← Løgtingsmál

52-076/2020

Biologiskt tilfar í samband við koronukanningar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. feb. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
076.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til R. Vang- Biologiskt tilfar í samband við koronukanningar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 8. februar 2021
HMR J. nr. 21/00830-7
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-076/2020 eftir § 52a í tingskipanini um biologiskt tilfar í sambandi við
koronukanningar frá Ruth Vang, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Nær verður biologiska tilfarið burturbeint, sum verður tikið frá persónum í sambandi við
kanningar av koronusmittu, sum verða bílagdar á korona.fo?
2. Verður tilfarið brúkt til annað enn at staðfesta, hvørt kannaði persónurin hevur
koronusmittu?
3. Hevur landsstýrismaðurin avtalað mannagongdir við viðkomandi kanningarstovur í hesum
sambandi?
Svar:
Til spurning 1
Í spurningunum vísur spyrjarin til “...kanningar av koronusmittu, sum verða bílagdar á korona.fo”.
Umframt kanningar, sum verða bílagdar í corona.fo, verða sum kunnugt eisini kanningar gjørdar av
øllum, sum koma til Føroya.
Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd av kanningunum, sum verða bílagdar á corona.fo og tryggjar, at alt
fer rætt fram. Sjúkrahúsverkið hevur avtalu við ávikavist Thetis og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna
um at greina kanningarnar. Mannagongdin hesum viðvíkjandi og hvussu tilfarið verður burturbeint
verður nærri lýst niðanfyri.
Thetis:
Mannagongdin er tann, at allar potanir frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og
Landssjúkrahúsinum, sum verða sendar til greiningar hjá Thetis, verða merktar við strikukotu.
Sostatt verða persónsupplýsingar ongantíð veittir. Tá greiningin er liðug, verða allar potanir sendar
aftur á Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum, sum beinir tær burtur beinanvegin sum
vandamikið burturkast saman við øðrum rannsóknarstovuprøvum. Burturkastið hjá

-- 1 of 3 --

Landssjúkrahúsinum verður koyrt á brennistøðina, har starvsfólk hjá sjúkrahúsinum beina
burturkastið beinleiðis í brenniovnin.
Tað finnist ein innanhýsis mannagongd um “Handfaring av burturkasti”, sum verður fylgd í hesum
sambandi.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan:
Allar potanir frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum, sum verða
sendar til greiningar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni (HFS), verða merktar við strikukotu. Sostatt
verða persónsupplýsingar ongantíð veittir. HFS fylgir eini mannagongd við heitinum “Burturkast á
kanningarstovunum”, sum ásetur, at potipinnar og uppreinsað RNA, har coronavirus ikki er ávíst,
verður fryst í gular posar, sum verða heintaðir 2-3 ferðir um vikuna og koyrdir beinleiðis í brunnin á
brennistøðini, og har grabbin flytur burturkast í brenniovnin. Tað vil siga, at ongin persónur hevur
møguleika at fáa fatur á posunum. Tá posarnir verða heintaðir, skal starvsfólk frá Renovatiónini
skriva undir eitt innanhýsis skjal hjá HSF, so tryggjað er, hvør hevur heintað posarnar.
Umframt tær kanningar, sum Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av, so hevur Heilsumálaráðið gjørt
avtalu við ávikavist Thetis og Smyril Line, tá ið tað viðvíkur at kanna øll ferðafólk, sum koma til
Føroya.
Í avtaluni við Thetis framgongur, at tað er Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu, sum hevur
ábyrgdina av at gera kanningar av øllum ferðafólkum, sum koma loftvegis til Føroyar. Yvirlæknin á
deildini, Pál Weihe, hevur tí upplært og góðkent fólk at gera hálspotingar av øllum teimum, sum
koma til flogvøllin í Vágum. Hann hevur eisini góðkent kanningarstovuna Thetis at gera PCR
greiningar av potitilfarinum. Allir potipinnarnir verða beinanvegin sendir beinleiðis av flogvøllinum
suður á kanningarstovuna til greiningar. Alt tilfar frá fólkum, har COVID-19 ikki verður ávíst,
verður beinanvegin burturbeint. Potipinnar hjá teimum, sum verða staðfest positiv fyri COVID-19,
verða goymdir í eina viku. Hetta tí, at tað kann koma uppá tal at kanna fyri mutatiónir, t.d. at
staðfesta, um talan er um serliga smittandi bretska frábrigdið (B.1.1.7). Tilfarið verður goymt í
læstum rúmi á starvstovuni Thetis. Tey, sum arbeiða á koronastarvsstovuni, hava atgongd til hesar
pinnar, men hava ikki loyvi til at brúka teir til nakað annað enn til víðari greining sambært boðum
frá Pál Weihe, sum hevur ábyrgdina mótvegis teimum einstaklingum, sum hava latið seg kannað.
Í avtaluni við Smyril Line framgongur, at talan skal verða um kanningarstovu, sum ger
kanningarnar eftir delegatión av lækna.
Smyril Line skal harumframt tryggja sær, at kanningarstovan, ið ger korona-kanningarnar, einans
hevur pseudonymiseraðar persónupplýsingar um hendi, og sostatt m.a. ikki kann knýta
kanningarúrslit beinleiðis til ávíst ferðafólk.
Um ferðafólk, sum koma við Norrønu, verða testað negativ fyri koronu, tryggjar Smyril Line, at
kanningarnar verða burturbeindar.

-- 2 of 3 --

Um eitt ella fleiri ferðafólk verða testað positiv fyri koronu, tryggjar Smyril Line, at Landslæknin í
Føroyum fær boð beinanvegin bæði telefoniskt og skriftligt. Síðani tryggjar Smyril Line, at
kanningarnar verða burturbeindar.
Til spurning 2
Nei. Tilfarið verður einans brúkt til at kanna, um ein persónur er smittaður við koronu-virus og at
kanna, hvat slag av virus talan er um.
Til spurning 3
Sí svarið til spurning 1.
Heilsumálaráðið, 8. februar 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
076.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá R. Vang- Biologiskt tilfar í samband við koronukanningar, RS-ód.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Ruth Vang
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um biologiskt tilfar í samband við koronukanningar, settur
landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS §
52 a)
1. Nær verður biologiska tilfarið burturbeint, sum verður tikið frá persónum í sambandi við
kanningar av koronusmittu, sum verða bílagdar á korona.fo?
2. Verður tilfarið brúkt til annað enn at staðfesta, hvørt kannaði persónurin hevur
koronusmittu?
3. Hevur landsstýrismaðurin avtalað mannagongdir við viðkomandi kanningarstovur í hesum
sambandi?
Viðmerkingar:
Danskir miðlar hava varpað ljós á, at Statens Serum Institut goymir biologiskt tilfar frá royndunum,
sum tiknar verða fyri at staðfesta koronu. DNA verður skrásett og goymt í óasetta tíð við gransking
fyri eyga. Funnist hevur verið at, at viðkomandi persónar ikki í nøktandi mun eru gjørdir varugir við
hetta. Serliga ivasom gerst støðan av, at Danmarks Radio nýliga hevur avdúkað, at blóðroyndir, sum
Statens Serum Institut hevur tikið av donskum barnakonum í øðrum høpi verða nýttar í
amerikanskari granskingarverkætlan, sum eitt nú gevur Facebookstovnaranum Mark Zuckerberg
serrættindi, uttan at kvinnurnar á nakran hátt eru kunnaðar ella hava givið sína tilsøgn.
Vanliga fatanin millum fólk í Føroyum er, at tilfarið frá koronuroyndunum her heima verður
burturbeint, og vit hava ikki havt orsøk til at óttast líknandi støður sum hesar nevndu. Men tað
hevur ikki verið lagdur serligur dentur á kunning um júst hesi viðurskifti. Eitt nú hevur tað ikki
eydnast undirritaðu at finna nakað á heimasíðuni korona.fo um, hvørt royndirnar verða
burturbeindar. Tí verður spurningurin formliga settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 27. januar 2021
Ruth Vang

-- 1 of 1 --