← Løgtingsmál

52-064/2020

Leingjan av afturgjaldstíð fyri lán til Eystur- og Sandoyartunlar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. jan. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
064.20 Svar frá J. Niclasen til J. Langgaard - Leingjan afturgjaldstíð Eystur-og Sandoyart_.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 15. januar 2021
J. nr.: 21/00008-3
Svar uppá fyrispurning nr. 64/2020 frá Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, um leingjan av
afturgjaldstíð fyri lán til Eystur- og Sandoyartunlar, settur landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at lánið til felagið Eystur- og Sandoyartunlar skal verða niðurgoldið eftir
20 árum?
2. Eru møguleikar við verandi fígging at leingja lánið til 30 ella 40 ár?
3. Hvørja ávirkan hevði tað havt á prísin ella tunnilsgjaldið, um afturgjaldstíðin bleiv longd til
annaðhvørt 30 ár ella 40 ár?
4. Um tað ikki letur seg gera at leingja fíggingina, hvørjir aðrir møguleikar eru so at minka um
afturgjaldsbyrðuna?
5. Er landsstýrismaðurin sinnaður at virka fyri einari leingjan av afturgjaldstíðini?
Svar til fyrispurning nr. 1
Lánið, sum felagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar tók í 2016 er við fastari rentu á 2,73% p.a. og skal
vera afturgoldið frá 2023 til 2040. Afturgjaldstíðin er tilsamans 24 ár frá tí, at lánið varð tikið.
Tá ið felagið tók lánið, var besta loysnin mett at vera eitt lán við fastari rentu og afturgjaldstíð á um
20 ár. Hetta var grundað á ráðgeving frá fíggjarstovnum og á áhugan frá møguligum lánveitarum
uttanfyri Føroyar. Áðrenn lánið varð tikið, kannaði felagið saman við ráðgevum og fíggjarstovnum
áhugan millum møguligar íleggjarar og lánveitarar.
Sera ivasamt er, um felagið hevði kunnað tikið eitt lán á 2,6 mia. kr. í 2016 við afturgjaldstíð á 30 ella
40 ár. Í øllum førum hevði fasta rentan á láninum tá verið munandi hægri. Í øðrum lagi er ivasamt,
um nóg stórur áhugi hevði verið millum møguligar lánveitarar.
Nevnast kann, at Føroya Landsstýri og almenn feløg í Føroyum enn bara hava avmarkaðar royndir
av at taka lán við langari afturgjaldstíð. Landsstýrið hevur í løtuni eitt lán á norska marknaðinum á
NOK 550 mió. og við afturgjaldstíð á 15 ár. Sæð burtur frá hesum láninum, hevur Landsstýrið síðstu
um 20 árini bara tikið lán við afturgjaldstíð á upp til 5 ár.
Tí er torført at taka tílík lán við langari afturgjaldstíð, uttan at hetta ávirkar rentustøðið og áhugan
millum lánveitarar munandi.

-- 1 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/3
Svar til fyrispurning nr. 2
Tunnilsfelagið metir, at møguleikarnir við verandi fígging at leingja afturgjaldstíðina til 30 ella 40 ár
eru sera avmarkaðir. Í løtuni verður mett, at fyrimunir høvdu ikki verið av at longt afturgjaldstíðina.
Í fyrra lagi hevði verið sera kostnaðarmikið at lagt fíggingina um. Í øðrum lagi er sera ivasamt, um
felagið hevði fingið fígging við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár, og hvør rentan á fíggingini hevði verið. Í
øllum førum er greitt, at rentan á láninum hevði verið munandi hægri, um afturgjaldstíðin var 30 ella
40 ár. Heldur ikki er óhugsandi, at tað møguliga hevði skalað trúvirðið hjá landinum millum
lánveitarar, um landið – áðrenn verkætlanin er liðug – hevði roynt at lagt fíggingina um til longri
afturgjaldstíð.
Her eigur eisini at verða nevnt, at samlaða verkætlanin er ikki liðug enn, og at byggiváði framvegis er
knýttur at verkætlanini, í øllum førum til Sandoyartunnilin er liðugt sprongdur ígjøgnum.
Svar til fyrispurning nr. 3
Til ber ikki at siga við vissu, hvussu nógv tunnilsgjøldini høvdu kunnað lækkað við afturgjaldstíð á
30 ella 40 ár. Til dømis er óvist, hvørja rentu eitt møguligt lán hevði havt. Eisini er óvist, um felagið
yvirhøvur hevði fingið fígging við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár, eins og nevnt í svarinum til nr. 2.
Ein varislig meting er, at tað hevði borið til at lækkað tunnilsgjøldini 10-20%, um afturgjaldstíðin á
láninum var 30 ella 40 ár. Hetta er kortini treytað av, at tað hevði borið til at longt lánið til 30 ella 40
ár. Vansin við longri afturgjaldstíð hevði verið, at longri tíð hevði gingið, til tunnilin varð útgoldin.
Árligu rentuútreiðslurnar høvdu hækkað, men árligu avdráttirnir høvdu verið lægri, og fleiri ár høvdu
gingið, áðrenn tunnilin varð útgoldin.
Svar til fyrispurning nr. 4
Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at endurskoða stuðulin til pendlarar. Endamálið er, at tað skal bera til
hjá pendlarum at brúka tunnilin fyri lægri kostnað samanlagt.
Treytað av politiskari undirtøku, hevði Løgtingið kunnað samtykt, at landskassin rindaði meira
partapening í felagið yvir nøkur ár. harvið hevði landskassin átikið sær størri part av
afturgjaldsbyrðuni. Hetta hevði ikki samsvarað við siðvenjuna í sambandi við Vága- og
Norðoyatunnilin, har landið ikki rindaði partapening í feløgini fyri at lækka tunnilsgjøldini.
Eysturoyartunnilin er ikki dýrari at brúka, enn Vága- og Norðoyatunnilin vóru, tá ið teir vórðu tiknir
í brúk.
Svar til fyrispurning nr. 5
Við verandi vitan, sum lýst omanfyri, heldur landsstýrismaðurin tað ikki vera skilagott at leingja
afturgjaldstíðina. Tí ávirkanin á prísin hevði verið so lítil, samstundis sum afturgjaldstíðin hevði
tvífaldast.
Sambært lógini skal tað vera ókeypis at koyra, tá ið lánini um 20 ár vónandi eru afturgoldin. Við at
leingja afturgjaldstíðina til til dømis 40 ár, høvdu brúkararnir rindað í 20 ár fleiri við sera lítlum
avsláttri.
Í hesum føri er talan um eitt alment partafelag. Landsstýrið hevur valt eina nevnd at stýra og stjórna
felagnum. Landsstýrismaðurin hevur álit á, at nevnd og stjórn í felagnum støðugt eftirmeta prísir
soleiðis, at ein hóskandi javnvág verður millum ferðslu og inntøkur til felagið. Prísur og ferðsla

-- 2 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
3/3
hanga saman. Koma nevnd og leiðsla fram til, at leinging av afturgjaldstíðini kann gerast við stórum
fyrimuni, so eigur tað at verða gjørt. Við verandi vitan er einki, sum bendir á tað.
Tinganes, 15. januar 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 3 of 3 --
064.20 Spurningur til J. Niclasen frá J. Langgaard - Leingjan afturgjaldstíð Eystur-og Sandoyart_.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. jan. 2021

Sjá útdrigin tekst
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um leingjan av afturgjaldstíð fyri lán til Eystur- og Sandoyartunlar, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvør er orsøkin til, at lánið til felagið Eystur- og Sandoyartunlar skal verða niðurgoldið eftir
20 árum?
2. Eru møguleikar við verandi fígging at leingja lánið til 30 ella 40 ár?
3. Hvørja ávirkan hevði tað havt á prísin ella tunnilsgjaldið, um afturgjaldstíðin bleiv longd til
annaðhvørt 30 ár ella 40 ár?
4. Um tað ikki letur seg gera at leingja fíggingina, hvørjir aðrir møguleikar eru so at minka um
afturgjaldsbyrðuna?
5. Er landsstýrismaðurin sinnaður at virka fyri einari leingjan av afturgjaldstíðini?
Viðmerkingar
Øllum kunnugt skuldu Vágatunnilin og Norðoyatunnilin gjaldast lutvíst av landinum og lutvíst
við brúkaragjøldum. Avgjørt varð, at tunlarnir skuldu gjaldast aftur eftir 20 árum, men hevur tað
gingið skjótari enn so at fáa teir goldnar aftur. Vágatunnilin kostaði 280 mió. kr., harav
brúkararnir skuldu gjalda 120 mió. kr., t.v.s. minni enn helvtina av kostnaðinum.
Norðoyatunnilin kostaði 395 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 160 mió. kr., t.v.s. minni
enn helvtina av kostnaðinum. Brúkararnir av Eysturoyartunlinum fáa ikki størru helvtina goldna
av landskassanum, og ikki nokk við tað - teir skulu harumframt fíggja Sandoyartunnilin. Hetta
hevur við sær, at brúkararnir skulu gjalda einar 15 ferðir so nógv, sum brúkararnir av hinum
tunlunum hava goldið.
Tað er at undrast yvir, at hóast lánið er ovurhondsstórt, so velur mann somu afturgjaldstíð sum til
hinar báðar tunlarnar - nevnliga 20 ár. Um vit samanbera við Danmark, so er afturgjaldstíðin á
Femern Bælt-forbindelsen 28 ár, Oyrasundsbrúnni 30 ár og Stórabeltsbrúnni 37 ár. Hugsandi er,
at bæði fyri borgararnar og landið sum heild hevur tað størri týdning, at øll fáa gleði av tunlinum
nú, enn at hann verður ókeypis at koyra í um eitt nú 20 ár.
Tað hevur alstóran týdning, at samfelagið fær so stóra nyttu av tunlunum sum tilber, og tað fær
tað bara, um so nógv sum gjørligt velja at brúka tunnilin - ikki einans tey múgvandi. Tí verður
hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 5. januar 2021
Jaspur Langgaard

-- 1 of 1 --