← Løgtingsmál

52-082/2020

Sosial byggarí í kommununum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. feb. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
082.20 Svar frá E.M.Gunnleygsdóttur til R.Samuelsen - sosialum byggarí í kommununum,.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. mar. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Føroya Løgting
Tinghúsvegur 1–3 Postboks 208
110 Tórshavn
27. februar 2021
Mál: 21/01818-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: JAK
Nr. 82/2020
Svar uppá fyrispurning eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um sosial byggjarí í kommununum, settur landsstýrismanninum í
almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu nógvar kommunalar íbúðir ella bústaðir tilsamans eru í Føroyum, sum verða
brúktar til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur og fólk, sum hava
rúsdrekkatrupulleikar?
2. Hvat verður mett er tørvurin á fleiri íbúðum ella bústøðum í teimum størru kommununum
til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur og fólk, sum hava
rúsdrekkatrupulleikar?
3. Er munur á, í hvønn mun kommunurnar taka sær av hesum serliga málbólkinum?
4. Hevur ein kommuna heimild at játta pening til íløgur ella bygging av íbúðum til henda
serliga málbólkin, og tilhoyrandi rakstur av bústøðum?
5. Hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av hesum serliga økinum og málbólkinum, landið ella
kommunurnar, herundir er nøkur lóggáva, sum tilskilar, hvør hevur ábyrgdina av hesum
serliga málbólkinum?
Viðmerkingar:
Tað er ein serligur málbólkur av okkara borgarum, sum hava sera trupult við at fáa tak yvir
høvdið, og sum er dottin heilt niðurímillum í t.d. teimum bústaðarpakkum, sum tað almenna
hevur arbeitt við seinastu árini og sum arbeitt verður við í løtuni. Harafturat er tað ógvuliga
ymiskt, hvussu lands- og kommunumyndugleikar taka á seg ábyrgdina av hesum serliga
málbólki.
Talan er her um sosialt bústaðarbyggjarí, sum eigur at verða tilskilað einum greitt avmarkaðum
málbólki, sum fevnir um persónar, sum eru sosialt illa fyri.
Betri fysiskir karmar kunnu vera leiðin til at náa ynskiligar betringar á sosiala økinum. Tað
kann gerast ein stórur samfelagsligur vinningur at tillaga og innrætta byggjarí eftir tørvinum
hjá hesum málbólkinum. Teir fysisku karmarnir skulu seta førleikar hjá tí einstaka og virðing
í miðdepilin.
Tað er heilt greitt, at hesin málbólkurin ongan góðan hevur í politisku skipanini hjá landinum
og kommununum og er t.d. ikki partur av teimum bústaðarpakkum hjá landinum, sum eru settir
í verk seinastu árini og tí, sum arbeitt verður við í løtuni.

-- 1 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 4
Búskaparliga og sosialt hevur tað nakrar sera óhepnar avleiðingar fyri samfelagið, at sosialt
byggjarí ikki er skipað nóg væl, og at vit nærmast hava heimleysar borgarar; her verður hugsað
bæði um familjur, vaksin og børn.
Í einum vælferðarsamfelag sum okkara átti tað at verið ein sjálvfylgja, at eisini tey, sum eru
komin sera illa fyri í lívinum, fáa uppfylt ein so grundleggjandi tørv sum at hava tak yvir høvdið
og hava eitt virðiligt lív. Tað er ein politisk uppgáva at hava ein nøktandi almennan
sosialpolitikk og bústaðarpolitikk og at skapa neyðugu karmarnar og fjølbroytni, soleiðis at
hesin málbólkur eisini hevur ein bústaðarmøguleika og fær eitt hóskandi bústaðartilboð. Tí
verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 16. februar 2021
Rósa Samuelsen

-- 2 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 4
Svar
Til nr. 1
Almannamálaráðið hevur í løtuni ikki yvirlit yvir, hvussu nógvar kommunalar íbúðir eru til teir
málbólkar, spyrjarin vísir til.
Til nr. 2
Ein av trupulleikunum á bústaðaøkinum er, at vit ikki hava nóg neyva vitan um bústaðatørvin
í landinum.
Arbeiðið við at fáa til vega eina býlisskrá er í gongd. Við skránni fáa vit yvirlit yvir, hvussu
nógvir bústaðir eru í landinum, hvussu nógv hús standa tóm o.s.fr. Hetta fer væntandi at geva
okkum eitt betri yvirlit yvir, hvussu nógvum bústøðum tørvur er á.
Í løtuni ber tó ikki til at gera nakra neyva meting av bústaðatørvinum yvirhøvur, tískil heldur
ikki fyri teir málbólkarnar, spyrjarin vísir til.
Til nr. 3
Tær størstu kommunurnar samstarva við landið um at hjálpa heimleysum persónum og
persónum við víðfevndum sosialum trupulleikum.
Til nr. 4
Heimildirnar hjá kommununum at játta pening til bygging og rakstur av bústøðum eru ásettar
í § 13 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu og eldrarøkt, sum broytt við
løgtingslóg nr. 62 frá 9. mai 2019.
Kommunurnar hava ikki nakra ítøkiliga lógarheimild at byggja til teir málbólkar, spyrjarin vísir
til.
Til nr. 5
Sambært § 47, stk. 1 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður
serligt bútilboð veitt persóni við víðfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki er førur fyri at
útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.
Persónar við víðfevndum rúsdrekkatrupulleikum koma undir ásetingina, men ikki einsamallir
uppihaldarar.
Sum landsstýriskvinna varði eg av bústaðamálum. Eg havi tí lagt eitt lógaruppskot fyri
Løgtingið, sum heimilar bústøðum at byggja nýggjar bústaðir fyri heilar 450 mió. kr.
Lógaruppskotið, sum Løgtingið viðger í løtuni, eggjar harafturat privatum at økja um íløgurnar,
ið verða gjørdar í føroyska bústaðamarknaðin – við tí endamálið at økja so nógv sum gjørligt
um samlaða útboðið. Hetta er neyðugt, um bústaðatrotið skal loysast.
Eg kann eisini nevna, at Almannaverkið hevur ávísingarrætt til 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum,
og at hesar íbúðirnar verða tillutaðar eftir bústaðarsosialum tørvi. Eisini er møguligt hjá

-- 3 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 4 av 4
einsamøllum uppihaldarum at skriva seg upp til ein bráðtørvslista hjá Almannaverkinum til
hýsing í upp til 1 ár.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

-- 4 of 4 --
082.20 Spurningur til E.M.Gunnleygsdóttur fra R.Samuelsen - sosialum byggarí í kommununum,.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Rósa Samuelsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um sosial byggarí í kommununum, settur landsstýrismanninum í
almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS
§ 52 a)
1. Hvussu nógvar kommunalar íbúðir ella bústaðir tilsamans eru í Føroyum, sum
verða brúktar til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur og
fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar?
2. Hvat verður mett er tørvurin á fleiri íbúðum ella bústøðum í teimum størru
kommununum til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur
og fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar?
3. Er munur á, í hvønn mun kommunurnar taka sær av hesum serliga málbólkinum?
4. Hevur ein kommuna heimild at játta pening til íløgur ella bygging av íbúðum til
henda serliga málbólkin, og tilhoyrandi rakstur av bústøðum?
5. Hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av hesum serliga økinum og málbólkinum,
landið ella kommunurnar, herundir er nøkur lóggáva, sum tilskilar, hvør hevur
ábyrgdina av hesum serliga málbólkinum?
Viðmerkingar:
Tað er ein serligur málbólkur av okkara borgarum, sum hava sera trupult við at fáa tak
yvir høvdið, og sum er dottin heilt niðurímillum í t.d. teimum bústaðarpakkum, sum
tað almenna hevur arbeitt við seinastu árini og sum arbeitt verður við í løtuni.
Harafturat er tað ógvuliga ymiskt, hvussu lands- og kommunumyndugleikar taka á seg
ábyrgdina av hesum serliga málbólki.
Talan er her um sosialt bústaðarbyggjarí, sum eigur at verða tilskilað einum greitt
avmarkaðum málbólki, sum fevnir um persónar, sum eru sosialt illa fyri.
Betri fysiskir karmar kunnu vera leiðin til at náa ynskiligar betringar á sosiala økinum.
Tað kann gerast ein stórur samfelagsligur vinningur at tillaga og innrætta byggjarí
eftir tørvinum hjá hesum málbólkinum. Teir fysisku karmarnir skulu seta førleikar hjá
tí einstaka og virðing í miðdepilin.
Tað er heilt greitt, at hesin málbólkurin ongan góðan hevur í politisku skipanini hjá
landinum og kommununum og er t.d. ikki partur av teimum bústaðarpakkum hjá
landinum, sum eru settir í verk seinastu árini og tí, sum arbeitt verður við í løtuni.
Búskaparliga og sosialt hevur tað nakrar sera óhepnar avleiðingar fyri samfelagið, at
sosialt byggjarí ikki er skipað nóg væl, og at vit nærmast hava heimleysar borgarar;
her verður hugsað bæði um familjur, vaksin og børn.

-- 1 of 2 --

Í einum vælferðarsamfelag sum okkara átti tað at verið ein sjálvfylgja, at eisini tey,
sum eru komin sera illa fyri í lívinum, fáa uppfylt ein so grundleggjandi tørv sum at
hava tak yvir høvdið og hava eitt virðiligt lív. Tað er ein politisk uppgáva at hava ein
nøktandi almennan sosialpolitikk og bústaðarpolitikk og at skapa neyðugu karmarnar
og fjølbroytni, soleiðis at hesin málbólkur eisini hevur ein bústaðarmøguleika og fær
eitt hóskandi bústaðartilboð. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 16. februar 2021
Rósa Samuelsen

-- 2 of 2 --