← Løgtingsmál

52-074/2020

Radara

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. feb. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
074.20 Svar frá J. av Rana til A. V. Johannesen - Radara.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. feb. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsveg 3
100 Tórshavn
Dagfesting: 4. februar 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-117
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-74/2020 frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini §
52 a. Fyrispurningur viðvíkjandi radara, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni við
uttanríkis- og mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu ofta og nær hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður, tosað við danska
verjumálaráðharran, Trine Bramsen, um møguliga uppseting av hernaðarradara í
Føroyum – antin á vanligum fundi, teldufundi ella gjøgnum telefon?
2. Hvat hevur landsstýrismaðurin fingið at vita frá danska verjumálaráðharranum um
møguliga uppseting av hernaðarligum radara í Føroyum?
3. Hvat hevur landsstýrismaðurin sagt við danska verjumálaráðharran um møguliga
uppseting av hernaðarligum radara í Føroyum?
4. Nær ætlar landsstýrismaðurin at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um málið
viðvíkjandi møguligari uppseting av einum hernaðarligum radara í Føroyum?
5. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at tað samsvarar við § 54 stk. 2 í stýrisskipanarlógini,
at hann framvegis ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina um hetta stórmál, hóast
hann, gjøgnum langa tíð og fleiri ferðir hevur tosað við donsku stjórnina um møguliga
uppseting av einum hernaðarradara í Føroyum?
6. Fer landsstýrismaðurin at loyva danska verjumálaráðharranum og fólki hennara at geva
Uttanlandsnevndini ta kunning, tey kunnu geva, um møguliga uppseting av einum
hernaðarligum radara í Føroyum?
Svar
Til 1: Á telefonfundi 6. august 2020, á fundi í Keypmannahavn 8. september 2020, og á
videofundum 13. november 2020 og 19. januar 2021 er spurningurin um ætlaða Arktis-
kapasitetspakkan hjá donsku verjuni umrøddur við danska verjumálaráðharran. Ætlanin
um ein nýggja hernaðarradara í Føroyum er partur av sonevnda Arktis-
kapasitetspakkanum.
Til 2: Danski verjumálaráðharrin hevur upplýst, at tørvur er á betri radaraeftirliti í
loftrúminum yvir føroyskum øki, serliga í einum geira sum fevnir frá økinum í ein
landnyrðing úr Føroyum millum Ísland og Noreg í ein útsynning móti Bretlandi. Bæði
NATO og USA hava eisini gjørt vart við tørvin á betri loftradaraeftirliti í nevnda øki,
sum eftirlit ikki hevur verið við síðan táverandi hernaðarradarin á Sornfelli var tikin niður

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
í 2009. Tí hevur spurningurin um møguleikan fyri nýggjum radara í Føroyum verið partur
av umrøðuni í sambandi við Arktis-kapasitetspakkan hjá donsku stjórnini.
Til fyri fáum døgum síðani hevur talan ikki verið um ein ítøkiligan fyrispurning, men
kunning um, at helst fór ein radari at vera millum ynskini hjá donsku verjuni.
Til 3: Landsstýrismaðurin hevur sagt, at talan er um eitt mál, sum skal viðgerast í
Føroyum, áðrenn avgerð verður tikin. Hann hevur sagt sítt útgangsstøði vera, at Føroyar
sum eitt vesturlendskt fólkaræði eiga at gera sítt til felags verjuna í NATO, tá ið tørvur er
á tí.
Til 4: Landsstýrið hevur nýliga fingið ítøkiligan fyrispurning frá donsku stjórnini um
støðu sína til spurningin um uppsetan av einum møguligum hernaðarradara í Føroyum.
Málið verður nú fyrireikað til politiska viðgerð, bæði í landsstýrinum og í
Uttanlandsnevndini. Talan er um eitt mál, sum skal hava neyva politiska viðgerð í
Føroyum, áðrenn avgerð verður tikin.
Til 5: Eftir § 54 í stýrisskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við
Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanríkispolitiskan
týdning, og eftir stk. 2 í somu grein skal landsstýrið ráðføra seg við Uttanlandsnevndina í
sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar um mál av stórum týdningi fyri
viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Málið um hernaðarradara hevur bæði uttanríkispolitiskan týdning og týdning fyri
viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum. Tí verður eingin avgerð tikin, fyrr enn
ráðførsla hevur verið við Uttanlandsnevndina um málið, ið sum nevnt nú verður
fyrireikað til politiska viðgerð. Enn hevur samskiftið millum donsku stjórnina og
landsstýrið verið at rokna sum kunning í sambandi við, at spurningurin um ein møguligan
radara hevur verið í umbúnað, ikki sum ítøkiligar samráðingar ella støðutakan. Tí hevur
higartil verið ov tíðliga at biðja um ráðførslu við Uttanlandsnevndina.
Til 6: Talan er um mál millum landsstýrið aðrumegin og donsku stjórnina hinumegin.
Tað er landsstýrið, ið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um málið, og tað er
landsstýrismaðurin, sum stendur til svars fyri Uttanlandsnevndini í málinum. Ein
ráðførsla skal sjálvandi fara fram á fult upplýstum grundarlagi. Tí hevur landsstýrið biðið
donsku stjórnina um allar viðkomandi upplýsingar um málið.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
074.20 Spurningur til J. av Rana frá A. V. Johannesen - Radara.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur viðvíkjandi radara, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni við
uttanríkis- og mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu ofta og nær hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður, tosað við danska
verjumálaráðharran, Trine Bramsen, um møguliga uppseting av hernaðarradara í
Føroyum – antin á vanligum fundi, teldufundi ella gjøgnum telefon?
2. Hvat hevur landsstýrismaðurin fingið at vita frá danska verjumálaráðharranum um
møguliga uppseting av hernaðarligum radara í Føroyum?
3. Hvat hevur landsstýrismaðurin sagt við danska verjumálaráðharran um møguliga
uppseting av hernaðarligum radara í Føroyum?
4. Nær ætlar landsstýrismaðurin at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um málið
viðvíkjandi møguligari uppseting av einum hernaðarligum radara í Føroyum?
5. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at tað samsvarar við § 54 stk. 2 í
stýrisskipanarlógini, at hann framvegis ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina
um hetta stórmál, hóast hann, gjøgnum langa tíð og fleiri ferðir hevur tosað við
donsku stjórnina um møguliga uppseting av einum hernaðarradara í Føroyum?
6. Fer landsstýrismaðurin at loyva danska verjumálaráðharranum og fólki hennara at
geva Uttanlandsnevndini ta kunning, tey kunnu geva, um møguliga uppseting av
einum hernaðarligum radara í Føroyum?
Viðmerkingar:
Danska stjórnin hevur boðað frá, at hon heldur tað vera neyðugt at seta upp ein hernaðarligan
radara í Føroyum til tess at kunna hava eftirlit við flogferðsluni í føroyskum loftrúmi.
Vit hava ongan hernaðarligan útbúnað havt í Føroyum síðani radararnir á Sornfelli blivu
sløktir, og tí er hetta eitt sera stórt og prinsipielt mál.
Tað er komið fram í fjølmiðlunum, at danski ráðharrin á økinum, Trine Bramsen, hevur
kunnað Jenis av Rana, landsstýrismann, um málið fleiri ferðir. Seinast í januar 2021.1 Men
tað er Løgtingið, sum skal taka støðu til hetta, og sum skilst hevur Uttanlandsnevndin, har
spyrjarin júst hevur tikið sæti, framvegis onga veruliga kunning fingið um málið.
Í drúgvum svari uppá fyrispurningar frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, um málið tann 8.
desember, segði danski verjumálaráðharrin m.a. soleiðis:
"Det er vigtigt med færøsk inddragelse i udformningen af de dele af oplægget, der vedrører
Færøerne. Og det er vigtigt, at et eventuelt ønske om at opstille en radar på Færøerne bliver
baseret på en fælles forståelse mellem Færøerne og Forsvarsministeriet.
Derfor har jeg løbende haft dialog – både telefonisk og fysiske møder – med Færøernes
landsstyremand for udenrigsanliggender, Jenis av Rana. (…) Vurderer han, at der skal
inddrages øvrige myndigheder på Færøerne, så vil jeg lytte til det. Ligesom jeg også gerne
mødes med Lagtingets udlandsudvalg, såfremt Jenis av Rana vurderer, det kunne være
hensigtsmæssigt."2
1 http://www.vp.fo/news/avgerdina-hevur-jenis-av-rana
2 https://www.ft.dk/samling/20201/almdel/f%C3%A6u/spm/2/svar/1735108/2317635.pdf

-- 1 of 2 --

Eftir hesum at døma er stjórnin sinnað til bæði at upplýsa um málið, og at koma í ein dialog
við føroyskar myndugleikar um málið. Higartil hevur henda kunning og hesin dialogur
kortini bert verið við Jenis av Rana, landsstýrismann, og tað kann vera rættiliga óheppið í
einum so stórum og prinsipiellum máli, og spurningurin er, um tað samsvarar við grein 54 í
stýrisskipanarlógini. Tí verða hesir fyrispurningar settir.
Á Løgtingi 22. januar 2021
Aksel V. Johannesen

-- 2 of 2 --