52-063/2020
Heimleys
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. jan. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
063.20 Svar frá E.M.Gunnleygsdóttur til H. Mortensen - Heimleys.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Føroya Løgting Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 15. januar 2021 Mál: 21/00091-3 Tygara Skriv: Viðgjørt: Jákup Andrias Kristiansen Nr. 63/2020 Svar uppá fyrispurning eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um heimleys, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Heldur landsstýrismaðurin, at hjálpin, ið heimleysar familjur og einstaklingar fáa at finna sær bústað, er nøktandi? 2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at byggja fjølbroyttar bústaðir beinanvegin? 3. Um ikki, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við tað? Viðmerkingar: Í einum ríkum vælferðarsamfelag sum okkara, er tað undranarvert, at tað eru familjur og einstaklingar, sum ikki hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri – eisini ungar barnafamiljur, støk, lesandi, førleikaskerd, og tey sum stríðast við sosialar og fíggjarligar avbjóðingar. Hetta er støðan í Føroyum í dag. Sum skilst, ræður landið einans yvir tveimum bústøðum, sum tó bert eru til stakar uppihaldarar, og í mesta lagi í eitt ár. Tí missa vit fólk av landinum. Ungar familjur og fólk við evnum og hegni at taka lut í samfelagnum, fólk sum tørva stuðul at finna seg til rættis, og fólk sum tørva umsorgan og hjálp frá vælferðarsamfelagnum, sum vit saman varða av. Øll vilja tey allarhelst búgva í Føroyum, her familja og vinir frammanundan eru, og her tey hava sítt upphav, trívast og kenna seg heima. Onnur royna enn at stríðast fyri at verða verandi her, men noyðast at brúka mestsum alla sína orku til at stríðast fyri at fáa ella varðveita bústað, og fáa tí ikki givið tey virðismiklu íkøstini til samfelagið, sum tey annars kundu. At skapa borgarum møguleika at seta búgv er ein av fremstu uppgávunum, politiski myndugleikin hevur, tí uttan fólkið her býr eru vit lítið ella einki ment. Uttan búsetingarmøguleikar er einki framtíðar samfelag, men fyri undirritaða at síggja hevur landsstýrið mestsum kastað frá sær. Á Løgtingi, 4. januar 2021 -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Heðin Mortensen Svar: Til nr. 1 Tó at vit enn ikki eru komin á mál, haldi eg, at tað almenna ger nógv fyri at tryggja øllum sínum borgarum ein bústað. Bústaðir hevur higartil útvegað 343 leigubústaðir kring landið og hevur í løtuni fígging og ítøkiligar verkætlanir til at røkka samanlagt 500. Seinasta árið eru fólk flutt inn í 38 nýggjar íbúðir Oman Mattalág og 10 íbúðir á Óðinshædd II. Næsta byggistig á Óðinshædd II við 40 íbúðum er farið í gongd og verður væntandi liðugt á vári 2022. Til nr. 2 Stutt fyri jól, 8. december 2020, legði eg lógaruppskot um bústaðapakka fyri løgtingið. Høvuðstátturin í uppskotinum er at geva Bústøðum møguleika at fara undir nýggjar bústaðaverkætlanir fyri 450 mió. kr. Hesar verkætlanir koma afturat teimum, ið eru nevndar ið svarinum til nr. 1, sum verandi fígging hjá Bústøðum longu røkkur til. Endamálið við lógaruppskotinum er harafturat at eggja privata kapitalinum at gera íløgur í føroyska bústaðamarknaðin og at gera tað lættari hjá íleggjarum og Bústøðum at samstarva um bústaðaverkætlanir. Til nr. 3 Víst verður til nr. 2. Tórshavn 15. januar 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður -- 2 of 2 --
063.20 Spurningur til E.M.Gunnleygsdóttur frá H. Mortensen - Heimleys.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um heimleys, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Heldur landsstýrismaðurin, at hjálpin, ið heimleysar familjur og einstaklingar fáa at finna sær bústað, er nøktandi? 2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at byggja fjølbroyttar bústaðir beinanvegin? 3. Um ikki, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við tað? Viðmerkingar: Í einum ríkum vælferðarsamfelag sum okkara, er tað undranarvert, at tað eru familjur og einstaklingar, sum ikki hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri – eisini ungar barnafamiljur, støk, lesandi, førleikaskerd, og tey sum stríðast við sosialar og fíggjarligar avbjóðingar. Hetta er støðan í Føroyum í dag. Sum skilst, ræður landið einans yvir tveimum bústøðum, sum tó bert eru til stakar uppihaldarar, og í mesta lagi í eitt ár. Tí missa vit fólk av landinum. Ungar familjur og fólk við evnum og hegni at taka lut í samfelagnum, fólk sum tørva stuðul at finna seg til rættis, og fólk sum tørva umsorgan og hjálp frá vælferðarsamfelagnum, sum vit saman varða av. Øll vilja tey allarhelst búgva í Føroyum, her familja og vinir frammanundan eru, og her tey hava sítt upphav, trívast og kenna seg heima. Onnur royna enn at stríðast fyri at verða verandi her, men noyðast at brúka mestsum alla sína orku til at stríðast fyri at fáa ella varðveita bústað, og fáa tí ikki givið tey virðismiklu íkøstini til samfelagið, sum tey annars kundu. At skapa borgarum møguleika at seta búgv er ein av fremstu uppgávunum, politiski myndugleikin hevur, tí uttan fólkið her býr eru vit lítið ella einki ment. Uttan búsetingarmøguleikar er einki framtíðar samfelag, men fyri undirritaða at síggja hevur landsstýrið mestsum kastað frá sær. Á Løgtingi, 4. januar 2021 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --