingi, og varð menningin av talgilda
samleikanum send í útboð. Hetta útboðið vann eitt samtak millum Klintra og Føroya Tele.
Loysnin skuldi verða liðugt ment í 2019 og klár at taka í nýtslu í 2019. Raksturin av talgilda
samleikanum varð sendur í útboð apríl 2018. Elektron vann útboðið, og tekur sær av rakstrinum
tey fyrstu árini.
Lógin um Talgilda Samleikan varð samtykt í mai 2019. Sambært lógini skulu allir almennir
myndugleikar, almenn partafeløg og peningastovnar loyva persónum at nýta føroyska talgilda
samleikan til eyðmerking.
Samleikin varð yvirtikin í mai 2020. Síðani oktobur 2020 hava føroyingar kunna fingið sær
Talgilda Samleikan. Samleikin hevur kostað 60 mió. kr. at menna. Føroyski Samleikin er millum

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
teir fremstu í øllum heiminum. Í løtuni eru fleiri føroyski stovnar, fyritøkur og kommunur í holt
við at menna atkomu til samleikan. Eisini eru fyrispurningar úr útlondum um at góðkenna
samleikan til eyðmerking av tænastum uttanlands.
Í oktobur 2020 hava føroysku peningastovnarnir boðað frá, at føroyski samleikin kann brúkast til
netbankan í 2021 og at føroyskir peningastovnar mæla sínum kundum at útvega sær og brúka
Samleikan til aðrar tænastur.
Ætlanin er sostatt, at netbankarnir verða knýttir í Talgilda Samleikin í heyst. Í løtuni samstarva
Talgildu Føroyar og peningastovnarnir um menningina av skipanini, og veitarin hjá
peningastovnunum (SDC A/S) er í fer við at gera royndir, har Samleikin verður nýttur at innrita í
teirra test-skipan.
Vegna nýggj altjóða lógarkrøv til peningastovnar (PSD2), er arbeiðið við at knýta netbankarnir í
Talgilda Samleikan seinkað. Nevndu lógarkrøv hava við sær týðandi broytingar av Talgilda
Samleikanum, soleiðis at møguligt verður hjá peningastovnunum at nýta Samleikan í sambandi
við at undirrita skjøl og peningaflytingar. Broytingarnar av Talgilda Samleikanum verða mettar
at kosta 2,5 mió. kr., og taka umleið 6 mánaðir at menna og seta í verk.
Tekniskt sæð kann Talgildi Samleikin nýtast til at rita inn á netbankarnir, sum nú er. Vegna
nýggju altjóða lógarkrøvini (PSD2) hava føroyskir peningastovnar tó avgjørt at bíða við at knýta
netbankarnir í Talgilda Samleikan til nýggju krøvini eru liðug ment.
Talgildu Føroyar vórðu gjørdar varugar við nýggju lógarkrøvini síðst í 2020, og tí hevur ikki
verið møguligt at fremja broytingarnar áðrenn íverksetanina av Talgilda Samleikanum í oktober
2020.
Talgildi Samleikin fekk í oktober 2020 altjóða lóggilding (certificering). Hetta merkir, at Talgildi
Samleikin lýkur ES lóggávu á økinum, sum er ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at Samleikin
kann brúkast av føroyingum til at fáa atgongd til talgildar tænastur í okkara grannalondum.
Tinganes, 02. mars 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
086.20 Spurningur til J. Nicalsen frá J. Dahl - Talgilda Samleikan og góðkenningar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Johan Dahl
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um Talgilda Samleikan og góðkenningar, settur landsstýrismanninum við
fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hví kann Talgildi Samleikin ikki brúkast til netbankar hjá peningastovnunum?
2. Nær kann væntast, at Talgildi Samleikin kann góðkennast og brúkast til netbankar hjá
peningastovnum?
3. Hvat væntast kostnaðurin at vera fyri at náa hesum máli og annars at fáa góðkenning eisini
aðrastaðni í okkara grannalondum?
Viðmerkingar
Tað hevur verið alment frammi, at Talgildi Samleikin ikki kann brúkast í sambandi við netbankar
hjá peningastovnunum, til tann tørv sum viðskiftafólk hava har. Hetta er at undrast yvir.
Tað er sagt, at Talgildi Samleikin skal vera góðkendur aðrastaðni at brúka, men tað sær ikki út til at
vera veruleiki.
Sjálvur var eg sum landsstýrismaður í vinnumálum, saman við landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, við til at sjóseta hesa verkætlan um Talgilda Samleikan. Vit sóu tað sera neyðuga í,
at vit flyta okkum yvir í ein alt meira talgildan gerandisdag og til at nýta talgildar tænastur, ið sum
frá líður eisini effektiviserar og ger okkara vanligu atgongd til tænastur smidligari, skjótari og
lættari.
Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 17. februar 2021
Johan Dahl

-- 1 of 1 --