← Løgtingsmál

52-078/2020

Matvøruútbúgving

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. feb. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
078.20 Svar frá J. av Rana til Ey. Samuelsen - Matvøruútbúgving í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsveg 3
100 Tórshavn
Dagfesting: 15. februar 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-122
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-078/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.
Fyrispurningur um matvøruútbúgving, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni við
uttanríkis- og mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir kokkalærlingar verða í dag sendir til Danmarkar í skúla?
2. Hvussu nógv kostar hetta landskassanum og vinnuni árliga?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at útvega játtan til, at verandi kokkaútbúgving á Tekniska Skúla
í Klaksvík kann uppstigast, soleiðis at til ber at taka alla útbúgvingina í Føroyum?
4. Um landsstýrismaðurin ætlar at hækka játtanina, nær kunnu vit so vænta, at hetta verður
gjørt?
Svar
Til 1: Allir kokkalærlingar í Føroyum fara í dag til Danmarkar at ganga í skúla. Møguleiki er at
taka 1. og 2. skúlaskeið á Tekniska skúla í Klaksvík, men so at siga allir taka øll skúlaskeiðini í
Danmark. 10 lærusáttmálar vóru undirskrivaðir í 2020, og hetta samsvarar við miðaltalið av
lærusáttmálum á økinum seinastu 10 árini. Flest lærusáttmálar vórðu undirskrivaðir í 2014 og
2018, tá 15 lærusáttmálar vórðu undirskrivaðir.
Til 2: Eitt lærupláss fær kr. 2.600 í ferðaendurgjaldi fyri hvørt skúlaskeið, sum tað sendir ein
lærling á skúla í Danmark. Nakrir lærlingar taka okkurt av skúlaskeiðunum í Føroyum, og restina
á donskum skúla. Er talan um lærling, ið tekur øll 4 skúlaskeiðini í Danmark, er kostnaðurin
tilsamans kr. 10.400 pr. lærling. Tekur lærlingur part av skúlaskeiðunum á føroyskum skúla,
verður samlaða ferðaendurgjaldið nakað minni.
Lønarendurgjaldið er tað sama, líka mikið um lærlingar ganga í føroyskum ella í donskum skúla.
Í sambandi við útreiðslur hjá vinnuni er talan um avtalu millum arbeiðgevarar og arbeiðstakarar,
og Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur ikki tøl fyri kostnaðin hjá vinnuni.
Til 3: Tá nýggju hølini vóru bygt og innrættað til matvøruútbúgvingina í 2016, var endamálið, at
skúlagongdin í sambandi við matvøruútbúgvingarnar, gastronom/kokk og kost-&føðslu, skuldu
kunna takast í Føroyum. 1. og 2. Skúlaskeið, og útbúgvingarnar gastronomhjálpari og
føðsluhjálpari hava verið á skúlanum síðan. Karmarnir eru sostatt til staðar, og kostnaðurin av at
bjóða fleiri skúlaskeið er avmarkaður til fleiri undirvísingartímar og tilfar.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Nøktandi lærlingagrundarlag hevur tó ikki verið fyri fleiri skúlaskeiðum. Við vaksandi
matstovuvirksemi og áhuga fyri mati og matmentan sum heild í Føroyum, er møguligt, at
grundarlag verður fyri fleiri skúlaskeiðum í framtíðini. Harumframt hevur Yrksidepilin nú tikið
stig til at fara undir at lýsa, hvørjar avbjóðingar vinnan heldur eru við verandi útbúgving, og um
møguligar tillagingar skulu gerast.
Vísir tað seg, at grundarlag er fyri at uppstiga verandi útbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík,
soleiðis at til ber at taka alla útbúgvingina í Føroyum, er hetta nakað eg vil viðgera við vælvild.
Til 4: Vísir tað seg, at grundarlag er fyri at uppstiga verandi kokkaútbúgving á Tekniska skúla í
Klaksvík verður støða tikin til eina møguliga hækkan av játtanini í sambandi við viðgerð av
komandi fíggjarlóg.
Vinarliga
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
078.20 Spurningur til J. av Rana frá Ey. Samuelsen - Matvøruútbúgving í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Eyðgunn Samuelsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um matvøruútbúgving, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni við
uttanríkis- og mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu nógvir kokkalærlingar verða í dag sendir til Danmarkar í skúla?
2. Hvussu nógv kostar hetta landskassanum og vinnuni árliga?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at útvega játtan til, at verandi kokkaútbúgving á Tekniska Skúla í
Klaksvík kann uppstigast, soleiðis at til ber at taka alla útbúgvingina í Føroyum?
4. Um landsstýrismaðurin ætlar at hækka játtanina, nær kunnu vit so vænta, at hetta verður
gjørt?
Viðmerkingar:
Matvøruútbúgving hevur nógv ár á baki í Klaksvík. Skipskokkaútbúgving varð staðsett á
Klaksvíkar Sjómansskúla, og í dag er matvøruútbúgvingin staðsett á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Nýggjur bygningur er bygdur til endamálið, og varð hesin tikin í nýtslu í 2016. Í dag bjóðar skúlin
fýra matvøruútbúgvingar: gastronomhjálpari, gastronomur, føðsluhjálpari og føðsluatstøðari.
Sambært miðlunum verða allir kokkalærlingar sendir til Danmarkar í skúla, hóast skúli er bygdur til
endamálið í Klaksvík. Umboð fyri matstovuvinnuna siga seg, sambært fjølmiðlunum, ikki brúka
skúlan í Klaksvík men ynskja, at skúli skal setast á stovn í Tórshavn.1
Í dag er støðan tann, at tað ber til at taka 30 av 47 vikum skúlagongd í Klaksvík. Skúlin hevur í
fleiri umførum ynskt at fingið størri játtan, soleiðis at øll skúlagongdin kann takast í Føroyum,
men enn hevur hetta ikki borið á mál. Stóri áhugin fyri mati og matmentan og vaksandi
ferðavinnan gera tað upplagt at uppstiga og uppraðfesta hetta økið í Føroyum.
Hugsandi er, at tað gagnar bæði samfelagnum og teimum lesandi, at skúlin í Klaksvík varð
uppraðfestur, soleiðis at vit menna førleikar her heima og gera meira brúk av teimum kørmum og
hentleikum, ið longu eru til taks. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi 2. februar 2021
Eyðgunn Samuelsen
1 https://bladid.fo/by-date/2021-01-30#edition-article-38338

-- 1 of 1 --