← Løgtingsmál

52-067/2020

Fýrverk

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jan. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
067.20 Svar frá H. Abrahamsen til I.D. Strøm - fýrverk.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
§ 52 a fyrispurning frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu, viðvíkjandi fýrverki, nr. 067.20
Spurningurin var soljóðandi:
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at endurskoða lóg og kunngerð um fýrverk frá
1969 m.a. við atliti at kemikalium, dálking og ljóðdálking?
Svar:
Reglurnar um fýrverk eru ikki broyttar seinastu 52 árini, og tí er sjálvsagt nógv, ið er
ótíðarhóskandi, og lógarverkið treingir til eina endurskoðan.
Trygdar- og umhvørvisatlit viðvíkjandi vanligum fýrverki
Kunngerðini um fýrverk frá 1969 ásetur m.a. krøvini til merking og dygd av fýrverki. Ítøkiliga
inniheldur kunngerðin krøv um merking av fýrverki, ið als ikki eru í samsvari við líknandi krøv
í grannalondum okkara. Hetta merkir, at ásettu krøvini til m.a. innihaldið av kemiskum evnum í
fýrverki ikki eru tíðarhóskandi, tá hugsað verður um atlit til trygd og umhvørvi. Hetta talar í
sær sjálvum fyri, at kunngerðin eigur at verða endurskoðað og dagførd.
Ætlanin hesum viðvíkjandi er, at føroyska lóggávan verður dagførd soleiðis, at hon
innihaldsliga samsvarar við lóggávuna í hinum norðurlendsku londunum. Tá hugsað verður
um, at meginparturin av fýrverkinum verður innfluttur úr Danmark, er mest skilvíst at lóggávan
í Føroyum verður gjørd eftir donskum leisti.
Viðmerkjast skal tó, at hóast lóggávan er frá 1969, er meginparturin av fýrverkinum, sum
verður nýtt í Føroyum, framleitt samsvarandi lóggávuni, sum er galdandi í hinum
norðurlendsku londunum, serliga teirri donsku.
Nýtsla av fýrverki
Føroyska lóggávan um fýrverk hevur sum nú er ongar ásetingar um at avmarka tíðarskeiðið,
har loyvt er at selja ella at nýta fýrverk. Lóggávan ásetir tó, at søla og m.a. nýtsla einans má
fara fram við loyvi frá Føroya Landfúta. Hetta merkir, at søla og nýtsla av fýrverki kann fara
fram alt árið, um Føroya Landfúti tekur avgerð um at loyva hesum.
Siðvenjan í Føroyum er, at søluloyvi til fýrverk einans verður givið í tíðarskeiðinum frá 27. –
31. desember. Tað er ikki møguligt at vísa á, hvussu nógv fýrverk verður nýtt áðrenn ella

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
aftaná 31. desember, men ein varin meting er tó, at nógv tann størsti parturin av fýrverki verður
nýttur til nýggjárshaldið 31. desember.
Tað er tí sannlíkt, at hóast føroyska lóggávan er linari, er veruliga nýtslan av fýrverki lík teirri í
hinum norðurlendsku londunum. Tá lóggávan verður endurskoðað, verður eisini hugt eftir
tíðarskeiðinum, loyvt er at nýta fýrverk. Her eigur eisini at havast í huga, at veðrið
nýggjársaftan kann vera svikaligt, og av tí at tað ikki er ráðiligt at goyma fýrverk í langa tíð,
eigur at vera loyvt at skjóta nakrar dagar inn í nýggja árið.
Neyðrakettir/neyðsignal
Leggjast skal afturat, at ein av mest álvarsomu vandunum á nýggjárinum er nýtslan av
neyðrakettum, sum verður nýtt sum nýggjársfýrverk. Talan er um vøru, sum als ikki er ætlað til
nýtslu á nýggjárinum, men einans til at fráboða neyðstøður á sjónum. Talan er um vandamikla
vøru, sum í nógv størri mun enn annað fýrverk kann gerast atvold til eldsbruna og álvarsom
óhapp.
Sambært § 4, nr. 2 í løgtingslóg um fýrverk hevur landsstýrismaðurin heimild at áseta nærri
reglur um gerð, innflutning, at avhenda, at fáa sær og gera nýtslu av fýrverki, sum fyrisett er
sum neyðsignal ella sum kann blandast við tílík signal. Líknandi heimildir eru eisini í maritimu
lóggávuni.
Ætlanin er at áseta reglur, ið greitt banna nýtslu av neyðrakettum til annað endamál enn tað,
sum hendan vøra er ætlað til. Til tess at tryggja, at neyðrakettirnar ikki verða nýttar til annað
endamál, kann t.d. verða ásett:
- greiðari reglur um innflutning og sølu,
- reglur um eina pantiskipan, har keyparin, umframt keypspeningin, rindar seljaranum
eitt pantigjald, sum verður endurgoldið, tá keypari letur óbrúktar neyðrakattir inn aftur,
ella kann skjalprógva, at vøran er nýtt til rætta endamálið, og
- ein hóskandi sekt fyri at nýta neyðrakettir til annað endamál, enn vøran er ætlað til.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 18. januar 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
067.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá I.D. Strøm - fýrverk.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um fýrverk, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og
vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at endurskoða lóg og kunngerð um fýrverk frá 1969
m.a. við atliti at kemikalium, dálking og ljóðdálking?
Viðmerkingar:
Tá vit hugsa um fýrverk, hugsa flestu okkara um løtuna á midnátt, tá vit bresta úr einum ári
inn í tað nýggja. Tað kann vera flott at hyggja at, men fýrverk hevur eisini keðiligar
avleiðingar við sær. Tað snýr seg bæði um neistar, eldsloga, royk, ógvusligt ljóð og rusk, ið
stendst av skotnum fýrverki. Tí kann tað vera skilagott at avmarka nýtsluna av fýrverki.
Hvørja ferð vit senda eina rakett til himmals ella festa í eina nýggjársbumbu, verður ein rúgva
av kemikalium og tungmetallum leysgivin. Tey hvørva ikki, men enda úti í náttúruni.
Roykurin frá fýrverki er bæði skaðiligur fyri menniskju, djór og plantur og økir um útlátið.
Harafturat verður sjáldan alt fýrverk, ið er skotið, tikið upp, og liggur tað tí og dálkar í
náttúruni. Hetta hevur sínar sjálvsøgdu dálkingaravleiðingar, umframt at tað kann enda í
maganum á djórum.
Nógv djór verða eisini sera ávirkað av ljóðinum og ljósinum av fýrverki. Vit vita frá
kanningum, at fuglalív er ávirkað í stóran mun og sum dømi kann nevnast, at fuglar í
hundraðtali fullu til jarðar í Italska høvuðsstaðnum Rom aftaná nýggjárshald í farnu viku.1
Tað er heldur ikki ókent, at kettur og hundar rýma og eru ógvuliga bangin, tá nógv verður
skotið, og ofta verður skotið í fleiri dagar eftir nýggjárið er av. Hetta er møguliga av teirri
orsøk, at fólk hava keypt so nógv fýrverk, at tey ikki náddu at skjóta alt nýggjársaftan. Tað
vil siga, at henda skjótingin sum oftast er heilt óneyðug og til stóran ampa fyri mong.
Av øllum Norðurlondum er tað bara í Føroyum, at tíðarbilið fyri nýtslu av fýrverki ikki er
avmarkað við lóg. Í Danmark er loyvt at skjóta frá 27. desembur til 1. januar. Í Noregi frá 31.
desembur til 1. januar klokkan 2. Í Svøríki bara um nýggjársmundið, í Finlandi frá 31.
desembur klokkan 18 til 1. januar klokkan 2. Í Íslandi frá 28. desembur til 6. januar. Sølutíðin
er eisini avmarkað - frá 15. desembur til 31. desembur í Danmark, 27. desembur til 31.
desembur í Noregi, 27. desembur til 31. desembur í Finlandi og 28. desembur til 6. januar í
Íslandi. Føroyska lógin fyri fýrverk er frá 1969 og er ikki dagførd síðan. Tí er spurningurin,
um tíðin ikki er komin til at endurskoða karmarnar fyri innfluting og nýtslu av fýrverki í
Føroyum.
Á Løgtingi, 6 januar 2021
Ingilín Didriksen Strøm
1 https://www.euronews.com/2021/01/01/hundreds-of-birds-found-dead-in-rome-s-streets-after-new-year-
fireworks-displays

-- 1 of 1 --