← Løgtingsmál

52-069/2020

Koronukoppseting til sjúklingar í uttanlandsviðgerð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. jan. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
069.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til S. Stenberg- koronukoppseting til sjúklingar í uttanlandsviðgerð.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 20. januar 2021
HMR J. nr. 21/00216-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-069/2020 eftir § 52a í tingskipanini um koronukoppseting til sjúklingar í
uttanlandsviðgerð frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu er ætlanin at tryggja, at tey, sum eru stødd uttanlands í sjúkuviðgerð og teirra
fylgjarar, verða koppsett? og nær kann roknast við, at hetta verður gjørt?
2. Verða starvsfólkini á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn eisini boðin til koppsetingina
samstundis
Svar:
Til spurning 1
Tað er ikki nokk til av koppingarevnum, so allar føroyingar kunnu verða koppsettir í senn. Hetta
hevur við sær, at neyðugt er at raðfesta, nær teir ymsu bólkarnir fáa tilboð um COVID-19
koppsetingina. Í COVID-19 koppingarætlanini fyri Føroyar er eitt tilmæli um, hvussu ymsu
bólkarnir kunnu raðfestast.
Í koppingarætlanini verður mælt til at byrja við at tryggja skipanirnar innan heilsu- og eldraøkið, tí
tær eru so viðbreknar. Hetta verður gjørt við at koppseta starvsfólkini í fremstu røð innan hesi øki.
Næsta stigið er at fyribyrgja, at gomul og sera heilsuveik verða álvarsliga sjúk ella doyggja av/við
korona. So hvørt sum fleiri nøgdir av koppingarevnum koma til Føroyar, fara støðugt fleiri bólkar at
fáa tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19. Tað verður ásett í kunngerð, hvør bólkur fær
tilboð um COVID-19 koppseting. Sum støðan er í løtuni, verður roknað við, at allir føroyingar eru
liðugt koppsettir um mánaðarskiftið juni/juli 2021.
Allir sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands, og ávístu fylgjarar teirra, ið lúka
treytirnar í kunngerðini, fáa tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 undan fráferð úr
Føroyum.

-- 1 of 2 --

Í kunngerðini um ókeypis tilboð um koppseting ímóti COVID-19 er ásett, at koppsetingarnar fara
fram á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi og á koppsetingarstaði í
Tórshavn. Harumframt verður stovnsett ein flytfør eind, sum fer at koppseta á t.d. Sandoynni og í
Vágoynni. Við støði í ásetingunum í kunngerðini, er tí ikki heimild fyri at koppseta føroyingar,
meðan teir eru staddir uttanlands. Henda skipanin er tann sama, sum er galdandi fyri tilboðini um
allar aðrar koppsetingar, sum eru ásettar í kunngerðini um ókeypis koppseting ímóti ávísum
smittandi sjúkum (kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum
smittandi sjúkum).
Til spurning 2
Starvsfólk á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, sum búgva í Danmark, eru fevnd av teimum
reglum og raðfestingum, sum eru galdandi fyri koppseting ímóti COVID-19 í Danmark.
Starvsfólkini á Sjúklingahotellinum Tórshavn eru við í koppsetingini, sum Región Hovedstaden
skipar fyri. Øll starvsfólkini á Sjúklingahotellinum fingu í boði at fáa koppseting í farnu viku (viku
2). Tey fingu fyrstu koppsetingina ávikavist mikudagin og hósdagin í tí vikuni.
Heilsumálaráðið, 20. januar 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
069.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá S. Stenberg- koronukoppseting til sjúklingar í uttanlandsviðgerð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um koronukoppseting til sjúklingar í uttanlandsviðgerð, settur
landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS §
52 a)
1. Hvussu er ætlanin tryggja, at tey, sum eru stødd uttanlands í sjúkuviðgerð og teirra fylgjarar,
verða koppsett? og nær kann roknast við, at hetta verður gjørt ?
2. Verða starvsfólkini á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn eisini boðin koppsetingina
samstundis ?
Viðmerkingar:
Tað verða støðugt sendir sjúklingar til sjúkuviðgerð uttanlands. Størsti parturin á
Ríkissjúkrahúsinum. Fleiri av sjúklingunum eru ein part av tíðini á sjúklingahotellinum, og fleiri
teirra hava avvarðandi við. Tað eru eisini fleiri, sum ferðast tíðum millum londini í sambandi við
langa viðgerðir.
Smittutrýstið er høgt í Danmark, og økta ferðingin saman við ymisku sjúkrasøgunum ger hetta til
ein sera viðbreknan bólk. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin, so greiða fæst á málinum.
Á Løgtingi, 8. januar 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --