52-070/2020
Læraraútbúgving og lærarayrkið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. jan. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
070.20 Svar frá J. av Rana til J. Joensen-lærarautbugvingina og lærarayrkið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 3 100 Tórshavn Dagfesting: 22. januar 2021 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-112 Svar upp á fyrispurning nr. 52-070/2020 eftir Tingskipanini § 52 a frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um læraraútbúgvingina og lærarayrkið, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a). Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at øll lesandi, sum útbúgva seg til lærara, skulu fáa betri innlit í serøkið og kunnleika til næmingar við serligum avbjóðingum? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at nýútbúnir lærarar fáa hollari innlæring í, hvussu ein skipar undirvísingina fyri næmingar, ið hava serligar avbjóðingar? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at fólkaskúlin fær nóg høga normering til, at lærarar fáa tíð og orku til eisini at undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum? 4. Tekur landsstýrismaðurin fakkunnleikan innan føroyska fólkaskúlan við í endurskoðanina av læraraskúlaútbúgvingini? Svar Til 1: Øll læraralesandi fáa innlit í sernámsfrøðiliga økið í lærugreinapartinum, Undirvísing og læring I, II og III, sum fatar um 65 ects. Harumframt hava læraralesandi seinastu 10 árini havt møguleika at valt sernámsfrøði sum eina av sínum 3 linjugreinum, og hetta lestrarárið taka 21 læraralesandi sernámsfrøði á linju. Hesin serføroyski møguleikin verður endurskoðaður í løtuni, tí fleiri røddir hava víst á, at tað er týdningarmikið, at nýútbúnir lærarar hava linjugreinar í lærugreinum, sum eru kravdar sambært fólkaskúlalógini, og sum næmingar skula hava undirvísing í. Landsstýrismaðurin fer í næstum at seta seg í samband við Fróðskaparsetrið um, hvussu sernámsfrøði verður skipað bæði sum partur av læraraútbúgvingini og sum eftirútbúgving. Holl eftirútbúgving er sera umráðandi fyri at menna undirvísing fólkaskúlans og støðugt at hava dagførdan námsføðilgan- og fakligan førleika og nýggjastu vitanina innan ymsu fakøkini. Til 2: Eg fari sum landsstýrismaður at viðgera spurningin saman við Setrinum til tess at tryggja, at sernámsfrøðin verður styrkt sum kravt undirvísingarevni í “Undirvísing og læring”, og at stig verða tikin til eftirútbúgvingartilboð innan sernámsfrøði. Til 3: Seinnu árini er serøkið í fólkaskúlanum munandi styrkt við sertilboðum, førleikastovum við serútbúnum starvsfólki og tvílæraraskipan í yngru flokkunum. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Harumframt er serstøk játtan til námsfrøðiligar stuðlar, har tørvur er á tí. Við kunngerð nr. 24 frá 19. mars 2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð eru nú 9 sertilboð skipað kring landið. Ætlanin er at eftirmeta skipanina og taka støðu til, um skipanin við sertilboðum skal økjast ella fleiri átøk skulu mennast í vanligu floksundirvísingini. Eisini er neyðugt at eftirmeta miðfirraðu tímajáttan til sernámsfrøðilig átøk, sum er partur av játtanarskipanini. Til samans eru skúlaárið 2020/21 umleið 170 næmingar knýttir at hesum sertilboðum. Afturat hesum er serligt skipað tilboð í Havn, kallað Lopfjølin, ætlað teimum børnum, ið hava ilt við at koma í skúla. 12 børn eru knýtt at Lopfjølini. Næmingatalið í Skúlanum á Trøðni er økt seinastu árini, og eru 55 næmingar innskrivaðir í skúlan hetta skúlaárið. Til 4: Ein afturvendandi uttanhýsis eftirmeting fer at verða í næstum. Harumframt verður eitt endurskoðanararbeiði av námsvísindaligu útbúgvignunum sett í verk sambært samgonguskjalinum. Í hesum arbeiði verður fakkunnleikin innan føroyska fólkaskúlan tikin við. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
070.20 Spurningur til J. av Rana fraá J. Joensen-lærarautbugvingina og lærarayrkið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um læraraútbúgvingina og lærarayrkið, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at øll lesandi, sum útbúgva seg til lærara, skulu fáa betri innlit í serøkið og kunnleika til næmingar við serligum avbjóðingum? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at nýútbúnir lærarar fáa hollari innlæring í, hvussu ein skipar undirvísingina fyri næmingar, ið hava serligar avbjóðingar? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at fólkaskúlin fær nóg høga normering til, at lærarar fáa tíð og orku til eisini at undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum? 4. Tekur landsstýrismaðurin fakkunnleikan innan føroyska fólkaskúlan við í endurskoðanina av læraraskúlaútbúgvingini? Viðmerkingar: Í svari til § 52 a fyrispurning frá undirritaða í fjør, vísti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum á, at hann ætlar at endurskoða læraraútbúgvingina í 2021. At vera lærari í dag setir ikki bara krøv til fjøltáttaða undirvísing, men eisini til ítøkiligar undirvísingartilgongdir til næmingar við ymiskum avbjóðingum so sum næmingar við diagnosum. Fólkaskúlalógin leggur upp til, at undirvísingin skal vera lagað til einstaka næmingin og læring hansara. Og kanningar vísa, at uml. 25% av ungdóminum í dag líða av strongd, angist og tunglyndi, har m.a. skúlanoktan er ein fylgja. Av hesum 25% er aftur ein fjórðingur, sum er heilt illa fyri og krevur eina serliga skúlafyriskipan. Tí er umráðandi at vita, um læraraútbúgvingin og karmarnir gera tað møguligt hjá lærarum at lofta øllum næmingum í dag. Sjálvt um førleikastovurnar í skúlunum eru uppraðfestar, og hóast myndugleikarnir hava staðsett fleiri serskúlatilboð til at hjálpa næmingum við serligum avbjóðingum, so eru tað fleiri og fleiri næmingar í vanliga skúlanum, sum hava ymsar avbjóðingar í skúladegnum. Hesir næmingar krevja tað av læraranum, at hann hevur innlit í avbjóðingarnar hjá teimum og kann leggja undirvísingina til rættis eftir tørvinum hjá teimum. Hetta kann vera sera krevjandi fyri læraran, og skal hann tí búgvast væl til uppgávuna, ið møtir honum innan skúlans gátt. Í sama viðfangi er eisini týdningarmikið at seta sær spurningin, um normeringin í fólkaskúlanum er nøktandi - ein lærari til 26 næmingar. Læraraskúlin hevur tí eina stóra ábyrgd av at fyrireika komandi lærarar til skúlalívið. Undirvísingarfortreytirnar broytast støðugt og samfelagið broytist støðugt. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 11. januar 2021 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --