52-068/2020
Føroyska rossið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. jan. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
068.20 Svar frá H. Abrahamsen til I.D.Strøm- Føroyaska rossið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
Tórshavn, 19. januar 2021 UVMR j.nr. 21/00215-2 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-068/2020 frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmanni, um føroyska rossið Spurningurin var soljóðandi: 1. Er ætlanin at menna lógarverk til skráseting og útflutning av føroyskum rossum? 2. Hvørjar aðrar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri varðveitsluna av føroyska rossinum? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at varðveitslan av føroyska rossinum er týdningarmikil í mun til altjóða sáttmálar um varðveitslu av lívfrøðiligum margfeldi? Svarað verður undir einum: Føroya løgting hevur tikið undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi (The Convention on Biological Diversity), og við hesum eru Føroyar bundnar at tryggja lívfrøðiligt margfeldi. Sum spyrjarin vísir á, er neyðugt við einum munandi størri tali av lívdjórum, men rúm tykist ikki vera fyri hesum lívdjórum í Føroyum, tí lendið er ov lítið, og ov fá hava áhuga at átaka sær hetta arbeiðið. Ein loysn á hesum trupulleika kann vera at útflyta føroyska ross til onnur áhugað, m.a. í ES, men hetta kann ikki gerast, fyrr enn lóggávan er fingin upp á pláss. Heilsufrøðiliga starvsstovan er farin undir at arbeiða við málinum, men aðrar týðandi uppgávur koma framum, og tí ber ikki til at siga, nær komið verður á mál við hesum arbeiði. Í fyrstu atløgu kannar Heilsufrøðiliga starvsstovan ta lóggávu, ið er galdandi á økinum, og fer síðani at meta um, hvussu henda lóggáva kann setast í gildi í Føroyum. Fyrsta stigið er at skráseta føroysku rossini. Hetta skal gerast í eini húsdýraskrá, sum Búnaðarstovan leingi hevur arbeitt við at fáa setta í verk. Nakað av fígging vantar fyri at fáa skipanina at virka, men er fíggingin tøk, ber til at fara undir at skráseta føroysku rossini. Næsta stigið er at fáa føroyska rossaslagið góðkent sum serligt rossaslag. Eftir hetta skal setast í verk føroysk lóggáva, sum samsvarar við ES-lóggávuna á økinum, og føroysk rossafeløg skulu góðkennast sum alarar og útflytarar. Tá alt hetta er sett í verk og farið at virka, fer føroyska skipanin við jøvnum millumbilum at verða skoðað (auditerað) av ES-myndugleikum. -- 1 of 2 -- Sum tað sæst, er talan um umfatandi arbeiði, sum má gerast í stigum, og roknast má, at hetta fer at taka drúgva tíð. Samstundis sum hetta arbeiðið verður gjørt, er kortini eisini umráðandi at fylgja støðuni við føroyska rossinum, og hesum tekur Búnaðarstovan sær av. Eg fylgi við málinum, og er tað so, at støðan versnar munandi, verður málið tikið upp til viðgerðar. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 19. januar 2021 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
068.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá I.D.Strøm- Føroyaska rossið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um føroyska rossið, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnuumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Er ætlanin at menna lógarverk til skráseting og útflutning av føroyskum rossum? 2. Hvørjar aðrar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri varðveitsluna av føroyska rossinum? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at varðveitslan av føroyska rossinum er týdningarmikil í mun til altjóða sáttmálar um varðveitslu av lívfrøðiligum margfeldi? Viðmerkingar: Føroyska rossið er sermerkt og finst bara her í Føroyum. Varðveitslan av føroyska rossinum hevur í nógv ár dúvað upp á sjálvboðið arbeiði. Tá farið varð undir at varðveita rossið, vóru einans fimm ross á lívi. Í dag eru á leið 90 føroysk ross, harav 50 lívdjór. Skulu vit tryggja okkum, at stovnurin ikki doyr út, er neyðugt við 200 lívdjórum. Men tað eru ov fá, sum ala, tí avtakararnir eru ov fáir, og við tí alingini, sum er í dag, veksur innannøringin so mikið, at kjansurin fyri, at stovnurin um nøkur ár ikki kann geva avkom, er stórur. Í 2010 tóku Føroyar undir við altjóða sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi (CBD sáttmálin). Við hesum hava vit millum annað bundið okkum til at syrgja fyri varðveitslu av tí lívfrøðiliga margfeldinum, ið bara finst í Føroyum. Vit vita um onnur sløg, eitt nú føroysku kúnna, ið er útdeyð vegna vantandi átøk. IPBES metir í løtuni, at svinnið í lívfrøðiligum margfeldi gongur 100 til 1000 ferðir so skjótt, sum áður, vegna eitt nú dálking, veðurlagsbroytingar og menniskjaliga týning av búøki. Í Føroyum eru nógv rossaáhugað og reiðfólk, ið eisini nýta onnur ross enn føroysk. Høvdu allir bøndur í Føroyum føroysk ross í tann mun, ið var burðardygt fyri landbúnað teirra, og um øll, sum kundu brúka føroysk ross, brúktu tey, so vóru tað framvegis ov fá til at bjarga stovninum frá at doyggja út. Tí er neyðugt við átøkum, skal føroyska rossinum vera lív lagað í framtíðini, og tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 8. januar 2021 Ingilín Didriksen Strøm -- 1 of 1 --