52-065/2020
Eldraøkið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jan. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
065.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til H. Mortensen - Eldraøkið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn Nr. 65/2020 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um at eftirmeta eldraøkið, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Nær kann Løgtingið vænta, at úrslitið av eini eftirmeting av eldraøkinum verður lagt fyri Løgtingið at viðgera og taka støðu til? 2. Hvussu tryggjar landsstýrsimaðurin, at fakligi førleikin á eldraøkinum er partur av eftirmetingini? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at tørvur er á, at kommunur og kommunalu eldrasamstørvini eisini eftirmeta og meta um tørvin á at nýhugsa og broyta bygnað og tænastur? 4. Heldur landsstýrismaðurin, at tænastan á eldraøkinum, fíggjarviðurskiftini og markamótini millum land og kommunur eru nøktandi í dag? Viðmerkingar: Undirritaði reisti í juni 2020 ein fyrispurning um, nær ein eftirmeting av eldraøkinum fór at verða gjørd. Nú eftirmetingin er í gongd, er vert at vita, hvør leisturin er. Støðan er serlig, tí hóast tað er landið, sum skal taka stig til eftirmetingina, eru tað einans kommunalu samstørvini og kommunurnar, sum hava arbeitt innihaldsliga við økinum og gjørt sær royndir við skipanini hesi fimm árini, ábyrgdin av økinum hevur ligið hjá kommununum. Eisini er áhugavert at vita, nær Løgtingið kann vænta at sleppa at viðgera úrslitið. Løgtingslógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m. frá 7. apríl 2014 ásetir m.a., at eftir 5 ár skal eftirmetast, hvørt lógin virkar eftir ætlan. Um samstørvini virka og tænastan er nøktandi eru spurningar, sum kommunurnar hava ábyrgd av; men tað er landið, sum hevur sett løgfrøðiligu karmarnar um samstørvini. Tí ræður um, at ein eftirmetingarleistur leggur upp til, at kommunurnar eisini meta um tørv á at nýhugsa og broyta bæði bygnað og tænastur. Í hesum sambandi ræður eisini um, at fakligi førleikin, innlitið og áhugamálini í kommununum taka lut í eftirmetingini, so tann vitan, tær royndir og tað innlit, ið eru bygd upp hesi árini, verða brúkt. Á Løgtingi, 6. januar 2021 Heðin Mortensen 18. januar 2021 Mál: 21/00093-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir Thomsen -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Svar: Til spurning nr. 1 Sum landsstýrismaðurin áður hevur greitt frá, er arbeiðið við eftirmetingini farið í gongd. Arbeiðsbólkurin hevur havt nakrar fundir og hevur skipað arbeiðið sína millum. Eisini hevur arbeiðsbólkurin verið á fundi við stýrisbólkin og kunnað um gongdina. Tað er tó torført hjá landsstýrismanninum at siga, júst nær arbeiðið er liðugt at taka upp til politiska støðutakan. Eitt realistiskt boð er nokk á sumri 2021. Til spurning nr. 2 Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., hevur ikki nakra áseting um normering ella um fakliga førleikan hjá fólkunum, sum veita røkt og tænastur sambært lógini. Fakligi førleikin er tískil ikki beinleiðis partur av eftirmetingini av lógini. Sum ein partur av eftirmetingini verða støðulýsingar gjørdar um starvsfólk og virksemi, og greitt verður frá økis- og leiðslubygnaði. Tá ið tað er sagt kann nevnast, at Mentamálaráðið hevur upplýst, at gongd er sett á arbeiðið at kanna tørvin av útbúnum starvsfólki innan ávís starvsøki komandi 10 árini. Herundir eisini tørvin á útbúnum starvsfólki innan eldraøkið. Til spurning nr. 3 Kommunufelagið er partur av eftirmetingini, og kommunalu eldrasamstørvini verða tikin við í eftirmetingina í tann mun, tørvur er á hesum. Um kommunurnar meta, at tørvur er á einari innanhýsis eftirmeting, tá hendan eftirmetingin er liðug, er hetta upp til tær at avgera. Til spurning nr. 4 Áðrenn ein eftirmeting við møguligum tilmælum fyriliggur, er torført hjá landsstýrismanninum at hava eina greiða fatan av, um umstøðurnar innan eldraøkið eru nøktandi, bæði tá ið tað kemur til starvsfólkanormeringar, fíggjarviðurskifti og lóggávu. Tórshavn 18. januar 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður -- 2 of 2 --
065.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá H. Mortensen - Eldraøkið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um at eftirmeta eldraøkið, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Nær kann Løgtingið vænta, at úrslitið av eini eftirmeting av eldraøkinum verður lagt fyri Løgtingið at viðgera og taka støðu til? 2. Hvussu tryggjar landsstýrsimaðurin, at fakligi førleikin á eldraøkinum er partur av eftirmetingini? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at tørvur er á, at kommunur og kommunalu eldrasamstørvini eisini eftirmeta og meta um tørvin á at nýhugsa og broyta bygnað og tænastur? 4. Heldur landsstýrismaðurin, at tænastan á eldraøkinum, fíggjarviðurskiftini og markamótini millum land og kommunur eru nøktandi í dag? Viðmerkingar: Undirritaði reisti í juni 2020 ein fyrispurning um, nær ein eftirmeting av eldraøkinum fór at verða gjørd. Nú eftirmetingin er í gongd, er vert at vita, hvør leisturin er. Støðan er serlig, tí hóast tað er landið, sum skal taka stig til eftirmetingina, eru tað einans kommunalu samstørvini og kommunurnar, sum hava arbeitt innihaldsliga við økinum og gjørt sær royndir við skipanini hesi fimm árini, ábyrgdin av økinum hevur ligið hjá kommununum. Eisini er áhugavert at vita, nær Løgtingið kann vænta at sleppa at viðgera úrslitið. Løgtingslógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m. frá 7. apríl 2014 ásetir m.a., at eftir 5 ár skal eftirmetast, hvørt lógin virkar eftir ætlan. Um samstørvini virka og tænastan er nøktandi eru spurningar, sum kommunurnar hava ábyrgd av; men tað er landið, sum hevur sett løgfrøðiligu karmarnar um samstørvini. Tí ræður um, at ein eftirmetingarleistur leggur upp til, at kommunurnar eisini meta um tørv á at nýhugsa og broyta bæði bygnað og tænastur. Í hesum sambandi ræður eisini um, at fakligi førleikin, innlitið og áhugamálini í kommununum taka lut í eftirmetingini, so tann vitan, tær royndir og tað innlit, ið eru bygd upp hesi árini, verða brúkt. Á Løgtingi, 6. januar 2021 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --