52-071/2020
Gamlarætt
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. jan. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
071.20 Svar frá J. Niclasen til H. Mortense - Gamlarætt.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 25. januar 2021 J. nr.: 21/00020 Viðgjørt: MM Svar upp á fyrispurning nr. 52-071/2020 frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Gomlurætt Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið við havnini á Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin er liðugur? Svar: Í løtuni verður ein stórur partur av havnini á Gomlurætt nýttur í sambandi við gerð av Sandoyartunlinum. Harumframt verður havnin nýtt til parkering í sambandi við farleiðirnar hjá Strandfaraskip Landsins til Hest/Koltur/Skopun. Eisini verður havnin nýtt til ferðavinnu hjá Rib62 og til sjóflutning av fiskialing hjá Luna. Tá Sandoyartunnilin opnar verður brúk fyri havnini til nevnda virksemi. Væntandi verður áhugin størri fyri havnini tá Sandoyartunnilin er komin longur, tí nógvir møguleikar eru á økinum. Ì núverandi løtu eru tó ongar ítøkiligar ætlanir við havnini, men málið verður tikið upp politiskt, tá tunnilin er komin longur ávegis. Tinganes, 25. januar 2021 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
071.20 Spurningur til J. Niclasen frá H. Mortense - Gamlarætt.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um Gomlurætt, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvørja ætlan hevur landsstýrið við havnini á Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin er liðugur? Viðmerkingar: Landsverk hevur ábyrgd av at reka havnina á Gomlurætt, sum varð tikin í nýtslu í 1993 og kostaði 130 mió. kr. at byggja. Havnin á Gomlurætt verður nýtt av Strandfaraskipum Landsins í sambandi við farleiðirnar í Sandoynna og Hest. Tá Sandoyartunnilin verður liðugur og tikin í nýtslu, er Hestleiðin einsamøll eftir um at nýta Gomlurætt sum samferðsluhavn. Tórshavnar Havn leigar sum er ein part av havnalagnum til flótibrúgvar til smábátar og atløgubryggju til ferðamannasigling. Nú nýtslustigið fer at minka so munandi er áhugavert at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja, at samfelagið eisini í komandi árum kann fáa ágóðar av havnarlagi og lendi, sum standa mát við íløguna – og við inntrivið, ið gjørt er í lendið. Á Løgtingi, 13. januar 2021 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --