52-073/2020
Ensk tíðindi hjá KVF
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. feb. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
073.20 Svar frá J. av Rana til B. L. Jacobsen-Ensk tíðindi hjá KVF.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. feb. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 3 100 Tórshavn Dagfesting: 1. februar 2021 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-115 Svar upp á fyrispurning nr. 52-073/2021 frá Beintu Løve Jacobsen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52 a. Fyrispurningur um ensk tíðindi hjá KVF, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a). Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar eru ætlaninar hjá Kringvarpi Føroya við tíðindaflutninginum á enskum? 2. Hvat kostar skipanin við tíðindum á enskum? Svar Til 1: Eg havi spurt Kringvarpið um ætlanirnar hjá stovninum við tíðindaflutninginum á enskum, og eg seti svarið inn her: ”Kringvarp Føroya hevur hildið seg til public service-sáttmálan, har tað stendur, at stovnurin “skal virka við til at framleiða upplýsandi public service-tilfar, ið vendir sær til tilflytarar, ið ikki skilja føroyskt ella skandinaviskt”. Hesa tænastuna hevur stovnurin veitt gjøgnum “News in English” á heimasíðuni kvf.fo. Public service-sáttmálin fór úr gildi á nýggjárinum, men tað verður framvegis arbeitt sambært høvuðsleistinum í sáttmálanum, til ein nýggjur kemur í gildi. Kringvarpið hevur innanhýsis umrøtt, um tað er rætt, at ein stovnur, sum framleiðir føroyskt tilfar, eisini skal framleiða tilfar á enskum. Í integratiónsarbeiði verður oftast stórur dentur lagdur á at læra tilflytarar høvuðsmálið í landinum hagar tey flyta. Harnæst kann yvirskipað sigast, at integratións-uppgávur liggja ikki vanliga hjá public service-miðlunum, men hjá eitt nú integratiónsstovnum og kommunum. Um komandi public service-sáttmálin eisini leggur upp til, at Kringvarpið skal framleiða upplýsandi public service-tilfar til tilflytarar, ið ikki skilja føroyskt ella skandinaviskt, fer Kringvarpið at halda fram við tænastuni “News in English” og at menna tænastuna, soleiðis at tíðindini í størri mun verða lagað til tilflytararnar.” Eg kann leggja aftrat, at Kringvarpið og Uttanríkis- og mentamálaráðið í løtuni samskifta um leistin fyri og innihaldið í einum nýggjum public service-sáttmála. Vit hava eisini í hesum sambandi umrøtt spurningin um framhald av tíðindum á enskum. Eg haldi, at hetta er ein týdningarmikil tænasta at veita okkara borgarum, ið ikki skilja føroyskt, so eg vænti ikki, sum er, at tænastan verður strikað. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Til 2: Sambært Kringvarpinum er tænastan í stóran mun útveitt. Frá síðst í desember 2019 til síðst í desember 2020 rindaði Kringvarpið fríyrkisjournalisti 282.800 krónur fyri veitingina. Hartil kemur nakað av innanhýsis kostnaði, sum liggur undir 50.000 krónur. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
073.20 Spurningur til J. av Rana frá B. L. Jacobsen-Ensk tíðindi hjá KVF.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
Beinta Løve Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um ensk tíðindi hjá KVF, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvørjar eru ætlaninar hjá Kringvarpi Føroya við tíðindaflutninginum á enskum? 2. Hvat kostar skipanin við tíðindum á enskum? Viðmerkingar: Kringvarpið hevur týðandi leiklut í samfelagnum. Tí er eisini umráðandi, at Kringvarpið røkkur út til so nógv fólk sum til ber. Har hevur tíðindaflutningurin á enskum á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stóran týdning. Tí alsamt fleiri í Føroyum hava annað mál enn føroyskt sum móðurmál. Fyri at fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðirmál, eisini kunnu taka lut í samfelagnum og fáa vitan um, hvat gongur fyri seg í samfelagnum, er umráðandi, at tey fáa álítandi og góðan tíðindaflutning á enskum, sum flest allir útlendingar skilja. Á Løgtingi, 19. januar 2021 Beinta Løve Jacobsen -- 1 of 1 --