← Løgtingsmál

52-079/2020

Ferðsla í Eysturoyartunlinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. feb. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
079.20 Svar frá J. Niclasen til J. Langgaard - Ferðsla í Eysturoyartunlinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 15. februar 2021
J. nr.: 21/00052-2
Svar uppá fyrispurning nr. 52-079/2020 frá Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um ferðsluna í Eysturoyartunlinum,
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv akfør hava koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin, síðan hesin lat upp fyri
almennari ferðslu 19. desember 2020?
2. Hvussu ljóða tey allar nýggjastu ferðslutølini, t.e. dagliga, vikuliga og mánaðarliga?
3. Hvussu nógv akfør metir Landsverk koyra longra teinin, umvegis Norðskálatunnilin?
4. Hvussu nógv metir Landsverk, at samfelagsvirðið er minni enn tað kundi verið, við tað at
nógv koyra longra teinin?
Svar:
Til nr. 1 og nr. 2
Í viku 2 koyrdu í miðal 2.741 akfør dagliga á norður-suður leiðini í Eysturoyartunlinum og 410 akfør
dagliga í miðal tvørturum Skálafjørðin.
Í viku 3 koyrdu í miðal 3.108 akfør dagliga á norður-suður leiðini í Eysturoyartunlinum og 539 akfør
dagliga í miðal tvørturum Skálafjørðin.
Í viku 4 koyrdu í miðal 3.223 akfør dagliga á norður-suður leiðini í Eysturoyartunlinum og 541 akfør
dagliga í miðal tvørturum Skálafjørðin.
Frá 19. desember til 7. januar í ár, t.e. meðan Eysturoyartunnilin var ókeypis, var ferðslan í tunlinum
omanfyri 7.500 akfør í miðal um samdøgrið tilsamans, t.e. bæði á norður-suður leiðini og tvørturum
Skálafjørðin.
Til ber ikki at útgreina ferðslutølini nærri, t.e. býtt á einstakar dagar ella vikur. Tunnilsfelagið ætlar at
almannakunngera ferðslutøl mánaðarliga, eins og gjørt verður í sambandi við Vága- og
Norðoyatunnilin. Ferðslutølini eru ikki tøk dagliga ella vikuliga, men verða gjørd tøk mánaðarliga
eins og fyri Vága- og Norðoyatunnilin.
Tá ið umræður ferðslutølini, sum fyriliggja í sambandi við Eysturoyartunnilin, er neyðugt at gera vart
við, at tunnilin varð tikin í brúk á hávetri. Ferðslan minkar sum heild á føroysku vegunum í
jólafrítíðini og í januar. Til dømis er minst ferðsla í Vága- og Norðoyatunlinum í januar og desember
mánaða av øllum mánaðunum í árinum. Minni virksemi og færri tiltøk eru eisini um veturin sammett
við um summarið, umframt at færri tiltøk eru í løtuni orsakað av koronafarsóttini.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Til dømis er dagliga miðalferðslan í Vágatunlinum um 20% lægri í januar sammett við dagligu
miðalferðsluna fyri alt árið. Í Norðoyatunlinum er dagliga miðalferðslan um 15% lægri í januar
sammett við miðalferðsluna fyri alt árið. Ferðslumetingarnar, sum vórðu gjørdar í sambandi við
Eysturoyartunnilin, vóru sjálvandi metingar av miðalferðsluni fyri alt árið.
Til nr. 3 og nr. 4
Landsverk hevur ferðslutøl í Norðskálatunlinum, sum geva eina ábending um, hvussu nógv akfør
framvegis koyra longra teinin umvegis Norðskálatunnilin. Tølini siga kortini bara, hvussu nógvir
akfør koyra ígjøgnum Norðskálatunnilin, ikki hvaðani tey koma ella hvagar tey fara.
Neyðugt er at gera vart við, at tað er ov tíðliga at siga nakað við vissu um, hvussu ferðslutølini í
Norðskálatunlinum fara at broytast av Eysturoyartunlinum, tí ov stutt tíð enn er fráliðin, síðani
Eysturoyartunnilin varð tikin í brúk.
Tølini benda á, at ferðslan í Norðskálatunlinum minkaði munandi, eftir at Eysturoyartunnilin varð
tikin í brúk. Tølini benda eisini á, at ferðsla síðani vaks eitt lítið vet aftur í Norðskálatunlinum, eftir
at tunnilsgjald varð tikið í Eysturoyartunlinum, t.e. áðrenn og eftir 11. januar í ár.
Verður hædd tikin fyri árstíðini á árinum og verður sammett við ferðsluna í 2019, verður mett, at um
900 akfør koyra longra teinin umvegis Norðskálatunnilin dagliga. Eins og nevnt omanfyri, ber ikki til
at siga, um akførini koma av Skálafjørðinum, aðrastaðni úr Eysturoynni, Norðoyggjunum ella úr
Tórshavn ella hvagar akførini fara.
Enn ber ikki til at siga, hvussu nógv samfelagsvirðið av Eysturoyartunlinum er minni, enn tað kundi
verið, við tað at nøkur akfør koyra longra teinin. Hetta er treytað av nógvum ymiskum viðurskiftum,
til dømis neyv ferðslutøl, ferðalongd, ferðaendamál, hvussu nógv koyra saman í akførunum og stødd
og slag á akførunum.
Leggjast kann aftrat, at Landsverk arbeiðir við at menna ein kostnyttu- og CO2-myndil og við at
menna og útbyggja verandi ferðslumyndil. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í summar, og tá fer
væntandi betur at bera til at lýsa samfelagsnyttuna. Gjørt verður eisini vart við, at enn er ov tíðliga at
staðfesta, hvør árliga miðalferðslan verður í Eysturoyartunlinum, við tað at tunnilin enn bara hevur
verið opin nakrar vikur á hávetri.
Tinganes, 15. februar 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
079.20 Spurningur til J. Niclasen frá J. Langgaard - ferðsla í Eysturoyartunlinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um ferðsluna í Eysturoyartunlinum, settur landsstýrismanninum við
fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu nógv akfør hava koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin, síðan hesin lat upp fyri
almennari ferðslu 19. desember 2020?
2. Hvussu ljóða tey allar nýggjastu ferðslutølini, t.e. dagliga, vikuliga og mánaðarliga?
3. Hvussu nógv akfør metir Landsverk koyra longra teinin, umvegis Norðskálatunnilin?
4. Hvussu nógv metir Landsverk, at samfelagsvirðið er minni enn tað kundi verið, við tað at
nógv koyra longra teinin?
Viðmerkingar:
Áðrenn Eysturoyartunnilin bleiv liðugur metti Landsverk, at samfelagsvirðið fór at liggja um
100 mió. kr. árliga í spardari tíð, lægri bensinnýtslu, minni sliti á akfør og vegir og færri
ferðsluóhappum, t.v.s. í tryggingum og heilsuverk o.a.
Tað hevur síðan verið nógv frammi alment, at nógv fólk velja Eysturoyartunnilin frá vegna
ov høgt tunnilsgjald og koyra heldur longra teinin, umvegis Norðskálatunnilin. Sostatt er
nakað, sum bendir á, at ferðslan í Eysturoyartunlinum er minni enn vænta.
Tað hevur alstóran týdning, at samfelagið fær so stóra nyttu av tunlunum sum tilber, og tað
fær tað bara, um so nógv sum gjørligt velja at brúka tunnilin. Tí verður hesin fyrispurningur
settur.
Á Løgtingi, 2. februar 2021
Jaspur Langgaard

-- 1 of 1 --