← Løgtingsmál

52-084/2020

Koppingarætlan fyri koronu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. mar. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
084.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til H. Hoydal - Koppingarætlan fyri koronu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 1. mars 2021
HMR j. Nr. 21/01920-3
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning frá tingmanninum Høgna Hoydal løgtingsmál nr. 52-084/2020: um
koppsetingarætlan fyri koronu,
Fyrispurningur
1. Hvussu er raðfestingin gjørd fyri at koppseta fólk fyri koronu – t.e. hevur landsstýrið saman
við føroyskum fakfólki viðgjørt og gjørt eina raðfesting við støði í føroyska samfelagnum,
ella er talan um einvíst at fylgja vegleiðingunum frá donskum myndugleikum?
2. Hvussu er grundgivið og ásett, hvørji fólk eru í serligum vandabólki, og hvussu er
tíðarætlanin fyri ymsu bólkarnar – herundir kroniskt sjúk, fólk ið bera brek og fjølbrek, fólk
ið eru og skulu undir viðgerð uttanlands og avvarðandi hjá hesum bólkum v.m.?
3. Eru atlit tikin til fólk, har vantandi samband við onnur hevur serligar sálarligar og kropsligar
avleiðingar?
4. Hvussu er raðfestingin viðgjørd og ásett fyri at koppseta fólk í serliga “samfelagskritiskum”
størvum í samfelagnum, og hvussu er tíðarætlanin fyri hesar bólkarnar – heruppií tey, ið
starvast við fólki í vandabólki, fólk í tilbúgving og el-framleiðslu, fólk í strandferðslu og
flogvinnu, útisiglarar, fólk við kassarnar í handlum, hýruvognsførarar v.m.?
5. Hevur landsstýrið gjørt nakra roynd at samskifta við og kunna Løgtingið um
koppsetingarætlanirnar?
6. Hví hevur landsstýrið ikki viðgjørt koppsetingarætlanina og gjaldið fyri koppsetingar á
Løgtingi?
Svar
1. Hvussu er raðfestingin gjørd fyri at koppseta fólk fyri koronu – t.e. hevur landsstýrið saman
við føroyskum fakfólki viðgjørt og gjørt eina raðfesting við støði í føroyska samfelagnum,
ella er talan um einvíst at fylgja vegleiðingunum frá donskum myndugleikum?

-- 1 of 5 --

Koppsetingarætlanin tekur í høvuðsheitum støði í tilmælunum hjá heimsheilsustovninum WHO,
European Centre for Disease Prevention Control (stytt ECDC) og ES nevndini. Harumframt hevur
koppsetingarbólkurin kunnað seg um, hvussu onnur lond hava valt at raðfesta, tá tað snýr seg um
koppsetingar.
Bæði WHO, ECDC og ES nevndin leggja stóran dent á, at tað er sera týdningarmikið at raðfesta at
koppseta starvsfólk í fremstu røð innan heilsu-, røktar- og almannaøkið. Sambært WHO eiga
starvsfólk í fremstu røð innan heilsuverkið at verða koppsett fyrst. Síðani mælir WHO til at fara undir
at koppseta aðrar bólkar, sum eru í øktum vanda, verða tey smittaði við koronu. Eftir hesi koma síðani
aðrir bólkar.
Av tí, at Føroyar ikki fáa nóg nógv koppingarevni í einum, so tað ber til at koppseta øll fólk í Føroyum
í senn, er neyðugt at raðfesta, nær fólk í Føroyum fáa tilboð um COVID-19 koppsetingina.
Við atliti til viðurskiftini í føroyska samfelagnum, avmarkaðu nøgdunum av koppingarevnum og
óvissuna viðvíkjandi veitingunum av koppingarevni, metti koppsetingarbólkurin, at tað var skilabest
at taka støði í fakligu tilmælunum frá WHO, um hvussu ymsu bólkarnir skulu raðfestast.
Mælt varð tí til at byrja við at koppseta starvsfólk í fremstu røð innan heilsuverkið. Á henda hátt bar
bæði til at verja heilsuverkið og samstundis at verja sjúklingarnar. Sami leistur varð brúktur innan
eldraøkið, har mælt varð til at byrja við at koppseta starvsfólkini. Á tann hátt bar bæði til at verja
skipanina kring búfólkini og samstundis verja búfólkini.
Nú hesir bólkarnir eru koppsettir, er farið undir at koppseta aðrar bólkar. Byrjað er við teimum, sum
eru í álvarsomum vanda, um tey verða smittað við COVID-19 og ávís avvarðandi hjá teimum. Eftir
hetta verður farið undir at koppseta onnur, sum eru í vandabólki, um tey fáa COVID-19, t.v.s. eldri
og fólk við varandi sjúkum.
Av tí, at støði er tikið í føroyska samfelagnum og fakligu tilmælunum frá WHO, tá tað ræður um at
raðfesta ymsu bólkarnar, er munur á, hvussu ymsu bólkarnir í ávikavist Føroyum og Danmark verða
raðfestir, tá tað snýr seg um tilboðið um ókeypis koppseting fyri COVID-19.
Koppsetingarbólkurin letur landsstýrismanninum heilsufaklig tilmæli um, hvussu ymsu bólkarnir
skulu raðfestast við atliti til koppsetingina. Við støði í hesum tilmælum, tilevnar Heilsumálaráðið
uppskot til kunngerðir. Áðrenn kunngerðirnar verða settar í gildi, kunnar landsstýrismaðurin um tær
á landsstýrisfundi. Við hesum leisti fær spurningurin um raðfesting bæði eina heilsufakliga viðgerð
og eina politiska umrøðu. Landsstýrið er somuleiðis kunnað um COVID-19 Koppingarætlanina fyri
Føroyar.
2. Hvussu er grundgivið og ásett, hvørji fólk eru í serligum vandabólki, og hvussu er
tíðarætlanin fyri ymsu bólkarnar – herundir kroniskt sjúk, fólk ið bera brek og fjølbrek,
fólk ið eru og skulu undir viðgerð uttanlands og avvarðandi hjá hesum bólkum v.m.?
Koppsetingarátakið fyri COVID-19 hevur trý høvuðsendamál:
• Avmarka talið av fólki, sum doyggja ella verða álvarsliga sjúk av koronu
• Avmarka smittuspjaðing sum heild í samfelagnum og tryggja, at tamarhald er á farsóttini

-- 2 of 5 --

• Tryggja samfelagskritiskt lyklavirksemi
Við støði í hesum er viðgjørt, hvussu tað ber til at røkka settu málunum – og herundir, hvussu tað ber
til á skilabesta hátt at tryggja, at tey, sum eru í vandabólkum, verða vard best. Føroyingar eru býttir í
12 bólkar. Í 8 av hesum bólkum eru fólk, sum antin eru í serligum vandabólki, í øktum vanda ella í
vandabólki. Hesir bólkar eru raðfestir soleiðis, at tey sum eru í størst vanda verða raðfest fremst.
Í sambandi við raðfestingina av teimum 12 bólkunum var tað hildið at vera skilabest at byrja við at
koppseta starvsfólk í fremstu røð innan heilsu-, eldra- og almannaøkið. Við at koppseta hesi
starvsfólkini bar til at sláa ein ring um hesi økini, og harvið røkka tveimum av endamálunum
samstundis:
1) At verja hesar sera týdningarmiklu og viðbreknu skipanirnar.
2) At verja sjúklingar og búfólk. Flestu av hesum sjúklingum og búfólkum hoyra til tann bólkin,
sum antin er í serligum vandabólki ella eru í øktum vanda, um tey fáa COVID-19.
Eftir hetta varð farið undir at koppseta fólk, sum eru í vandabólkum. Í hesum bólki eru búfólk á ellis-
og røktarheimum umframt sambýlum. Hesi vóru raðfest, tí tey eru í øktum vanda fyri at gerast
álvarsliga sjúk av COVID-19, eftirsum tey eru eldri og ofta heilsuveik, umframt at tey kunnu bera
smittuna víðari til búfelagar.
Samstundis sum búfólk fingið tilboð um koppsetingina, fingu sjúklingar í serliga øktum vanda eisini
hetta tilboð. Tað kann verða trupult at nágreina nær sjúkrastøðan er av slíkum slag, at fólk eru í
serligum vandabólki ella øktum vanda. Í tílíkum førum er neyðugt at gera eina læknafakliga meting
av sjúkrastøðuni. Við støði í hesum varð mælt til, at tilboðið um koppseting verður veitt teimum
sjúklingum, sum eru í viðgerð, og sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir
smittaðir við COVID-19. Sjúklingarnir verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava
ábyrgd av viðgerðini. Hesir útvaldu sjúklingar hava fingið tilboð um koppseting.
Hesum sjúklingum á baki koma persónar, ið hava fylt 65 ár, ið fáa persónliga røkt og hjálp við tí
praktiska í heiminum.
Eftir hetta koma eldri fólk. Orsøkin er, at tess eldri fólk eru, tess størri vanda eru tey í, um tey verða
sjúk av COVID-19. Tá tað snýr seg um eldri fólk, verður byrjað við at koppseta tey elstu av teimum
fyrst. Hetta merkir, at tey fyrstu í hesum bólkum, sum fáa í boðið at verða koppsett, eru fólk, sum
hava fylt 85 ár. Teimum á baki koma fólk í aldrinum 80-84 ár; síðani fólk í aldrinum 75-79 ár og at
enda fólk í aldrinum 64-74 ár.
Tá hesir bólkarnir eru koppsettir, verður tilboðið um koppseting víðkað til fólk, sum eru yngri enn 65
ár, og eru í øktum vanda. Í hesum bólkinum er vanliga talan um fólk við varandi sjúkum.
Teir seinastu bólkarnir, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 eru fólk, sum hava
samfelagskritisk størv og fólk í aldrinum 16-64 ár. Orsøkin til, at hesi eru raðfest aftast er, at
heilsustøðan hjá teimum er av slíkum slag, at heilsufakliga verður ikki roknað við, at tey eru í øktum
vanda, um tey fáa COVID-19.
Fólk, sum hava brek og fjølbrek, kunnu ikki koyrast í ein bólk. Summi teirra eru ikki í øktum vanda,
um tey verða smittað við koronu, meðan onnur t.d. ávís fjølbrekaði eru í øktum vanda. Nøkur av

-- 3 of 5 --

hesum eru koppsett. Hini standa fyrst á listanum, tá byrjað verður við fyrstu koppsetingum aftur.
Møguliga í viku 11.
Tá tað snýr seg um sjúklingar, sum verða ávístir í sjúkraviðgerð uttanlands og fylgjarar teirra, eru
somu reglur galdandi sum fyri aðrar borgarar í Føroyum. T.v.s., at tey, sum lúka treytirnar í
kunngerðini um tilboð um ókeypis COVID-19 koppseting, fáa tilboð um koppseting. Tað eru tó ikki
øll tey, sum verða ávíst í sjúkraviðgerð uttanlands, sum eru í øktum vanda fyri COVID-19.
Sjúkrahúsverkið hevur í eina tíð arbeitt við at finna eina loysn, so teir sjúklingar, sum eru í
sjúkraviðgerð í Danmark í longri tíð, og sum koma undir treytirnar fyri koppseting, meðan teir eru í
Danmark, kunnu verða koppsettir har.
Danska fólkatingið hevur júst samtykt eina lógarbroyting, sum heimilar, at m.a. føroyingar, sum
uppihalda sær fyribils og í longri tíð í Danmark í sambandi við t.d. við sjúkraviðgerð, kunnu verða
koppsettir ókeypis fyri COVID-19. Kunngerðin hesum viðvíkjandi verður sett í gildi í næstum.
3. Eru atlit tikin til fólk, har vantandi samband við onnur hevur serligar sálarligar og
kropsligar avleiðingar?
Sum greitt frá undir spurningi 2, eru trý høvuðsendamál í sambandi við koppsetingarátakið. Við støði
í hesum og við atlitið til avmarkaðu nøgdirnar av koppingarevnum, sum koma til Føroyar hvørja ferð,
eru fólk í Føroyum býtt í 12 bólkar. Bólkarnir eru raðfestir eftir, hvør er í størstum vanda, um tey fáa
COVID-19.
Persónarnir, sum spurt verður um í hesum spurningi, hoyra til ein ella fleiri av teimum 12 bólkunum.
Tey fáa tilboð um koppseting sambært koppsetingarætlanini, alt eftir hvønn bólk tey hoyra til. Tað er
ikki ein serligur bólkur fyri fólk, har vantandi samband við onnur hevur serligar sálarligar og
kropsligar avleiðingar. Hetta kemst av, at henda støða í sær sjálvum ikki ger, at tey eru í øktum vanda
um tey fáa COVID-19.
4. Hvussu er raðfestingin viðgjørd og ásett fyri at koppseta fólk í serliga “samfelagskritiskum”
størvum í samfelagnum, og hvussu er tíðarætlanin fyri hesar bólkarnar – heruppií tey, ið
starvast við fólki í vandabólki, fólk í tilbúgving og el-framleiðslu, fólk í strandferðslu og
flogvinnu, útisiglarar, fólk við kassarnar í handlum, hýruvognsførarar v.m.?
Arbeitt verður við at nágreina, hvør hoyrir undir bólkin við samfelagskritiskum størvum. Ein
tíðarætlan er gjørd fyri, nær teir ymsu bólkarnir fáa tilboð um koppsetingina. Sambært hesum, verður
farið undir at koppseta henda bólkin um miðjan apríl 2021.
5. Hevur landsstýrið gjørt nakra roynd at samskifta við og kunna Løgtingið um
koppsetingarætlanirnar?
COVID-19 Koppingarætlanin fyri Føroyar er eitt heilsufakligt tilmæli um, hvussu farast skal fram í
sambandi við koppsetingina fyri COVID-19, og herundir hvussu vit skulu raðfesta, nær teir ymsu

-- 4 of 5 --

bólkarnir fáa tilboð um koppsetingina. Eftirsum talan er um eitt heilsufakligt tilmæli við eini
heilsufakligari raðfesting, hevur ikki verið samskift við Løgtingið um koppsetingarætlanina.
6. Hví hevur landsstýrið ikki viðgjørt koppsetingarætlanina og gjaldið fyri koppsetingar á
Løgtingi?
Sum áður nevnt, er koppsetingarætlanin eitt heilsufakligt tilmæli við heilsufakligum raðfestingum,
og tí er hon ikki viðgjørd á Løgtingið.
Viðvíkjandi útreiðslum í sambandi við koppsetingarnar er at siga, at Føroyar fáa koppingarevnið
ókeypis úr Danmark. Sambært kunngerðini um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, hevur
Sjúkrahúsverkið ábyrgdina av og skipar fyri COVID-19 koppsetingunum. Sjúkrahúsverkið hevur
eina rakstrarjáttan. Heilsumálaráðið er um at vera liðugt við at greina væntaðu útreiðslurnar í
sambandi við koppsetingarnar, og tí fer skjótt at bera til at siga, hvussu nógvar meirútreiðslurnar
væntandi fara at standast av koppsetingini. Fyri at útreiðslurnar í sambandi við koppsetingarnar ikki
skulu takast av vanliga sjúkrahúsrakstrinum, fer hetta at verða tikið við í fyrstkomandi umbøn um
eykajáttan, ið verður løgd fyri Løgtingið í næstum. Løgtingið fer tá at fáa møguleika fyri at umrøða
málið.
Tórshavn, tann 1. mars 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 5 of 5 --
084.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá H. Hoydal - Koppingarætlan fyri koronu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um koppsetingarætlan fyri koronu, settur landsstýrismanninum við
heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu er raðfestingin gjørd fyri at koppseta fólk fyri koronu – t.e. hevur landsstýrið saman
við føroyskum fakfólki viðgjørt og gjørt eina raðfesting við støði í føroyska samfelagnum,
ella er talan um einvíst at fylgja vegleiðingunum frá donskum myndugleikum?
2. Hvussu er grundgivið og ásett, hvørji fólk eru í serligum vandabólki, og hvussu er
tíðarætlanin fyri ymsu bólkarnar – herundir kroniskt sjúk, fólk ið bera brek og fjølbrek, fólk
ið eru og skulu undir viðgerð uttanlands og avvarðandi hjá hesum bólkum v.m.?
3. Eru atlit tikin til fólk, har vantandi samband við onnur hevur serligar sálarligar og kropsligar
avleiðingar?
4. Hvussu er raðfestingin viðgjørd og ásett fyri at koppseta fólk í serliga “samfelagskritiskum”
størvum í samfelagnum, og hvussu er tíðarætlanin fyri hesar bólkarnar – heruppií tey, ið
starvast við fólki í vandabólki, fólk í tilbúgving og el-framleiðslu, fólk í strandferðslu og
flogvinnu, útisiglarar, fólk við kassarnar í handlum, hýruvognsførarar v.m.?
5. Hevur landsstýrið gjørt nakra roynd at samskifta við og kunna Løgtingið um
koppsetingarætlanirnar?
6. Hví hevur landsstýrið ikki viðgjørt koppsetingarætlanina og gjaldið fyri koppsetingar á
Løgtingi?
Viðmerkingar:
Talan er um sera týðandi og stórar avgerðir fyri fólkið og landið í bardaganum móti
koronufarsóttini. Og fólk, fakfólk og politiskir flokkar hava lagt nógv fyri at standa saman og taka
felags tøk undir koronufarsóttini. Tað er uttan iva høvuðsorsøkin til, at Føroyar hava megnað
støðuna so væl higartil.
Tí er undranarvert, at koppsetingarætlan ikki er viðgjørd í politisku skipanini, at fíggingin og
gjaldið ikki eru løgd fyri Løgtingið, og at landsstýrið ikki hevur lagt fram raðfestingarnar og
grundgevingarnar fyri raðfestingunum í koppsetingarætlanini. Tað tykist sum, at koppsetingin fer
fram við støði í danska samfelagnum og donskum avgerðum og við donskum pengum.
Á Løgtingi, 17. februar 2021
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --