← Løgtingsmál

52-077/2020

Sjúkudagpengar og trygging fyri tónleikarar, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. feb. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
077.20 Svar til B. Samuelsen frá E.M.Gunnleygsdóttur - sjúkudagpening og trygging fyri tónleikarar, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
9. februar 2021
Mál: 21/01010-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Heri Petersen
Nr. 077/20
Svar uppá fyrispurning eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um sjúkudagpening og trygging fyri tónleikarar, ið eru sjálvstøðugt
vinnurekandi, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Metir landsstýrismaðurin, at dagpeningatryggingin, sum sjálvstøðugt vinnurekandi
kunnu tekna, í nóg stóran mun loftar tónleikarum, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi, og
hava sera sveiggjandi inntøku?
2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at tónleikarar, sum sjálvstøðugt
vinnurekandi, kunnu detta niðurímillum, tá tey gerast sjúk, tí tey ikki eru nóg væl vard
av vanligu dagpeningaskipanini ella sjálvbodnu tryggingini fyri sjálvstøðugt
vinnurekandi?
3. Metir landsstýrismaðurin, at kravið um skilnað millum A-inntøkur og B-inntøkur, fyri
at fáa sjúkradagpening sambært tryggingini, er rímiligt, tá arbeiðsgevarar – bæði
almennir og privatir – í fleiri førum velja at gjald løn fyri arbeiði út sum A-inntøka,
heldur enn sum B-inntøka, hóast talan ikki er um føst størv?
4. Vil landsstýrismaðurin tryggja, at skipanin við dagpeningi og dagpeningatrygging í
sambandi við sjúku, loftar tónleikarum, sum liva av tónleikinum, eins væl og øðrum
vinnurekandi?
Viðmerkingar:
Inntøkan hjá tónleikarum, eins og listafólki annars, sum burturav liva av handverki sínum,
sveiggjar í flestu førum nógv. Tónleikarar forvinna ofta størra part av inntøku síni ávísa árstíð
og hava so lítla inntøku aðrar partar av árinum.
Sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær,
hava, um tey gerast sjúk, rætt til dagpening eftir vanligu reglunum í lóg um dagpening vegna
sjúku. Dagpeningurin verður útgoldin eftir seinastu skattskyldugu ársinntøku, og verður
vikuliga útgjaldið roknað sum 1/52 partur av hesari. Av tí at íløgur í útgerð og annað hjá
sjálvstøðugt vinnurekandi verða drigin frá skattskyldugu inntøkuni, kann
útrokningargrundarlagið í sambandi við dagpengar gerast so lágt, at tað ikki ber til at liva av.
Tí er gjørd ein skipan fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, har til ber at tekna ein trygging, sum
gevur dagpening, tá sjúka rakar. Tryggingin kann veita 80% av eini arbeiðsmannaløn, í

-- 1 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 3
tíðarskeið har sjúka ella skaði forða tí sjálvstøðugt vinnurekandi at arbeiða. Millum treytirnar
fyri at fáa útgjald eftir hesi trygging er: “at umleið 75 % av inntøkuni hjá tær skulu stava frá
sjálvstøðuga virkseminum (B-inntøka, vinningsbýti og líknandi).” Er treytin viðvíkjandi
inntøkuni ikki lokin, dettur tryggingin burtur.
Hetta kravið er, sum skilst, ein trupulleiki fyri fleiri sjálvstøðugt vinnurekandi, ikki minst
tónleikarar. Tí flestu tónleikarar, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi, liva av ógvuliga
samansettum uppgávum og inntøkum. Eitt nú fyri ein part at spæla tónleik á spælistøðum, og
so at hava samansettar avtalur um uppgávur yvir longri tíðarskeið. Tað kann vera at undirvísa
í nakrar vikur, ella at spæla fast á ávísum staði í eina mánað ella tveir um summarið. Talan er
sostatt ikki um fast arbeiði í vanligari merking. Kortini velja fleiri arbeiðsgevarar – bæði
almennir og privatir – at gjalda samsýningina út sum A-inntøku, og ynskja ikki gjalda eftir
rokning, sum B-inntøka. Tá verður, sambært reglunum, henda inntøka ikki roknað sum
“inntøka frá sjálvstøðuga virkseminum”. Í hesi støðu er tað sera ivasamt, um tað loysir seg
fyri ein tónleikara at tekna trygging, sum kostar fleiri túsund krónur árliga, tí vandi er fyri, at
tryggingin ikki tekur við, tí farið er um markið fyri A-inntøku.
Á Løgtingi, 29. januar 2021
Bjørt Samuelsen
Svar
1. Metir landsstýrismaðurin, at dagpeningatryggingin, sum sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu
tekna, í nóg stóran mun loftar tónleikarum, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi, og hava sera
sveiggjandi inntøku?
Persónur, sum hevur teknað sjálvbodna trygging hjá Almannaverkinum, hevur rætt til
hægsta dagpengasats í sambandi við sjúku. Um persónurin í eitt tíðarskeið hevur havt høga
ella lága inntøku, er ikki eitt atlit í sambandi við útgjald frá sjálvbodnu tryggingini. Tað er
altíð hægsti dagpengasatsur, sum verður veittur. Hægsti dagpengasatsur er 960 kr. um
dagin, íroknað frítíðarløn.
At t.d. ein tónleikari hevur sveiggjandi inntøku, er sostatt í sjálvum sær ikki ein trupulleiki,
tí sjálvbodna tryggingin tekur hædd fyri tí.
2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at tónleikarar, sum sjálvstøðugt vinnurekandi,
kunnu detta niðurímillum, tá tey gerast sjúk, tí tey ikki eru nóg væl vard av vanligu
dagpeningaskipanini ella sjálvbodnu tryggingini fyri sjálvstøðugt vinnurekandi?
Landsstýrismaðurin heldur ikki, at tað er í lagi, tá borgarar í Føroyum detta niðurímillum
sosialu skipanirnar. Hvørki tónleikarar ella onnur.
Vanligu reglurnar í dagpeningalógini er í nøkrum førum ikki ein nóg góð skipan hjá
sjálvstøðugum vinnurekandi. Hetta kann vera ein trupulleiki hjá ymsum yrkisbólkum – ikki
bara hjá tónleikarum. Tí hevur tann sjálvstøðugi vinnurekandi møguleika at tekna trygging
soleiðis, at tá hann verður sjúkur, fær hann hægsta dagpengasats frá fyrsta sjúkudegi.

-- 2 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 3
At vanligu reglurnar í dagpeningalógini í nøkrum førum ikki er nøktandi fyri sjálvstøðugar
vinnurekandi er ikki nýtt. Fyri at eggja teimum sjálvstøðugu vinnurekandi til í størri mun
at tekna sjálvbodna trygging hjá Almannaverkinum, varð kostnaðurin at tekna trygging fyri
nøkrum árum síðani lækkaður, umframt at persónsskarin varð víðkaður.
Landsstýrismaðurin er ikki vitandi um, at tað er ein trupulleiki, at sjálvstøðugir
vinnurekandi, sum hava teknað trygging, detta niðurímillum.
Lógin um dagpening vegna sjúku v.m. skilir ikki ímillum A-inntøku og B-inntøku, sum tað
annars verður víst á í viðmerkingunum til spurningin. Tað, sum sambært lógini hevur
týdning, og sum Almannaverkið skal kanna eftir, er, at inntøkan stavar frá sjálvstøðuga
virkseminum. Er ivamál um inntøkan stavar frá sjálvstøðuga virkseminum kannar
Almannaverkið málið nærri.
3. Metir landsstýrismaðurin, at kravið um skilnað millum A-inntøkur og B-inntøkur, fyri at
fáa sjúkradagpening sambært tryggingini, er rímiligt, tá arbeiðsgevarar – bæði almennir
og privatir – í fleiri førum velja at gjald løn fyri arbeiði út sum A-inntøka, heldur enn sum
B-inntøka, hóast talan ikki er um føst størv?
Dagpeningalógin skilir ikki ímillum A-inntøkur og B-inntøkur. A-inntøka eins væl og B-
inntøka kann telja við, tá sjálvstøðugt virksemi verður gjørt upp. Tað kemur t.d. fyri, at ein
sjálvstøðugur vinnurekandi rindar sær sjálvum A-inntøku, ella tekur eina uppgávu hjá
øðrum vinnurekandi og fær A-inntøku útgoldna fyri arbeiðið, sum vanliga vildi verið gjørt
eftir rokning. Undir hesum umstøðum er A-inntøkan at rokna sum stavandi frá sjálvstøðuga
virkseminum. Treytin er, at inntøkan skal stava frá sjálvstøðuga virkseminum.
4. Vil landsstýrismaðurin tryggja, at skipanin við dagpeningi og dagpeningatrygging í
sambandi við sjúku, loftar tónleikarum, sum liva av tónleikinum, eins væl og øðrum
vinnurekandi?
Landsstýrismaðurin er ikki vitandi um, at tónleikarar eru verri tryggjaðir í
dagpeningaskipanini enn aðrir yrkisbólkar.
Tá yvirskotið hjá sjálvstøðugum vinnurekandi hevur verið avmarkað seinast álíknaða
inntøkuárið, eru vanligu reglurnar í dagpeningalógini ikki altíð nøktandi. Hetta er ikki
avmarkað til einstakar yrkisbólkar.
Sjálvstøðug vinnurekandi, t.d. sum hava sveiggjandi inntøku, ella sum eru nýliga byrjað,
og sum tí ikki hava nakað inntøkugrundarlag, hava tí møguleika at tryggja seg móti sjúku
og harvið fáa hægsta dagpengasats frá fyrsta sjúkudegi. Sjálvbodna tryggingin er sostatt
ein góð skipan, hvørs endamál er at lofta teimum, sum ikki hava nøktandi umstøður eftir
vanligu reglunum.
Tórshavn 9. februar 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
077.20 spurningur frá B. Samuelsen til E.M.Gunnleygsdóttur - sjúkudagpening og trygging fyri tónleikarar, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Nr. /2020
Bjørt Samuelsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um sjúkudagpening og trygging fyri tónleikarar, ið eru
sjálvstøðugt vinnurekandi, settur landsstýrismanninum í almannamálum,
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Metir landsstýrismaðurin, at dagpeningatryggingin, sum sjálvstøðugt
vinnurekandi kunnu tekna, í nóg stóran mun loftar tónleikarum, ið eru
sjálvstøðugt vinnurekandi, og hava sera sveiggjandi inntøku?
2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at tónleikarar, sum sjálvstøðugt
vinnurekandi, kunnu detta niðurímillum, tá tey gerast sjúk, tí tey ikki eru nóg
væl vard av vanligu dagpeningaskipanini ella sjálvbodnu tryggingini fyri
sjálvstøðugt vinnurekandi?
3. Metir landsstýrismaðurin, at kravið um skilnað millum A-inntøkur og B-
inntøkur, fyri at fáa sjúkradagpening sambært tryggingini, er rímiligt, tá
arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – í fleiri førum velja at gjald løn
fyri arbeiði út sum A-inntøka, heldur enn sum B-inntøka, hóast talan ikki er
um føst størv?
4. Vil landsstýrismaðurin tryggja, at skipanin við dagpeningi og
dagpeningatrygging í sambandi við sjúku, loftar tónleikarum, sum liva av
tónleikinum, eins væl og øðrum vinnurekandi?
Viðmerkingar:
Inntøkan hjá tónleikarum, eins og listafólki annars, sum burturav liva av handverki
sínum, sveiggjar í flestu førum nógv. Tónleikarar forvinna ofta størra part av inntøku
síni ávísa árstíð og hava so lítla inntøku aðrar partar av árinum.
Sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi
aftrat sær, hava, um tey gerast sjúk, rætt til dagpening eftir vanligu reglunum í lóg um
dagpening vegna sjúku. Dagpeningurin verður útgoldin eftir seinastu skattskyldugu
ársinntøku, og verður vikuliga útgjaldið roknað sum 1/52 partur av hesari. Av tí at
íløgur í útgerð og annað hjá sjálvstøðugt vinnurekandi verða drigin frá skattskyldugu
inntøkuni, kann útrokningargrundarlagið í sambandi við dagpengar gerast so lágt, at
tað ikki ber til at liva av.
Tí er gjørd ein skipan fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, har til ber at tekna ein trygging,
sum gevur dagpening, tá sjúka rakar. Tryggingin kann veita 80% av eini
arbeiðsmannaløn, í tíðarskeið har sjúka ella skaði forða tí sjálvstøðugt vinnurekandi at
arbeiða. Millum treytirnar fyri at fáa útgjald eftir hesi trygging er: “at umleið 75 % av

-- 1 of 2 --

inntøkuni hjá tær skulu stava frá sjálvstøðuga virkseminum (B-inntøka, vinningsbýti
og líknandi).” Er treytin viðvíkjandi inntøkuni ikki lokin, dettur tryggingin burtur.
Hetta kravið er, sum skilst, ein trupulleiki fyri fleiri sjálvstøðugt vinnurekandi, ikki
minst tónleikarar. Tí flestu tónleikarar, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi, liva av
ógvuliga samansettum uppgávum og inntøkum. Eitt nú fyri ein part at spæla tónleik á
spælistøðum, og so at hava samansettar avtalur um uppgávur yvir longri tíðarskeið.
Tað kann vera at undirvísa í nakrar vikur, ella at spæla fast á ávísum staði í eina
mánað ella tveir um summarið. Talan er sostatt ikki um fast arbeiði í vanligari
merking. Kortini velja fleiri arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – at gjalda
samsýningina út sum A-inntøku, og ynskja ikki gjalda eftir rokning, sum B-inntøka.
Tá verður, sambært reglunum, henda inntøka ikki roknað sum “inntøka frá
sjálvstøðuga virkseminum”. Í hesi støðu er tað sera ivasamt, um tað loysir seg fyri ein
tónleikara at tekna trygging, sum kostar fleiri túsund krónur árliga, tí vandi er fyri, at
tryggingin ikki tekur við, tí farið er um markið fyri A-inntøku.
Á Løgtingi, 29. januar 2021
Bjørt Samuelsen

-- 2 of 2 --