← Løgtingsmál

52-072/2020

Suðuroyartunnil

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. jan. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
072.20 Svar frá J. Niclasen til B. Hammer - Suðuroyartunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 25. januar 2021
J. nr.: 21/00022-2
Svar uppá fyrispurning nr. 72/2020 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um
Suðuroyartunnilin, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat varð úrslitið av forkanningunum í sambandi við komandi Suðuroyartunnilin, sum
vórðu gjørdar í 2020, og hvat verður tað næsta stigið?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at kalla allar flokkar á tingi saman til at gera eina felags semju um
Suðuroyartunnilin?
3. Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta á stovn P/F Suðuroyartunnilin?
Svar til fyrispurning nr. 1
Seismiskar kanningar vórðu gjørdar í Skúvoyarfirði, Dímunarfirði og Suðuroyarfirði. Jarðfrøðilig
borihol vórðu eisini gjørd á Sandi, Skarvanesi, Sandvík og Hvalba. Kanningarnar í 2020 eydnaðust
væl, men tær eru ikki liðugt greinaðar enn. Fyribils benda úrslitini á, at onkur riva helst er í
Skúvoyarfirði, men sum heild hava úrslitini ikki givið ábendingar um nógv óvæntað viðurskifti.
Neyðugt er at kanna úrslitini betur og at greina úrslitini saman við úrslitunum frá jarðfrøðiligu
kanningunum, sum verða gjørdar í 2021.
Næsta stig verður at gera fleiri seismiskar kanningar og borihol í 2021. Løgtingið hevur játtað 5 mió.
kr. til forkanningar og fyrireikingar í sambandi við Suðuroyartunnilin í 2021. Ætlanin er at halda fram
við teimum jarðfrøðiligar kanningunum í 2021. Arbeitt verður eisini við at kanna tann búskaparliga
partin av verkætlanini við samfelagsligum-, kostnyttu- og CO2-greiningum. Ætlanin er eisini at
hyggja nærri eftir einum møguligum fíggjarleisti í sambandi við verkætlanina. Í sambandi við tunnilin
verður eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting (váðameting), náttúrukanningar og
fornfrøðikanningar v.m., og ætlanin er eisini at byrja tað arbeiðið í 2021.
Ein ætlan er gjørd fyri, hvussu kanningarnar eiga at halda fram. Gongur alt væl í sambandi við
forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og taka óvæntað viðurskifti seg ikki upp,
verður miðað eftir, at arbeiðið er komið rættiliga langt í 2021 og at síðstu forkanningarnar og
fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til fyrispurning nr. 2
Landsstýrismaðurin ætlar at kalla allar flokkar á tingi saman at viðgera verkætlanina
Suðuroyartunnilin og ymiskar týðandi spurningar og viðurskifti í sambandi við hana. Fleiri av
spurningunum kunnu illa viðgerast, fyrr enn fleiri forkanningar og fyrireikingar eru gjørdar og fyrr
enn ein trygdarmeting fyriliggur av tunlinum.
Støða er ikki tikin til, nær flokkarnir verða kallaðir saman, men miðað verður eftir einari felags semju
um Suðuroyartunnilin eins og gjørt varð í sambandi við Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.
Svar til fyrispurning nr. 3
Landsstýrið ætlar at stovna eitt alment tunnilsfelag fyri Suðuroyartunnilin, tá ið verkætlanin er búgvin
til tað og tá ið politiska skipanin, Løgtingið og landsstýrið, hava viðgjørt og tikið støðu til týðandi
spurningar og viðurskifti í sambandi við verkætlanina. Eins og nevnt í svarinum til nr. 2, kunnu fleiri
viðurskifti í sambandi við tunnilin illa viðgerast, fyrr enn fleiri forkanningar og fyrireikingar eru
gjørdar og fyrr enn ein trygdarmeting fyriliggur av tunlinum.
Landsstýrið hevur á langtíðarløguætlanini hjá landinum frá 2025 sett 100 mió. kr. árliga av til
partafelagið, sum ætlandi skal standa fyri verkætlanini.
Tinganes, 25. november 2019
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
072.20 Spurningur til J. Niclasen frá B. Hammer - Suðuroyartunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Bjarni Hammer
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um Suðuroyartunnilin, settur landsstýrismanninum við fíggjarmálum,
Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvat varð úrslitið av forkanningunum í sambandi við komandi Suðuroyartunnilin,
sum vórðu gjørdar í 2020, og hvat verður tað næsta stigið?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at kalla allar flokkar á tingi saman til at gera eina felags
semju um Suðuroyartunnilin?
3. Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta á stovn P/F Suðuroyartunnilin?
Viðmerkingar
Forkanningar til komandi Suðuroyartunnilin vórðu gjørdar í 2020 fyri nærum 5 milliónir
krónur. Tær flestu kanningarnar blivu gjørdar á sumri, m.a. seismiskar kanningar, sum
Landsverk stóð fyri. Greiningarnar skuldu taka 2-3 mánaðir. Um ætlanin er at byrja uppá
Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugt boraður, er neyðugt, at forarbeiðið heldur
áfram. Um vit ætla at varðveita føroysku arbeiðsmegina og tunnilskunnleikan, sum er mentur
í Føroyum seinastu árini, so skal arbeiðið uppá Suðuroyartunnilin byrja beinanvegin aftaná
Sandoyartunnilin.
Á vári 2020 legði undirritaði uppskot fyri tingið um at seta á stovn partafelag at gera
undirsjóvartunnil til Suðuroynna; sami leistur, sum er brúktur til hinar undirsjóvartunlarnar í
Føroyum. Uppskotið bleiv felt av samgonguni, sum metti tað vera einasti rætti
framferðarháttur, men sum samstundis metti, at tað ikki hevði skund at seta á stovn partafelag
at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Ein grundgeving fyri at fella uppskotið var, at allir
flokkar skuldu semjast um ein felags framferðarhátt, og í tí sambandi varð heitt á
landsstýrismannin, bæði frá andstøðu og samgongu, um beinanvegin at kalla umboð fyri allar
flokkar saman. Endamálið skuldi vera at finna eitt felags stev í sambandi við tunnilsgerðina
av Suðuroyartunlinum. Tað táttar í eitt ár síðan, og enn hava vit onki frætt frá
landsstýrismanninum.
Tað er fleiri ferðir borið fram á Løgtingi, at rættast er at brúka just sama framferðarhátt, tá
farið verður undir Suðuroyartunnilin, sum tann, ið bleiv brúktur, tá hinir undirsjóvartunlarnir
vórðu og verða gjørdir - eina yvirskipaða politiska semju og at stovna eitt alment partafelag at
taka sær av byggingini av Suðuroyartunlinum. Tí er viðkomandi at fáa at vita, nær
landsstýrismaðurin ætlar at seta partafelagið á stovn. Tað er skjótt eitt ár, síðani fyrsta
royndin bleiv gjørd, og tað lá í kortinum, at tað ikki skuldi ganga long tíð, til partafelagið
bleiv stovnað. Men enn vita vit einki.
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 14. januar 2021
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --