52-075/2020
Kravið um loyvi at fiska hummara til húsbrúk
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. feb. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
075.20 Svar frá J.Vestergaard til J.Dahl - kravinum um hummaraloyvi til húsbrúk.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. feb. 2021
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Postboks 208 110 Tórshavn Stjórnarskrivstovan 5. februar 2021 Mál: 21/00041-3 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-075/2020 Svar til § 52 a fyrispurning nr. 75/2020 frá Johan Dahl, løgtingsmanni Fyrispurningur um kravið um loyvi at fiska hummara til húsbrúk, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvat er grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyri kravinum um, at føroyingar nú skulu hava loyvi til at fiska hummara til húsbrúk, og er hetta brot á siðvenjurættin, at føroyingar sleppa at fiska til húsbrúk? 2. Hvat vísa veiðihagtølini um ávikavist vinnuliga veiðu og veiðu til húsbrúk seinastu 10 árini? 3. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at hetta ikki fer at breiða seg til aðra fisking, sum er til húsbrúk? Svar: Til spurning nr. 1. Spurningurin um at broyta loyvisreglurnar fyri hummaraveiðu varð tikin upp, tí fleiri hava gjørt Fiskimálaráðnum vart við, at hummaraveiða til húsbrúk hevur vundið nógv uppá seg í seinastuni, og at tey, ið vinnuliga fiska hummara, kenna seg darvað av hesum. Sæð úr einum heildarsjónarmiði, og við denti á at hava eina skipan, ið elvir til vinnuliga og lívfrøðiliga burðardygd, talaði mest fyri at broyta reglurnar soleiðis, at fyri at fiska hummara á vanligu hummaraleiðunum krevst fiskiloyvi – eisini tá fiskað verður til húsbrúk. Í metingini eru atlit tikin at fleiri viðurskiftum. Fyrst er at nevna, at lóggevarin neyvan hevur ætlað, at frælsi at fiska til húsbrúk í øllum lutum skal vera óavmarkað. Í sjófeingislógini er heimild at áseta nærri reglur um veiðu til húsbrúks (§ 35, stk. 2). Í viðmerkingini til hesa grein verður m.a. sagt, at ”Tørvur kann vera á at hava heimild at regulera allan fiskiskap, eisini tá fiskiskapurin ikki er beinleiðis vinnuligur. Her kann eitt nú vera talan um at banna ávísum reiðskapi, seta krøv til reiðskap, at friða ávís øki fyri fiskiskapi í -- 1 of 3 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/3 sambandi við, at økið verður gagnnýtt til annað endamál, harundir aling ella til hummarafiskiskap…..” (løgtingsmál nr. 15/2019). Eftir hesum metti Fiskimálaráðið, at lóggevarin hevur ætlað, at tað skal vera heimild at gera reglur, ið avmarka “almannarættin” at fiska til húsbrúk í ávísum øki, eitt nú, tí at økið verður brúkt til vinnuligan hummarafiskiskap. Í hesum føri er lógarheimildin brúkt til fyrimun fyri tey, ið eftir galdandi reglum hava rætt til hummaraloyvi. Hesi vera mett at hava rætt, fram um onnur, at fiska hummara á vanligu hummaraleiðunum. Um frælsi at fiska til húsbrúk er annars at siga, at lítið talar fyri, at hetta gamla frælsið hevur so nógv við hummara at gera. Tað snýr seg mest um fisk, eina mest tosk, har gamalt er, at øll kunnu fara á flot og fiska fyri at fáa mat á borðið, uttan at loyvi krevst til tess. Fiskiskapurin eftir hummara við Føroyar hevur í hesum samanhangi ikki so nógv ár á baki; hann tók seg upp eftir seinna heimsbardaga. Síðani loyvisavmarkingin kom í hummaraveiðuni í 1982, bendir heldur einki á, at fólk, sum ikki hava hummaraloyvi, hava fiskað hummara til húsbrúks í sama mun, sum ábendingar eru um nú. Í sambandi við broyttu loyvistreytina hevur eisini verið havt í huga, at fyritreytirnar í fiskiskapinum eftir hummara í nógvar mátar eru øðrvísi enn í øðrum fiskiskapi inni við land, eitt nú í fiskiskapi eftir toski. Toskur er at fáa meiri víða um. Hummari er støðufastur á avmarkaðum økjum og verður fiskaður við faststandandi reiðskapi (rúsum). Um dentur skal leggjast á burðardygga vinnuliga hummaraveiðu, eigur reguleringin at leggja upp fyri hesum eyðkennum, tí við fríari atgongd at seta rúsur á avmarkaðu hummaraleiðunum, kann tað skjótt gerast so trongligt, at tað illa er roynandi, og at úrtøkan hjá øllum verður minni. Tað gagnar ongum. Avgerðin um at broyta reglurnar verður eisini mett at samsvara við skipanina, ið vit fyrisita fiskiskap eftir. Henda skipan ber í sær, at ein brúksrættur verður latin nøkrum úrvaldum til vinnuliga at troyta teir veiðimøguleikar, landið ræður yvir. Hesi fáa aloftast fyrimun, tá fiskiskapur verður skipaður ella umskipaður. Grundsjónarmiðið er eisini, at tey, ið fáa rættin at fiska vinnuliga, skulu hava umstøður at gagnnýta síni rættindi optimalt. Í sjálvum fiskiskapinum verður hetta m.a. gjørt við økisreguleringum, har summi fáa framíhjárætt til ávísar leiðir, fyri at tey ikki skulu verða darvað ella órógvað av øðrum fiskiskapi. Harumframt hevur eisini verið lagdur dentur á, at regluverkið skal vera lætt og greitt at umsita, og ikki ov orkukrevjandi at hava eftirlit við. Lagt kann vera afturat, at eins og aðrar reglur, ið skipa fiskiskap, verður skipanin í veiðu eftir hummara javnan eftirmett. Til spurning nr. 2. Talvan niðanfyri vísir árligu vinnuligu veiðuna av hummara í føroyskum sjógvi seinastu 10 árini, sambært avreiðingarseðli. Hjá bátum við hummaraloyvi og sum selja veiðuna, skal veiðan um eina góðkenda innvigingarskipan, og skylda er at senda myndugleikanum vektarseðil og avreiðingarseðil. -- 2 of 3 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 3/3 Hummaraveiða í føroyskum sjógvi 2011-2020, sambært avreiðingarseðli Kelda: www.vorn.fo Ár 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 kg 50.842 43.463 45.658 46.602 39.668 44.390 39.965 30.080 25.478 15.446 Veiða til húsbrúk verður ikki skrásett. Tey, ið fiska til húsbrúk, hava ikki skyldu at boða myndugleikanum frá, hvussu nógv tey fiska. Myndugleikin hevur heldur ikki skyldu at skráseta veiðu til húsbrúk. Tí hevur Fiskimálaráðið ikki veiðihagtøl, sum vísa, hvussu nógvur hummari er fiskaður til húsbrúk seinastu 10 árini. Til spurning nr. 3. Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at seta líknandi reglur fyri aðra fisking, sum er til húsbrúk. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 3 of 3 --
075.20 Spurningur til J.Vestergaard frá J.Dahl - kravinum um hummaraloyvi til húsbrúk.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
Jóhan Dahl løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um kravið um loyvi at fiska hummara til húsbrúk, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvat er grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyri kravinum um, at føroyingar nú skulu hava loyvi til at fiska hummara til húsbrúk, og er hetta brot á siðvenju-rættin, at føroyingar sleppa at fiska til húsbrúk? 2. Hvat vísa veiðihagtølini um ávikavist vinnuliga veiðu og veiðu til húsbrúk seinastu 10 árini? 3. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at hetta ikki fer at breiða seg til aðra fisking, sum er til húsbrúk? Viðmerkingar Í Føroyum hevur tað verið siðvenja, at hvør maður hevur rætt at fiska til húsbrúk. Hetta merkir meira ítøkiligt, at tað ikki skal havast eitt fiski- ella veiðiloyvi, um fiskaða nøgdin er til húsbrúk. Við kunngerð nr. 212 tann 22. desember 2020 krevst nú loyvi til at veiða hummara, hóast tað einans skal fiskast til húsbrúk. Tað tykist sum um, at hetta er ein uppgerð við siðvenjuna um fisking til húsbrúk, sum hevur verið galdandi í Føroyum. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum var, at óskipaður fiskiskapur eftir hummara ikki tænir hummarastovninum og er til ampa fyri vinnuna. Helst eigur óskipaður fiskiskapur, ið er til ampa fyri vinnuna ikki at viga tyngri enn siðvenjan um fisking til húsbrúk. Um fiskingin til húsbrúk er ov stór til, at hummarastovnurin kann bera seg, kundi tað verið skilabetri fyrst at ásett ítøkiliga, hvat hummaraveiða til húsbrúk er, hetta helst í nøgd/ kg. Tað kundi møguliga verið eitt alternativ, heldur enn at avtaka ein siðvenju- rætt hjá føroyingum at fiska til húsbrúk. Tí ein slík kunngerð kann skapa fordømi fyri framtíðar avtøku av loyvinum hjá føroyingum at fiska annan fisk til húsbrúk. Um brot er á ásetta veiðimarkið, so kundi ein møgulig loysn verið herd krøv um eftirlit hjá myndugleikunum, ið eru teir, ið hava ábyrgdina av at viðgera brot á kunngerðina heldur enn at tikið rættindini frá vanligum føroyingum. Henda siðvenja um fisking til húsbrúk, hevur stóran týdning fyri øll tey, sum í nógv ár hava havt henda møguleika og tí verður hesin fyrispurningur settur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 26. januar 2020 Jóhan Dahl -- 2 of 2 --