52-085/2020
Avgerðir og ætlanir fyri menningarsamstarv Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. mar. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
085.20 Svar frá J. av Rana til H. Hoydal - Avgerðir og ætlanir fyri menningarsamstarv Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 3 100 Tórshavn Dagfesting: 1. mars 2021 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-129 Svar upp á fyrispurning nr. 52-085/2020 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52 a. Fyrispurningur um avgerðir og ætlanir fyri menningarsamstarv Føroya, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni við uttanríkis- og mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvørjar avgerðir og ætlanir eru lagdar fyri menningarsamstarv Føroya, síðan nýtt Løgting og landsstýri tóku við í september 2019? 2. Eru menningarverkætlanir og -samstørv broytt síðan 2019? 3. Hvør situr í nevndini, sum ráðgevur landsstýrismanninum um menningarsamstarv, eru nakrar broytingar gjørdar í nevndini síðan valið – og um so er, hvørji fólk eru vald og skift út? 4. Hvørjar ætlanir ella samstørv eru stuðlað síðan løgtingsvalið, hvørjar ætlanir eru lagdar og hvørji tilmæli hevur nevndin gjørt til landsstýrismannin og við hvørjum grundgevingum? 5. Hvussu er játtanin brúkt í 2020, og hvussu er ætlanin at brúka játtanina í 2021, 2022 og 2023? Svar Til 1: Menningarsamstarv og neyðhjálp hava fremstu raðfesting hjá landsstýrinum, og játtanin er fleirfaldað seinnu árini, úr trimum upp í níggju milliónir um árið. Økta játtanin er ein liður í hugsjónini um, at Føroyar sum eitt ríkt og framkomið land skulu taka størri ábyrgd í altjóða samfelagnum og vera við til at menna og hjálpa, har tørvur er. Harumframt er málið at raðfesta føroyska luttøku ovarlaga. Føroysk luttøka er raðfest í viðurkenning av, at Føroyar hava nógv at lata og eins nógv at læra í altjóða samstarvi fyri menning og friði. Føroyingar hava í fleiri ár virkað runt allan heimin í hjálpararbeiði av ymsum slag, summi útfrá útlendskum og onnur ígjøgnum føroyskum hjálparfelagsskapum. Landsstýrið virðismetir hetta arbeiðið sera høgt og viðurkennir stóru tøkini, ið hesi taka, fyri at bøta um og menna lívskorini hjá teimum, ið ikki fingu eins góðar umstøður at liva undir, sum vit her heima. Raðfestu økini innan menningarsamstarv eru heimsmálini 1, 2, 3, 4, 5 og 14. Ráðgevandi nevndin fyri altjóða menningarsamstarv orðaði í august í 2020 leiðreglur fyri stuðli til menningarsamstarv, sum støði verður tikið í, tá umsóknir verða viðgjørdar og tilmæli gjørt til landsstýrismannin. Leiðreglurnar eru tøkar á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Til 2: Einki er broytt viðvíkjandi teimum samstarvsavtalum, ið undanfarni landsstýrismaður undirritaði vegna landsstýrið, og raðfestu økini (heimsmálini 1,2,3,4,5 og 14) eru enn tey somu. Eins og áður verða innkomnar umsóknir um stuðul viðgjørdar í ráðgevandi nevndini fyri altjóða menningarsamstarv (við støði í áðurnevndu leiðreglum), og tilmæli skrivað til landsstýrismannin at taka støðu til. Til 3: Í ráðgevandi nevndini fyri altjóða menningarsamstarv sita Ann Hermansdóttir, forkvinna, Bárður Lydersen, Óli Wolles, Margretha Kjærbæk og Finn Johannessen. Øll eru nýggj í nevndini. Til 4: Sambært Tingskipanini § 52 a, stk.4 skal svarið verða stutt og greitt orðað. Tískil ber ikki til at svara eins útgreinandi, ið spurningurin leggur upp til. Tó kann upplýsast, at síðani løgtingsvalið hevur landsstýrið latið stuðul til 9 umsóknir um menningarsamstarv, 15 umsóknir um neyðhjálp, umframt stuðul í samsvari við tær samstarvsavtalur, ið undanfarni landsstýrismaður gjørdi við ávikavist Reyða Kross Føroyar, Bláa Kross Føroyar/Altjóða Bláa Kross, P/f Fiskaaling og Fróðskaparsetur Føroya. Harumframt varð bráfengishjálp latin til Beirut, Libanon, umvegis Reyða Kross Føroyar. Umsitingin og ráðgevandi nevndin fyri altjóða menningarsamstarv viðgjørdu umsóknirnar við støði í leiðreglunum fyri stuðli til menningarsamstarv og neyðhjálp, og tilmæli latið landsstýrismanninum samsvarandi. Til 5: Av játtanini í 2020 vórðu 2.307.732 kr. latnar í stuðli til mennnigarsamstarv og 6.692.268 kr. í stuðli til neyðhjálp. Umsóknirnar í 2020 vóru nógv merktar av COVID-19 farsóttini; serliga vóru nógvar av umsóknunum um neyðhjálp grundaðar á avleiðingar av farsóttini. Viðvíkjandi játtanunum í 2021, 2022 og 2023 so verður nýtslan í stóran mun tengd at umsóknum, ið koma inn, og í hvønn mun tær lúka treytirnar og eru í samsvari við leiðreglurnar og raðfestu økini. Viðmerkjast kann, at 15 av umsóknunum, ið fingu stuðul í 2020, vóru frá føroyskum hjálparfelagsskapum ella útlendskum hjálparfelagsskapum, ið samstarva við føroyingar ella føroyskar hjálparfelagsskapir. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
085.20 Spurningur til J. av Rana frá H. Hoydal - avgerðir og ætlanir fyri menningarsamstarv Føroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. feb. 2021
Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um avgerðir og ætlanir fyri menningarsamstarv Føroya, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni við uttanríkis- og mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvørjar avgerðir og ætlanir eru lagdar fyri menningarsamstarv Føroya, síðan nýtt Løgting og landsstýri tóku við í september 2019? 2. Eru menningarverkætlanir og -samstørv broytt síðan 2019? 3. Hvør situr í nevndini, sum ráðgevur landsstýrismanninum um menningarsamstarv, eru nakrar broytingar gjørdar í nevndini síðan valið – og um so er, hvørji fólk eru vald og skift út? 4. Hvørjar ætlanir ella samstørv eru stuðlað síðan løgtingsvalið, hvørjar ætlanir eru lagdar og hvørji tilmæli hevur nevndin gjørt til landsstýrismannin og við hvørjum grundgevingum? 5. Hvussu er játtanin brúkt í 2020, og hvussu er ætlanin at brúka játtanina í 2021, 2022 og 2023? Viðmerkingar: Føroyar lata enn ikki sum tjóð eina játtan til menningarsamstarv, ið samsvarar við ríkidømi landsins og okkara altjóða skyldur. Kortini varð játtanin til menningarsamstarv fleirfaldað á fíggjarlógini í árunum frá 2016 til 2019. Játtanin hevur síðan løgtingsvalið í 2019 staðið í stað og liggur á 9 mió. kr. árliga. Spyrjaranum kunnugt hava skiftandi landsstýri havt ráðgevandi nevndir at ráðgeva um, hvussu menningarsamstarvið kann skipast við verkætlanum. Síðan valið hevur lítið verið at frætt um menningarsamstarv Føroya, og um hvørjar ætlanir og samstørv eru framd og løgd til rættis. Tí verður fyrispurningurin settur landsstýrismanninum. Á Løgtingi 17. februar 2021 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --