← Løgtingsmál

52-066/2020

Koronukoppseting

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jan. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
066.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til S. Stenberg- koronukoppseting.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 15. januar 2021
HMR J. nr. 21/00175-8
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-066/2020 eftir § 52a í tingskipanini um koronukoppseting frá Sirið
Stenberg, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Nær er ætlanin, at fólk við kroniskum sjúkum, fólk á røktarheimum, sambýlum og
bústovnum fáa í boði at verða koppsett fyri koronu?
2. Hava kommunurnar og fakfólk í kommununum, sum varðandi av eldrarøktini, verið við í
arbeiðinum at gera koppingarætlanina?
3. Hvat verður gjørt fyri at tryggja Føroyum nokk av koppingarevni, og hava føroyskir
myndugleikar verið í samskifti við onnur lond enn Danmark um hetta?
4. Nær kann roknast við at hava nokk av koppingarevni tøkt til tørvin í Føroyum?
Svar:
Til spurning 1
Hesa vikuna (vika 2) fer koppsetingin av búfólki á ellis- og røktarheimum og øðrum røktarbústøðum
í gongd, eins og tey seinastu heilsu- og røktarstarvsfólkini eisini verða koppsett. Síðani legst so líðandi
afturat við øðrum bólkum.
Í nýggju kunngerðini sær raðfestingin og tíðarætlanin fyri komandi vikurnar soleiðis út:
• Vika 53 – vika 2 (30. desember – 17. januar)
o Starvsfólk í fremstu røð
• Vika 2 (11. – 17. januar)
o Búfólk á ellis- og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði
• Vika 3 (18. – 24. januar)

-- 1 of 3 --

o Persónar, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir
við Covid-19. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum
hava ábyrgd av viðgerðini hjá tí einstaka.
• Vika 4 (25. – 31. januar)
o Avvarðandi hjá persónum, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir,
verða teir smittaðir við Covid-19 (tað eru sjúklingar, sum verða koppsettir í viku 3).
• Vika 5 (1. -7. februar)
o Persónar, ið hava fylt 65 ár, sum fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.
o Persónar, ið hava fylt 85 ár
• Vika 6 – 9 (8. februar – 7. mars)
o Endurkoppseting (annað prikið)
Allar innkallingar til koppsetingarnar eru skipaðar eftir avtalu við sjúkrahúsverkið.
Til spurning 2
Ein arbeiðsbólkur mannaður við viðkomandi fakfólkum fór til verka miðjan november 2020 at gera
eitt uppskot til eina COVID-19 koppsetingarætlan. Eftir ætlan skuldi bólkurin handa
landsstýrismanninum koppsetingarætlanina tann 28. januar 2021. Men av tí, at tilgongdin við at
góðkenna koppingarevnið gekk munandi skjótari, enn roknað varð við, tá arbeiðsbólkurin varð settur,
var neyðugt at stytta tíðarfreistina hjá arbeiðsbólkinum munandi. Arbeiðsbólkurin handaði
landsstýrismanninum koppsetingarætlanina tann 16. desember 2020, og longu 30. desember 2020 bar
til at fara undir at koppseta fyrstu føroyingarnar.
Av tí, at tíðarætlanin hjá arbeiðsbólkinum at gera koppingarætlanina var sera tepur, vóru tað tíverri
ikki stundir hjá bólkinum at bjóða møguligum áhugapørtum á fundir at umrøða koppingarætlanina og
raðfestingar av teimum persónum/bólkum, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19.
Til spurning 3
Føroyar hava havt eitt søguligt samband við Danmark og onnur Norðanlond um pandemi tilbúgving.
Seinast ein avtala varð gjørd um trygd fyri koppingarevnum, var tá ið Danmark, Grønland, Føroyar
og Ísland gjørdi eina felags avtalu við ein framleiðara um koppingarevni.
Tað er Statens Serum Institut, sum hevur til uppgávu at útvega Danmark koppingarevni. Í sambandi
við veiting av koronakoppingarevni varð avgerð tikin um, at Danmark saman við hinum
Norðurlondunum, sum eru limur í ES ella hava EØS samband við ES, skuldu keypa koppingarevni í
felag. Føroyar og Grønland hava í hesum sambandi tryggja sær veiting gjøgnum Danmark. Ísland og
Noreg eru eisini ein partur av ES veitingini.
Til spurning 4
Heldur ætlanin, er komið á mál at koppseta øll tey í serligum vandabólkum og elstu borgarar í
landinum, tá mars mánaði er runnin.

-- 2 of 3 --

Landsapotekarin tekur fyrivarni fyri, hvussu veitingin av vaksinu verður eftir tað, men í danska
heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen) hava tey alment boðað frá, at tey rokna við, at øll tey, sum skulu
koppsetast í Danmark, eru koppsett við endan á juni mánað.
Heldur tann forsøgnin, merkir tað, at eisini allir føroyingar, sum skulu koppsetast, eru koppsettir tá.
Tí Føroyar fáa vaksinu frá Statens Serum Institut eftir fólkatalinum, og tað merkir, at eins nógvir
skamtar av vaksinu eru til hvønn føroying, og tað eru til danir. Higartil hevur tað tó verið lutfalsliga
meira av vaksinu til føroyingar, tí Føroyar hava fingið heilar kassar hvørja ferð.
Heilsumálaráðið, 15. januar 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
066.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá S. Stenberg- koronukoppseting.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um koronukoppseting, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo
Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Nær er ætlanin, at fólk við kroniskum sjúkum, fólk á røktarheimum, sambýlum og
bústovnum fáa í boði at verða koppsett fyri koronu?
2. Hava kommunurnar og fakfólk í kommununum, sum varðandi av eldrarøktini, verið við í
arbeiðinum at gera koppingarætlanina?
3. Hvat verður gjørt fyri at tryggja Føroyum nokk av koppingarevni, og hava føroyskir
myndugleikar verið í samskifti við onnur lond enn Danmark um hetta?
4. Nær kann roknast við at hava nokk av koppingarevni tøkt til tørvin í Føroyum?
Viðmerkingar:
Í tilmælinum um koppingarætlan er víst á, hvussu tilgongdin at koppsetast raðfestir ymisku
bólkarnar av fólki, sum fáa koppsetingina í boði. Víst er eisini á, at tilmælið byggir á tað, sum
WHO tilmælir.
Tó síggja vit í grannalondunum, at fólk við kroniskum sjúkum og eldri fólk á røktarheimum og fólk,
sum krevja røkt, verða koppsett parallelt við heilsustarvsfólkini, men hetta hendir ikki í Føroyum.
Tí hesir uppklárandi spurningar til landsstýrismannin.
Tað sær út til, at tað gongur skjótari enn væntað at koppseta í grannalondunum, tó so at tað eisini
verður víst á, at koppingarætlanirnar eru treytaðar av, hvussu nógv koppingarevni tað ber til at fáa.
Nøkur av grannalondunum eru í ES, onnur eru ikki, og ymiskt er, hvussu skjótt og hvørjar mongdir
av koppingarevni londini fáa fatur á.
Tí er eisini áhugavert at frætta, hvat føroyskir myndugleikar hava gjørt fyri at útvega nokk av
koppingarevni. Og at fáa greiðu á nær roknast kann við, at øll, sum ynskja tað, kunnu verða
koppsett.
Á Løgtingi, 6. januar 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --