52-080/2020
Vápnapass
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. feb. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
080.20 Svar frá B. á S. Nielsen til J. Joensen - vápnapass.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. feb. 2021
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --
080.20 Spurningur til B. á S. Nielsen frá J. Joensen - vápnapass.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. feb. 2021
Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um vápnapass, settur løgmanni Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvussu gongur arbeiðið við at tryggja føroyskum ítróttaskjúttum eitt vápnapass, sum ger, at teir kunnu ferðast til kappingar eins og skjúttar í restini av Europa? 2. Hvat ætlar løgmaður at gera til tess at tryggja, at málið um nýtiligt vápnapass til føroyskar skjúttar kemur uppá pláss sum skjótast? Viðmerkingar: Leirdúgvuskjóting er ein vaksandi ítróttagrein í Føroyum, men hóast Skjótisamband Føroya hevur fingið limaskap í Altjó ða skjótisambandinum ISSF, og hóast føroyskir skjúttar javnan verða bodnir við til stórar altjóða kappingar, mugu teir ofta geva avboð kortini. Orsøkin er, at vit ikki hava nakað viðurkent føroyskt vápnapass. Tí sleppa føroyskir skjúttar ikki at ferðast við byrsunum eins og skjúttar úr øðrum londum. Skjótisambandið hevur í mong ár gjørt vart við hetta og víst á, hvør ítøkilig loysn krevst. Men kortini er einki hent. Tí verður spurt, hvar málið stendur, og hvat løgmaður ætlar at gera til tess at loysa tað. Á Løgtingi, 4. februar 2021 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --