52-083/2020
Seingjadeildir á sjúkrahúsunum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. feb. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
083.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til J. Joensen - Seingjadeildir á sjúkrahúsunum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. feb. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 26. februar 2021 HMR J. nr. 21/01828-7 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-083/2020 eftir § 52a í tingskipanini um seingjadeildir á sjúkrahúsunum frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Liggja røktarsjúklingar á seingjadeildunum á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og/ella Suðuroyar sjúkrahúsi, sum burdu verið á ellis- og røktarheimum ella øðrum bústovnum runt landið? 2. Um so er, hvussu nógvir av hesum røktarsjúklingum eru oman fyri 67 ár, og hvussu nógvir eru niðan fyri 67 ár? 3. Hví liggja røktarsjúklingarnir á sjúkrahúsi? 4. Hvussu leingi hava teir røktarsjúklingar ligið, sum hava ligið longst? 5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at loysa avbjóðingina og/ella fyribyrgja, at hetta kemur fyri? Svar: Til spurning 1 Ja, aktuella støðan er, at tað í løtuni liggja 7 liðugt viðgjørdir sjúklingar í sjúkrahúsverkinum. Í 2020 var talan um 44 borgarar, sum vóru innlagdir á sjúkrahúsunum, eftir at viðgerðin var endað – tilsamans í 1101 dagar. Frá 1. januar til og við 18. februar í 2021 hevur talan verið um 18 borgarar, sum hava verið innlagdir, eftir at viðgerðin er endað – tilsamans í 381 dagar. -- 1 of 3 -- Til spurning 2 Av teimum 7 liðugt viðgjørdu sjúklingunum, sum í løtuni eru innlagdir, eru 4 av teimum 67 ár ella eldri, og 3 eru undir 67 ár. Um hugt verður eftir tíðarskeiðinum frá 1. januar 2020 til 18. februar 2021, er talið av liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum eru 67 ár ella eldri, hægri hetta tíðarskeiðið, men tey hava í miðal verið innløgd í styttri tíð enn tey, sum eru undir 67 ár. Hjá hesum aldursbólki hevur innleggingartíðin verið millum 1 og 88 dagar, eftir at viðgerðin er endað ella tilsamans 712 dagar, fordeilt á 48 borgarar. Í aldursbólkinum undir 67 ár er talið av borgarum lægri sama tíðarskeið, men innleggingardagarnir hava verið millum 4 og 281 dagar, eftir at viðgerðin er endað ella tilsamans 746 dagar fordeilt á 11 borgarar. Til spurning 3 Tað eru ymiskar orsøkir til, at borgarar ikki kunnu útskrivast, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi. Talan kann millum annað vera um: • Bíðitíð eftir umlættingar/røktarheimsplássi • Borgarin er ikki førur fyri at vera heima • Øktur tørvur, so broytingar skulu gerast í heiminum • Broyttur tørvur í mun til bútilboð • Øktur tørvur á stuðli • Ikki tøkar ressursir á eldraøkinum • Manglandi tilboð frá Almannaverkinum • Borgarin hevur ongan bústað • Borgarin ynskir ikki ta hjálp, sum Almannaverkið bjóðar Til spurning 4 Um hugt verður eftir tíðarskeiðinum frá 1. januar 2020 til 18. februar 2021 hava sjúklingar undir 67 ár ligið í miðal 68 dagar á sjúkrahúsinum eftir lokna viðgerð. Teir tveir sjúklingarnir, sum hava ligið longst í hesum aldursbólki, hava ligið ávikavist 281 og 267 dagar eftir lokna viðgerð. Somu tøl fyri aldursbólkin 67 ár og eldri eru 15 dagar í miðal og ávikavist 88 og 57 dagar hjá teimum báðum sjúklingunum, sum hava ligið longst. Til spurning 5 Í okkara grannalondum eru skipanir gjørdar, sum skulu eggja kommunum/Almannaverkið at taka ímóti fólki, sum eru liðugt viðgjørd skjótast tilber, sonevndar áeggjanarskipanir. Í Danmark er bæði eldraøkið og almannaøkið kommunalt, og verða kommunurnar raktar fíggjarliga, um tey ikki megna at taka ímóti liðugt viðgjørdum sjúklingi. Skipanin er soleiðis, at fyrstu dagarnar, meðan alt verður samskipað og gjørt klárt, rindar kommunan einki, síðani ein miðaltakst fyri hvørt samdøgur, og liggur sjúklingur longri enn tvær vikur, tvífaldast kostnaðurin, sí talvu. -- 2 of 3 -- Samdøgur Kostnaður pr. samdøgur 0- 6 0 kr. 7-13 2.127 kr. 14- 4.254 kr. Trupulleikin við innløgdum liðugt viðgjørdum sjúklingum má fyrst og fremst loysast við at útvega fleiri nøktandi bústaðarloysnir í almanna- og kommunala geiranum. Ein partur av loysnini skal finnast í bústaðarpakkanum, sum landsstýrið júst hevur lagt fram. Spurningurin um at taka gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar hevur verið umrøddur politiskt fyri nøkrum árum síðani, men hevur enn ikki verið til umrøðu í hesum landsstýrinum. Um hetta skal verða ein partur av loysnini á trupulleikanum, havi eg ikki tikið støðu til, men eg ætli mær at taka avbjóðingina við liðugt viðgjørdum sjúklingum upp í landsstýrinum. Heilsumálaráðið, 26. februar 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
083.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá J. Joensen - Seingjadeildir á sjúkrahúsunum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. feb. 2021
Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um seingjadeildir á sjúkrahúsunum, settur landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Liggja røktarsjúklingar á seingjadeildunum á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og/ella Suðuroyar sjúkrahúsi, sum burdu verið á ellis- og røktarheimum ella øðrum bústovnum runt landið? 2. Um so er, hvussu nógvir av hesum røktarsjúklingum eru oman fyri 67 ár, og hvussu nógvir eru niðan fyri 67 ár? 3. Hví liggja røktarsjúklingarnir á sjúkrahúsi? 4. Hvussu leingi hava teir røktarsjúklingar ligið, sum hava ligið longst? 5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at loysa avbjóðingina og/ella fyribyrgja, at hetta kemur fyri? Viðmerkingar Vit hava fyrr fingið staðfest, at fleiri seingjarpláss á sjúkrahúsunum verða brúkt til sjúklingar, sum hava brúk fyri varandi røkt. Av tí at samfelagið ikki maktar at hýsa hesum fólkum á bústovnum ella ellisheimum, liggja tey ofta leingi á sjúkrahúsunum og bíða eftir røktarplássi. Landið hevur formligu ábyrgdina av borgarum undir 67 ár, ímeðan kommunurnar hava formligu ábyrgdina av borgarum yvir 67 á. Lagt er eisini upp til samstarv millum geirarnar. Vert er at fáa staðfest, um støðan á økinum er batnað. Henda keðiliga støða krevur nógv av heilsuverkinum, men ikki minni av næstringunum hjá teimum røktarkrevjandi. Tí seti eg landsstýrismanninum henda fyrispurning. Á Løgtingi, 16. februar 2021 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --